Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 107 - 7. juni 2007 Merkiliga lítið var um skotsku áskoðararnar á veg suður aftur til Havnar við Smyrli. Tað tóktist, sum var øll luftin farin úr teimum. Tá var meiri lív í fyrr um dagin og eisini á veg inná Runavíkina, men longu tíðliga í seinna hálvleiki fánaðu skotsku rópini og klappini, og vit kunnu so bara gita um hví so varð LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Longu tíðliga gjára­morg­un­ in var lív í býnum í Havn. Skotar meiri ella minni yvir­ tóku miðbýin við dansi og sangi, og út á seinnapartin rungaðu tónarnir úr há­tal­ arunum, sum settur eru upp á Vaglinum. Har var fest og glaðir dag­ ar frá morgunstundini av, so tað var kanska einki at siga til, at summir at skotsku gest­unum gjørdust heldur troyttir, og valdu at fáa sær ein lítlan blund í góð­veðri­ num. Pubbir og barrin vórðu eis­ini væl vitjaðar beinan­ vegin tær lótu upp, og øl­tystu skotarnir hugnaðu sær skjótt bæði innan- og uttan­dura. Og hóast skeinki­ støðini ivaleyst høvdu fyri­ reikað seg væl at taka ímóti tystu gestunum, kom stóra talið av vitjandi helst óvart á kortini. So »ølkuskarnir« høvdu úr at gera við at út­vega nýggjar forsýningar. Og lagið gjørdist betri og betri so hvørt sum ølirnar gliðu niðurum, og summir av skotunum vórðu sjónliga ávirkaðir av hesum tosta­ sløkkjandi drykki. Tað var tí lítið at siga til, at menn vóru »væl koyr­ andi«, tá Smyril mest sum fullsettur legði frá landi í Havn, og sangurin rungaði um skipið í eini spennandi væntan av tí, sum fyri framm­an lá. Eftir skjóta og hugnaliga siglitúrin inn á Runavíkina var tað um at skunda sær í bussarnar, ið bíðaðu á kaini, tí boðað var frá, at bussarnir helst máttu koyra tvær ferð­ ir, fyri at frakta allar áskoð­ ararnar niðan á Svanga­ skarð. Pust og stønn... Vit báðir frá Sosialinum, sum skuldu rapportera frá hesum partinum av lands­ dystinum, fingu troðka okk­ um inn í ein buss, sum skjótt gjørdist ovurfullur. Leystliga mett mundu tví­ falt so nógv fólk vera í bussi­num, sum loyvt var. Men tað gekk av tí fín­ asta, og vit komu út á Toftir í øllum góðum. Men har fingu vit ein hvøkk – ella rætt­ari sagt, har fekk undir­ ritaði ein hvøkk, tí tað vísti seg, at bussurin steðgaði heilt niðri við kaina, so vit máttu ganga allan tann langa og tunga vegin niðan á Svangaskarð. Tað gekk so nøkurlunda, líka til redaktiónsleiðarin skjeyt upp, at vit skuldi fara at klintra upp fjallið – so­leiðis fyrikom tað í hvussu er mær – heldur enn taka ta gamaní longru, men sanniliga eisini lættari rut­ una. Konditiónin er ikki tann, hon einaferð var, so tað kom á ongan hátt óvart á, at eg hevði fingið magan upp í kjaft, tá eg endiliga stóð á kunstgrasvøllinum á Svanga­skarði. Og tað, sum undraði meg enn meiri: Haldi ikki tað mundi ganga stórt meiri enn hálvur tími, til eg hevði fingið luftina aftur. Vit vóru á stadionøkinum í so mikið góðari tíð, at eg var mest sum blivin fólk aft­ ur, áðrenn dysturin byrjaði. Áhh denn frøi »Pressulogan« var avtikin av fremmandum blaðfólki, so vit endaðu teir flestu okk­ ara á einum ella øðrum ann­ an rangs VIP-øki, men har sótu vit gott í góðveðri­ num. Fyrsta løtan gekk við at frøast um, at tað í minsta lagi var undanbrekka oman aftur, men skjótt fangaði dysturin áhugan. Tað frøddi eisini, at venjarin hevði tikið mín kritikk til sín, og sett Holst á vøllin frá byrjan - og so leingi hann ikki letur munnin upp, kann hann saktans ganga fyri at vera fullblóðs føroyingur. Men hann stóð seg væl, hesin danski føroyingurin, einastandandi væl. Sjálvandi sat eg alla tíð­ ina við einari ræðslu fyri, at venjarin á ein ella annan hátt fór at klokka í tí, og hann sveik sanniliga ikki í so máta. Tá Rógvi tók feil av Óla Johannesen og bólti­ num, mátti seinni nevndi berast av vøllinum við í Skotar spá Rentuhækking á veg Tjóðbankin hækkar í dag útlánsrentuna og rentuna á íløguprógvum við 0,25 prosentstigum, soleiðis at hon nú er 4,25 prosent. Diskontorentan og foliorentan hækkar somuleiðis við 0,25 prosentstigum upp til 4 prosent. Rentuhækkingin kemst av, at Evropiski Miðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum upp til 4 prosent. Og tá Tjóðarbankin hækkar rentu sína, so plagar ikki at ganga long tíð, áðrenn rentan hækkar her heima. Jólagávur í apríl Hvørt heyst verða sendar nógvar skógvaeskjur úr Føroyum, við jólagávum til illastødd børn kring heimin. Sunnudagssskúlar, kirkjur, samkomur og einstaklingar geva hvørt ár, trúfast hesar jólagávueskjurnar. Familjan Meitilberg er í Nakuru í Kenya, og har hava tey sæð, hvussu stóra gleði hesar skógvaeskjur við gávunum gera. Eisini hóast tað upprunaliga var ætlað sum jólagávur, men ikki komu fram fyrr enn í apríl. – At síggja gleðina, hoyra rópini og síggja teirra bilsni yvir hesar gávur var ein stór uppliving hjá okkum, sigur familjan Meitilberg úr Kenya, sum heitir á fólk um at halda á við at senda gávur sum hesar. Heðin Luid, forklæddur sum skotskur troubadurur, í kilti og øllum tí, sum hoyrir til Hin helst kendasti føroyingurin í løtuni, Jack Petersen, var eisini á Svangaskarði mikukvøldið. Her á veg suður aftur til Havnar saman við systrini, Maibritt úr Hørg