mikudagur 6. juni 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
33
tíðindi
Rútmiska kórið
MaJazz kemur á
konsert ferð til
Føroyar fyrst í
juli. Konsertferðin
er komin í lag
í samstarvi við
føroysku kórini
United Voices, Vox og
Ljómur
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
- Mong okkara hava bert
sæð Føroyar á myndum, so
tað er við stórum vónum og
spenningi, kórið kemur til
Havnar 30. juni, sigur kórið
í tíðindaskrivi í morgun
- Vit gleða okkum at síggja
føroysku náttúruna, ið er
heilt ørvísi enn hon, haðani
vit eru. Ikki minni gleða
vit okkum at deila okkara
tónleik við føroyskar
áhoyrarar, siga tey víðari.
Teir umleið 50 MaJazz
sangararnir koma úr Hille-
rød og Norðursælandi. Kór-
ið, ið kundi halda 20 ára
hátíðarhald
í
2005,
er
frammarliga í norðursæ-
lendska tónleikalívinum. Á
hvørjum ári taka tey lut í
ymsum
tónleikafram-
førslum á Sælandi og í
Keypmannahavn. Í høvuðs-
staðnum kanst tú hoyra tey
á so ymsum støðum sum
Vestre Fængsel og á Vølli-
num í Tivoli.
Vitja føroysk kór
Á ferðini í Føroyum spælir
kórið 3 konsertir, sunnu-
dagin 1. juli í Norðurlanda-
húsinum, har verður verkið
Phazes av Jørgen Emborg
og annar rútmiskur tónleik-
ur á skránni. Á konsertini
framføra United Voices og
Vox úr Tórshavn eisini.
Mánadag 2. juli bjóðar
Ljómur til Vágs, har MaJazz
heldur
konsert
í Vágs
kirkju. Á skránni verða
sálmar í rútmiskum sniði,
partar av Sacred Concert
hjá Duke Ellington, danskir
sangir og annað. Seinasta
konsertin er í hósdagin 5.
juli í Christianskirkjuni í
Klaksvík. Skráin er tann
sama sum í Vági.
MaJazz var á ferð í Grøn-
landi, tá kórið júst var blivið
10 ára gamalt - ein framúr
góð uppliving. Tey hava
vitjað vinakór úr Svøríki og
Sveis, sum eisini hava vitj-
að tey aftur í Danmark.
Madrigalar og Jazzur,
haðani navnið MaJazz kem-
ur, eru høvuðsstílirnir í
úrvalinum hjá kórinum.
Sangirnir eru fyri ein part
frá 14. og 15. øld eftir tóna-
skøldum sum Monteverdi,
John Dowland og Thomas
Moore og fyri annan part
nútíðar jazzur, rokkur og
swing. Síðstnevndi stílur
hevur tónleik frá Duke Ell-
ington,
Mills
Brothers,
Cole
Porter,
Manhattan
Transfers og mongum øðr-
um.
Eingin regla uttan undan-
tak - sangir úr danska og
norðurlendska sangskatti-
num eru eisini umboðaðir,
somuleiðis
sálmar,
ið
aloftast fáa eitt rytmiskt
”lyft”.
Phazes, eitt
nýtt kórverk
Jørgen Emborg, ið er kend-
ur jazzpianistur og tóna-
smiður, skrivaði eitt verk
fyri kór, solistar og rútmu-
bólk til 20 ára hátíðarhaldið
hjá MaJazz. Verkið er partur
av úrvalinum, ið tikið verð-
ur við til Føroyar. Christian
Berg
er
kórleiðari
hjá
MaJazz. Christian undirvísir
í sangi og hevur drúgvar
royndir sum sangari, pian-
istur og arrangørur í ymsum
musicalum og vokalbólk-
um.
Danska MaJazzkórið til Føroyar
Marc Johnson
til Føroya at rappa
Fríggjakvøldið
og leygarkvøldið
framførir kendi
danski rapparin Marc
Johnson í ávikavist
Eclipse í Havn og
Mentanarhúsinum
í Fuglafirði, skrivar
byin.fo í kvøld
Tíðindaskriv
Kendi danski rapparin
Marc Johnson kemur
komandi vikuskiftið til
Føroyar at hava tvær
konsertir. Tann fyrra
verður fríggjakvøldið í
Eclipse og tann seinna
leygarkvøldið í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Marc Johnson, ið vann
heiðurin sum besti danski
hip hoppari á MTV
Awards í vár, fekk sítt
veruliga gjøgnumbrot í
fjør við útgávuni “Det
passer..”. Løgini á fløguni
svinga væl, og tekstirnir
bera brá av sjálvspeii og
skemti.
Hann byrjaði sína yrkis-
leið sum 15 ára gamal
undir heitinum
‘Niggerenislæden’. Í 1999
var han limur í
rapparabólkinum
‘B.A.N.G.E.R.S. Eitt
skifti royndi hann seg sum
rappari í Svøríki, og í
2004 vendi hann
heimaftur til Danmarkar
at rappa saman við
vinmanninum Ralle
Malone. Teir báðir góvu
út fløguna ‘ Johnson &
Malone’, sum varð sera
væl móttikin. Og nú
rappar Marc Johnson so
aftur einsamallur skrivar
byin.fo