hósdagur 7. juni 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2007
3
lýsingar
Leiðsla, ábyrgd
og samstarv
TRYGD leitar eftir bólkaleiðara til Privatsøludeildina.
STARVIÐ
Talan er um spennandi starv, har høvuðsuppgáva tín verður at
virka sum bólkaleiðari hjá fýra starvsfólkum í sølutoyminum.
Á søludeildini fært tú samstundis ábyrgdina av fleiri sølu- og
fyrisitingarligum uppgávum og fert at gera títt til, at sam-
starvið millum deildirnar virkar væl, eins og tú fert at leiða og
menna títt egna toymi.
TÚ
Tú hevur nøktandi útbúgving til starvið, hevur minst tvey ára
leiðsluroyndir og kanst vísa á úrslit. Tær dámar væl at arbeiða
í toymi, og tú hevur góð leiðsluevni. Tú tekur eisini ábyrgd,
hevur yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Og
so hevur tú sjálvandi ein fínan sans fyri handilslívi.
UMSÓKNIR OG STARVSSETAN
Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet.
Tú fært eina góða, fasta løn og møguleika fyri bonus, um
úrslitini eru nøktandi. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men
eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við
curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum í
hendi innan 8. juni 2007. Send umsóknina til P/F TRYGD, att.:
Heidi Christensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella
til hpc@trygd.fo.
R E P R O Z
LES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO
UMSÓKNARfREIST ER 8. jUNI 2007
SOLEIÐIS ER TRYGD
TRYGD er ein skjótvirkin og
slóðbrótandi fyritøka, ið mangan
setur dagsskránna í føroyska
tryggingarheiminum. TRYGD
grundar virksemi sítt á dygd, skjóta
avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og
lønsemi.
TRYGD er eisini ein sterk og
framlítandi eind, ið veit, hvussu
týðandi tað er at geva fjølbroyttum
og skapandi menniskjum rásarúm.
Hjá TRYGD starvast 35 fólk, og
vit umseta fyri meira enn 75 mió.
krónur um árið.
TRYGD bjóðar tær góðar
møguleikar fyri yrkisligari og
persónligari menning í einum
virknum og nýskapandi toymi. Tú
verður við til at flyta felagið inn
í framtíðina, og vit síggja tínar
persónligu dygdir sum ein týðandi
lut í at gera TRYGD enn sterkari.
Kemur tú við?
Røktar- og umlættingarheimið
Summarfrítíðar
avloysarar til Lágargarð
Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður lýsir
eftir summarfrítíðaravloysarum at byrja skjótast
tilber til 31. august 2007.
Sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrahjálparar ella
heilsurøktarar/hjálparar.
Frítíðaravloysarar eru tímaløntir, og lønin er sam-
bært avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarð-
andi yrkisfelag.
Skrivligar umsóknir við neyðugum prógvum skulu
sendast til leiðaran á Lágargarði, Stoffalág 84, Box
1188, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er hósdagin 21. juni 2007.
Bilur til sølu
Toyota Corolla 2.0 diesel frá juni '98. Koyrt
278.000 km. Vetrar- og summardekk.
Til sølu fyri hægstbjóðandi.
Tel 55 15 24
Skrivstovufólk
Vegna økt virksemið verður hervið søkt eftir
einum fólki til skrivstovu okkara at arbeiða fulla
tíð. Møguliga kann talan blíva um skrivstovu
lærupláss, og í so fall, má umsøkjari hava HH
ella FHS prógv.
Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving og/ella
royndum innan skrivstovuyrki hava fyrimun.
Høvuðsuppgávurnar vera:
• Bókhald
• Lønaravgreiðslur
• Og annað sum hoyrir skrivstovuyrkinum til
Til tíðir kann nógv vera at gera, so tí má
umsøkjarin tola at arbeiða uttanfyri arbeiðstíð,
um tað gerst neyðugt.
Ynskt verður, at tú byrjar skjótast gjørligt, men
vit eru tó til reiðar at bíða eftir rætta
umsøkjaranum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til Jan Danielsen, stjóra á tlf. 44 99 77
ella 74 99 77. Til ber eisini at senda teldupost
til jandan@post.olivant.fo
Heldur tú at hetta er nakað fyri teg, so send
eina umsókn saman við avritum av prógvum
og viðmælum í seinasta lagi 22. juni 2007
til:
SEA-STAR Contractors Spf.
Heiðavegur 72, Box 220
FO610 Saltangará
Viðmerk: “umsókn um skrivstovustarv”
SEA-STAR Contractors Spf. er eitt av nýggjaru byggifeløgunum
í Føroyum. Vit hava uml. 40 fólk í starvi. Í løtuni hava hava vit
nøkur byggiarbeiðir í Grønlandi, og nøkur í Føroyum. Eisini reka
vit ein persónbilaverkstað. Afturat tí hava vit eitt felag, sum
burturav tekur sær av kavaraarbeiði. Skrivstova okkara er í
leigaðum hølum í Saltangará, men vit eru ígongd við at byggja
bygning á Toftum, og tá hann er liðugur um vónandi eitt hálvt
ár, verður skrivstovan flutt á Toftir.