Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2007 33 tíðindi Rútmiska kórið MaJazz kemur á konsert ferð til Føroyar fyrst í juli. Konsertferðin er komin í lag í samstarvi við føroysku kórini United Voices, Vox og Ljómur Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo - Mong okkara hava bert sæð Føroyar á myndum, so tað er við stórum vónum og spenningi, kórið kemur til Havnar 30. juni, sigur kórið í tíðindaskrivi í morgun - Vit gleða okkum at síggja føroysku náttúruna, ið er heilt ørvísi enn hon, haðani vit eru. Ikki minni gleða vit okkum at deila okkara tónleik við føroyskar áhoyrarar, siga tey víðari. Teir umleið 50 MaJazz sangararnir koma úr Hille­ rød og Norðursælandi. Kór­ ið, ið kundi halda 20 ára hátíðarhald í 2005, er framm­arliga í norður­sæ­ lendska tónleikalívinum. Á hvørjum ári taka tey lut í ymsum tónleikafram­ førslum á Sælandi og í Keyp­­mannahavn. Í høvuðs­ staðnum kanst tú hoyra tey á so ymsum støðum sum Vestre Fængsel og á Vølli­ num í Tivoli. Vitja føroysk kór Á ferðini í Føroyum spælir kórið 3 konsertir, sunnu­ dagin 1. juli í Norður­landa­ húsinum, har verður verkið Phazes av Jørgen Emborg og annar rútmiskur tón­leik­ ur á skránni. Á konsertini framføra United Voices og Vox úr Tórshavn eisini. Mána­dag 2. juli bjóðar Ljómur til Vágs, har MaJazz heldur konsert í Vágs kirkju. Á skránni verða sálm­ar í rútmiskum sniði, partar av Sacred Concert hjá Duke Ellington, danskir sangir og annað. Seinasta konsertin er í hósdagin 5. juli í Christianskirkjuni í Klaksvík. Skráin er tann sama sum í Vági. MaJazz var á ferð í Grøn­ landi, tá kórið júst var blivið 10 ára gamalt - ein framúr góð uppliving. Tey hava vitjað vinakór úr Svøríki og Sveis, sum eisini hava vitj­ að tey aftur í Danmark. Madrigalar og Jazzur, hað­ani navnið MaJazz kem­ ur, eru høvuðsstílirnir í úr­valinum hjá kórinum. Sang­irnir eru fyri ein part frá 14. og 15. øld eftir tóna­ skøldum sum Monteverdi, John Dowland og Thomas Moore og fyri annan part nútíðar jazzur, rokkur og swing. Síðstnevndi stílur hev­ur tónleik frá Duke Ell­ ington, Mills Brothers, Cole Porter, Manhattan Trans­fers og mongum øðr­ um. Eingin regla uttan undan­ tak - sangir úr danska og norð­urlendska sangskatti­ num eru eisini umboðaðir, somuleiðis sálmar, ið al­oftast fáa eitt rytmiskt ”lyft”. Phazes, eitt nýtt kórverk Jørgen Emborg, ið er kend­ ur jazzpianistur og tóna­ smiður, skrivaði eitt verk fyri kór, solistar og rútmu­ bólk til 20 ára hátíðarhaldið hjá MaJazz. Verkið er partur av úrvalinum, ið tikið verð­ ur við til Føroyar. Christian Berg er kórleiðari hjá MaJazz. Christian undirvísir í sangi og hevur drúgvar royndir sum sangari, pian­ istur og arrangørur í ymsum musicalum og vokal­bólk­ um. Danska MaJazzkórið til Føroyar Marc Johnson til Føroya at rappa Fríggjakvøldið og leygarkvøldið framførir kendi danski rapparin Marc Johnson í ávikavist Eclipse í Havn og Mentanarhúsinum í Fuglafirði, skrivar byin.fo í kvøld Tíðindaskriv Kendi danski rapparin Marc Johnson kemur komandi viku­skiftið til Føroyar at hava tvær konsertir. Tann fyrra verður fríggjakvøldið í Eclipse og tann seinna leyg­arkvøldið í Mentanar­ húsi­num í Fuglafirði. Marc Johnson, ið vann heið­urin sum besti danski hip hoppari á MTV Awards í vár, fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í fjør við útgáv­uni “Det passer..”. Løgini á fløguni svinga væl, og tekst­irnir bera brá av sjálvspeii og skemti. Hann byrjaði sína yrkis­ leið sum 15 ára gamal undir heitinum ‘Niggerenis­læd­en’. Í 1999 var han limur í rapparabólkinum ‘B.A.N.G.E.R.S. Eitt skifti royndi hann seg sum rappari í Svøríki, og í 2004 vendi hann heimaftur til Danmarkar at rappa saman við vinmanninum Ralle Malone. Teir báðir góvu út fløguna ‘ Johnson & Malone’, sum varð sera væl móttikin. Og nú rappar Marc Johnson so aftur einsamallur skrivar byin.fo