Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 107 - 7. juni 2007 Merkiliga lítið var um skotsku áskoðararnar á veg suður aftur til Havnar við Smyrli. Tað tóktist, sum var øll luftin farin úr teimum. Tá var meiri lív í fyrr um dagin og eisini á veg inná Runavíkina, men longu tíðliga í seinna hálvleiki fánaðu skotsku rópini og klappini, og vit kunnu so bara gita um hví so varð LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Longu tíðliga gjáramorgun­ in var lív í býnum í Havn. Skotar meiri ella minni yvir­ tóku miðbýin við dansi og sangi, og út á seinnapartin rungaðu tónarnir úr hátal­ arunum, sum settur eru upp á Vaglinum. Har var fest og glaðir dag­ ar frá morgunstundini av, so tað var kanska einki at siga til, at summir at skotsku gestunum gjørdust heldur troyttir, og valdu at fáa sær ein lítlan blund í góðveðri­ num. Pubbir og barrin vórðu eisini væl vitjaðar beinan­ vegin tær lótu upp, og øltystu skotarnir hugnaðu sær skjótt bæði innan­ og uttandura. Og hóast skeinki­ støðini ivaleyst høvdu fyri­ reikað seg væl at taka ímóti tystu gestunum, kom stóra talið av vitjandi helst óvart á kortini. So »ølkuskarnir« høvdu úr at gera við at útvega nýggjar forsýningar. Og lagið gjørdist betri og betri so hvørt sum ølirnar gliðu niðurum, og summir av skotunum vórðu sjónliga ávirkaðir av hesum tosta­ sløkkjandi drykki. Tað var tí lítið at siga til, at menn vóru »væl koyr­ andi«, tá Smyril mest sum fullsettur legði frá landi í Havn, og sangurin rungaði um skipið í eini spennandi væntan av tí, sum fyri framman lá. Eftir skjóta og hugnaliga siglitúrin inn á Runavíkina var tað um at skunda sær í bussarnar, ið bíðaðu á kaini, tí boðað var frá, at bussarnir helst máttu koyra tvær ferð­ ir, fyri at frakta allar áskoð­ ararnar niðan á Svanga­ skarð. Pust og stønn... Vit báðir frá Sosialinum, sum skuldu rapportera frá hesum partinum av lands­ dystinum, fingu troðka okk­ um inn í ein buss, sum skjótt gjørdist ovurfullur. Leystliga mett mundu tví­ falt so nógv fólk vera í bussinum, sum loyvt var. Men tað gekk av tí fín­ asta, og vit komu út á Toftir í øllum góðum. Men har fingu vit ein hvøkk – ella rættari sagt, har fekk undir­ ritaði ein hvøkk, tí tað vísti seg, at bussurin steðgaði heilt niðri við kaina, so vit máttu ganga allan tann langa og tunga vegin niðan á Svangaskarð. Tað gekk so nøkurlunda, líka til redaktiónsleiðarin skjeyt upp, at vit skuldi fara at klintra upp fjallið – soleiðis fyrikom tað í hvussu er mær – heldur enn taka ta gamaní longru, men sanniliga eisini lættari rut­ una. Konditiónin er ikki tann, hon einaferð var, so tað kom á ongan hátt óvart á, at eg hevði fingið magan upp í kjaft, tá eg endiliga stóð á kunstgrasvøllinum á Svangaskarði. Og tað, sum undraði meg enn meiri: Haldi ikki tað mundi ganga stórt meiri enn hálvur tími, til eg hevði fingið luftina aftur. Vit vóru á stadionøkinum í so mikið góðari tíð, at eg var mest sum blivin fólk aft­ ur, áðrenn dysturin byrjaði. Áhh denn frøi »Pressulogan« var avtikin av fremmandum blaðfólki, so vit endaðu teir flestu okk­ ara á einum ella øðrum ann­ an rangs VIP­øki, men har sótu vit gott í góðveðri­ num. Fyrsta løtan gekk við at frøast um, at tað í minsta lagi var undanbrekka oman aftur, men skjótt fangaði dysturin áhugan. Tað frøddi eisini, at venjarin hevði tikið mín kritikk til sín, og sett Holst á vøllin frá byrjan ­ og so leingi hann ikki letur munnin upp, kann hann saktans ganga fyri at vera fullblóðs føroyingur. Men hann stóð seg væl, hesin danski føroyingurin, einastandandi væl. Sjálvandi sat eg alla tíð­ ina við einari ræðslu fyri, at venjarin á ein ella annan hátt fór at klokka í tí, og hann sveik sanniliga ikki í so máta. Tá Rógvi tók feil av Óla Johannesen og bólti­ num, mátti seinni nevndi berast av vøllinum við í Skotar spá Rentuhækking á veg Tjóðbankin hækkar í dag útlánsrentuna og rentuna á íløguprógvum við 0,25 prosentstigum, soleiðis at hon nú er 4,25 prosent. Diskontorentan og foliorentan hækkar somuleiðis við 0,25 prosentstigum upp til 4 prosent. Rentuhækkingin kemst av, at Evropiski Miðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum upp til 4 prosent. Og tá Tjóðarbankin hækkar rentu sína, so plagar ikki at ganga long tíð, áðrenn rentan hækkar her heima. Jólagávur í apríl Hvørt heyst verða sendar nógvar skógvaeskjur úr Føroyum, við jólagávum til illastødd børn kring heimin. Sunnudagssskúlar, kirkjur, samkomur og einstaklingar geva hvørt ár, trúfast hesar jólagávueskjurnar. Familjan Meitilberg er í Nakuru í Kenya, og har hava tey sæð, hvussu stóra gleði hesar skógvaeskjur við gávunum gera. Eisini hóast tað upprunaliga var ætlað sum jólagávur, men ikki komu fram fyrr enn í apríl. – At síggja gleðina, hoyra rópini og síggja teirra bilsni yvir hesar gávur var ein stór uppliving hjá okkum, sigur familjan Meitilberg úr Kenya, sum heitir á fólk um at halda á við at senda gávur sum hesar. Heðin Luid, forklæddur sum skotskur troubadurur, í kilti og øllum tí, sum hoyrir til Hin helst kendasti føroyingurin í løtuni, Jack Petersen, var eisini á Svangaskarði mikukvøldið. Her á veg suður aftur til Havnar saman við systrini, Maibritt úr Hørg