mikudagur 6. juni 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
summarkapping
44
Síðstu tveir dagarnar hevur sólin skinið oman og niðan yvir Føroyar,
og veðrið kann ikki sigast at hava verið annað enn av tí fagrasta.
Flestu fólk í Føroyum hava eisini roynt at fingið mest møguligt burtur
úr sóldøgunum.
Í gjár var Grundlógardagur, og tí vóru nógv, sum antin høvdu frí ella
fingu tíðliga frí henda dagin. Tað var sjálvandi ymiskt, hvussu hesi
valdu at halda Grundlógardagin, men felags fyri ein stóran part av
føroyingum var, at tey valdu at halda dagin uttandura.
Í Gøtu høvdu fleiri valt at leggja leiðina oman á Gøtusand. Har vóru
fólk, sum gingu túr á sandinum, familjur við smáum børnum og
ungdómar, sum hugnaðu sær í sólini.
Fleiri av børnunum og teimum ungu royndu at vera djørv og leypa
úti, og kuldin tóktist ikki nerva tey stórvegis.
Eisini í Leynum høvdu fleiri leita sær oman á Leynasand at hugna
sær. Eisini her vóru fólk í øllum aldri, og m.a. hevði onkur tikið bólt
oman við á sandin, so tey høvdu møguleika at spæla antin fótbólt ella
flogbólt. Skipað var harafturat fyri togtogan á Leynasandi í gjár, og
hetta dámdi fólki væl.
Líkamikið hvat hesi ymisku gjørdu á sandinum, so var eingin ivi
um, at øll hugnaðu sær henda vakra sólskinsdagin á bæði Gøtusandi
og á Leynasandi.
Fólk hugnaðu sær á strondini
Aberdeen er við sínum góðu handilsmøguleikum og bíligu prísum altið eina
vitjan verdur. Býurin hevur nógvar matstovur, náttklubbar og pubbir.
Íroknað prísin er:
• Flogferð Vágar – Aberdeen og aftur við øllum avgjøldum
• 3 nætur á Brentwood Hotel í dupultkamari við morgunmati
• Eyka fyri einakamar kr. 270,-
P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo
EyKA túrur til Aberdeen
Hósdagin 19. juli til sunnudagin 22. juli
www.ff.fo
kr. 3.195,-
fyri hvønn
Sertilboð
Telefon 47 81 70
NilaN:
Ventilatións
verk við
innbygdari
hitapumpu
Tryggjar goTT iNNiklima Við aT:
• Tryggja støðuga útskifting av luftini
• Hita frísku luftina, sum verður blást inn
• Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini
• Avmarka ovurviðkvæmið
Verður uppsett av góðkendum montøri
Nógv fólk vóru farin á bæði Gøtusand og Leynasand í góðveðrinum Grundlógardagin. Her síggja vit, hvussu øll
hugnaðu sær á Leynasandi í gjár.
Mynd: Jens Kr. Vang