Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ísland hevur eina sera vakra og spennandi náttúru, og Iceland Excursions er eitt felag í Reykjavík, sum skipar fyri túrum til fleiri av mest kendu støðunum í Íslandi SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Reykjavík er ein sera spenn­ andi og vakur býur. Har eru alskyns møguleikar í íslendska høvuðsstaðnum, og ætlar tú tær at uppliva eitt sindur av vøkru náttúr­ una í Íslandi, so eru eisini møguleikar fyri hesum í Reykjavík. Har eru nevniliga fleiri fyritøkur, sum skipa fyri túrum fyri ferðafólk, og ein av hesum fyritøkunum er Iceland Excursions, sum liggur á Høfðatún mitt í býnum. Iceland Excursions ger serliga túrar til kendu støðini Bláa Lón og the Golden Cirkel, men fyritøk­ an kann eisini gera aðrar skipaðar túrar til onnur kend støð í Íslandi. Nógvir túrar og nógvir gestir Iceland Excursions er helst størsti ferðaveitari í Reykja­ vík, og ein av stjórunum, Thórur, sigur, at tey hava úr at gera ígjøgnum árið. – Vit hava ferðafólk alt árið, sum vitja kendu støð­ ini í Reykjavík, og tí hava vit úr at gera størsta partin av árinum. Vit gera serliga túrar til kendu støðini Bláa Lón og Golden Cirkel, og hetta er eisini støðini, sum ferðafólk vísa størst áhuga fyri, sigur Thórur. – Vit hava annars dagligar túrar til hesi bæði støðini, men vit kunnu tó eisini bjóða aðrar túrar. Vit kunnu bjóða ferðafólki 37 ymiskar túrar, og tilsamans hava vit á leið 50.000­60.000 gestir árliga. Thórur leggur annars aft­ urat, at teir gera tríggjar túrar dagliga til Bláa Lón og Golden Cirkel, so ferða­ fólk hava allar møguleikar at royna hesar túrar. Bláa Lón er annars eitt stað, har sera nógv ferðafólk fara – eisini føroyingar. Bláa Lón er ein risastórur hylur, har vatnið er sera heitt. Longur út tú fert, heitari verður vatnið. Bláa Lón verður av mongum nýtt sum eitt heilsustað. Túrurin til Golden Cirkel er eisini ein avbera góður túrur. Her kanst tú m.a. vitja kendu støðini Gullfoss og Geysir, umframt fleiri onnur spennandi støð. Trúgva uppá ferðavinnuna Ferðavinnan í Íslandi hevur verið støðugt vaksandi nógvu tey síðstu árini, og Tórður sigur eisini, at teir trúgva uppá íslendsku ferða­ vinnuna. – Turisman í Íslandi hevur voksið eini 10­12% síðstu árini, so tað er eingin ivi um, at vit trúgva uppá okk­ ara ferðavinnu. Tað hevur eisini gingið avbera væl hjá okkum, síðani vit byrjaðu vit Iceland Excursions, og okkara vøkstur hevur verið størri enn vøksturin í íslendsku ferðavinnuni. Eg meti, at vit hava havt ein vøkstur uppá 20­25% árliga, síðani vit byrjaðu, sigur Thórur. At enda leggur hann aft­ urat, at um fólk vilja tað, so kunnu tey saktans syrgja fyri at gera privatar túrar. Hann heldur eisini, at fólk, sum gera privatar túrar, hava betri møguleikar at síggja, hvat íslendska náttúr­ an hevur at bjóða. Um tit vilja vita meir um Iceland Excursions, so kunnu tit vitja heimasíðuni www.grayline.is Puntur nummar 21 av 23 Reykjavík: Iceland Excursions – útferðir kring landið Bláa Lón er eitt sera væl umtókt ferðamál í Íslandi. Túsundtals ferðafólk leita sær árliga til risastóra hylin við heita vatninum. Bláa Lón verður harafturat nýtt sum eitt heilsustað av mongum