Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2007 3 lýsingar Leiðsla, ábyrgd og samstarv TRYGD leitar eftir bólkaleiðara til Privatsøludeildina. STARVIÐ Talan er um spennandi starv, har høvuðsuppgáva tín verður at virka sum bólkaleiðari hjá fýra starvsfólkum í sølutoyminum. Á søludeildini fært tú samstundis ábyrgdina av fleiri sølu- og fyrisitingarligum uppgávum og fert at gera títt til, at sam- starvið millum deildirnar virkar væl, eins og tú fert at leiða og menna títt egna toymi. TÚ Tú hevur nøktandi útbúgving til starvið, hevur minst tvey ára leiðsluroyndir og kanst vísa á úrslit. Tær dámar væl at arbeiða í toymi, og tú hevur góð leiðsluevni. Tú tekur eisini ábyrgd, hevur yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Og so hevur tú sjálvandi ein fínan sans fyri handilslívi. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet. Tú fært eina góða, fasta løn og møguleika fyri bonus, um úrslitini eru nøktandi. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi innan 8. juni 2007. Send umsóknina til P/F TRYGD, att.: Heidi Christensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella til hpc@trygd.fo. R E P R O Z LES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO UMSÓKNARfREIST ER 8. jUNI 2007 SOLEIÐIS ER TRYGD TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 35 fólk, og vit umseta fyri meira enn 75 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møguleikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við? Røktar- og umlættingarheimið Summarfrítíðar­ avloysarar til Lágargarð Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður lýsir eftir summarfrítíðaravloysarum at byrja skjótast tilber til 31. august 2007. Sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrahjálparar ella heilsurøktarar/hjálparar. Frítíðaravloysarar eru tímaløntir, og lønin er sam- bært avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarð- andi yrkisfelag. Skrivligar umsóknir við neyðugum prógvum skulu sendast til leiðaran á Lágargarði, Stoffalág 84, Box 1188, 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er hósdagin 21. juni 2007. Bilur til sølu Toyota Corolla 2.0 diesel frá juni '98. Koyrt 278.000 km. Vetrar- og summardekk. Til sølu fyri hægstbjóðandi. Tel 55 15 24 Skrivstovufólk Vegna økt virksemið verður hervið søkt eftir einum fólki til skrivstovu okkara at arbeiða fulla tíð. Møguliga kann talan blíva um skrivstovu­ lærupláss, og í so fall, má umsøkjari hava HH ella FHS prógv. Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving og/ella royndum innan skrivstovuyrki hava fyrimun. Høvuðsuppgávurnar vera: • Bókhald • Lønaravgreiðslur • Og annað sum hoyrir skrivstovuyrkinum til Til tíðir kann nógv vera at gera, so tí má umsøkjarin tola at arbeiða uttanfyri arbeiðstíð, um tað gerst neyðugt. Ynskt verður, at tú byrjar skjótast gjørligt, men vit eru tó til reiðar at bíða eftir rætta umsøkjaranum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jan Danielsen, stjóra á tlf. 44 99 77 ella 74 99 77. Til ber eisini at senda teldupost til jandan@post.olivant.fo Heldur tú at hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn saman við avritum av prógvum og viðmælum í seinasta lagi 22. juni 2007 til: SEA-STAR Contractors Spf. Heiðavegur 72, Box 220 FO­610 Saltangará Viðmerk: “umsókn um skrivstovustarv” SEA-STAR Contractors Spf. er eitt av nýggjaru byggifeløgunum í Føroyum. Vit hava uml. 40 fólk í starvi. Í løtuni hava hava vit nøkur byggiarbeiðir í Grønlandi, og nøkur í Føroyum. Eisini reka vit ein persónbilaverkstað. Afturat tí hava vit eitt felag, sum burturav tekur sær av kavaraarbeiði. Skrivstova okkara er í leigaðum hølum í Saltangará, men vit eru ígongd við at byggja bygning á Toftum, og tá hann er liðugur um vónandi eitt hálvt ár, verður skrivstovan flutt á Toftir.