Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2007 5 tíðindi minsta lagi skeivari nøs. Tað tók læknastabi og fysio­ terapeutum fullar tíggju minuttir at finna út av, at Óli kundi fara á vøllin aftur, bara fyri at kosta føroy­ing­ um fyrsta málið. Fyri tað fyrsta er tað und­ ir alt lágmark, at nýta so langa tíð um at taka eina avgerð – og so megnar mann allíkavæl at taka ta skeivu avgerðina! So har reyk tann potentielli fantast­ iski sigurin. Ná, men bannanin innan­ tanna fram til seinna hálv­ leik var einki at meta saman­ borið við ta frøi, mann kendi av føroyska spælinum eftir steðgin. Tað var simpul­ then suverent. Tá eg plagdi at fylgja føroyska lands­ liðnum tætt fyri 15-17 árum síðani fingu vit javnan bæði heiðurlig og sera góð úrslit, men ongantíð hevur eitt før­ oyskt landslið spælt so væl, sum garparnir gjørdu á Svangaskarði í gjárkvøldið. Eg sat púra býttur. Hevði ikki ánilsi av, at eg kundi gerast so ivrigur í fótbólti long­ur. Uppdagaði fleiri ferðir, at eg stóð uppi og hálv­gum rópti og gelti. Men eg var ikki einsamallur, sá eg eisini, tí sjálvt gamla landsliðskempan og verandi venjari hjá B36, Kurt Mørk­ øre hevði hug at leypa uppfrá viðhvørt. Eg kann ikki lata vera við at nevna tríggjar leikarar, sum vóru heilt framúr hend­ an hálvleikin. Fyrst Súni Olsen, sum uttan nakra sum helst diskussión var fleiri støði yvir øllum hinum leik­ arunum á vøllinum yvir­ høvur – íroknað skotsku stjørn­urnar. Víðari frágreið­ ing er óneyðug, tí tær nýtist á ongan hátt at hava skil fyri fótbólti fyri at síggja, at hetta var nakað serligt. Harnæst mín góði vinur Mikkjal, sum plagar at skjóta harur saman við okk­ um úti í Nólsoy. Sjálvt ein Norman Hunter, ein Grave­ sen, Tøfting ella fyri tann søks skuld Gattuso verða øvundsjúkir, tá teir síggja innsatsin hjá politistinum úr B36. Og síðst, men kortini ikki minst Christian Holst, sum hevði ein framúrskarandi dyst í álopinum og vísti, at hann kann »hamla« upp við í hesum førinum skotsku verj­una, og spæla møgu­ leika­skapandi stikningar sjálvt í trongdari støðu. Teir fingu rætt Skotarnir hildu ein øgiligan levint og gang í fyrra hálv­ leiki, og meðan steðgur var, nýttu teir høvið at flyta seg frá eystara málinum, sum før­oyingar vardu í fyrra hálvleiki, til vestara málið. Filosofiin var nokk, at teir vildu vera har, sum tað hendi. Fyrstu løtuna vóru teir eisini óførir at rópa, men stutt inn í seinna hálvleik var týðiligt, at føroyingar full­komiliga áttu spælið, og í takt við at føroyska liðið kroysti skotar longur og long­ur aftur á vøllin, tagn­ aðu skotsku rópini. Og tá hálvleikurin var hálvrunnin hoyrdi mann ikki eitt kis til gestirnar, meðan ein klump­ ur av føroyskum áskoðarum aftan fyri málið hjá Jákupi Mikkelsen við taktføstum trummusløgum áttu alla ver­ bala uppmuntring kring vøllin. Ongantíð hava føroyingar niðurspælt eitt annað lands­ lið – á slíkum støði – so, sum skotar vórðu tað miku­ kvøldið. Og ongantíð hevur eitt lið verið so óheppið, sum tað føroyska var í hes­ um dystinum. Eingin – heldur ikki skotar – kundu sagt nakað um tað, hvødu vit vunnu dystin. Og um hann so endaði 5-2 til Før­ oyar, so hevði tað heldur ikki veri órættvíst, tí vit høvdu í hvussu er so nógvar málgevandi møguleikar. Kanska var tað hetta, skot­ ar sannaðu, tí har var einki sum helst lív í teimum á veg suður aftur til Havnar við Smyrli. Einasti, ið royndi at spjaða eitt sindur av gleði, var Heðin Luid, sum í skotskum kilti klimpr­ aði uppá ein gittara, meðan nøkur fá tandur - íroknað einar triggjar-fýra skotar – royndu at hjálpa til við sangi viðhvørt. Nú endaði tað altso, sum skotar høvdu spátt í Sosiali­ num fyrr um dagin, 2-0 til gestirnar. Men eftir seinna hálvleiki at døma er tað kanska ikki meiri enn rími­ ligt, at føroyski venjarin fær ein møguleika aftrat, eis­ini hóast hann við ófati­ ligari óprofessionelismu ikki dugdi at síggja, at ein útskifting av Óla Johannesen so avgjørt var »called for«. Ein feilur, sum allarhelst kost­aði í minsta lagi eitt stig. Um altso »súr rønneber« skulu krøkjast upp í endan á greinini. áddu rætt Fleiri summarlegur Aftur í ár skipar Heimamissiónin fyri fleiri summarlegum. Summarlegurnar eru skipaðar sum barna-, junior-, ungdóms- og familjulegur. Á leið 1200 børn, juniorar og ung eru vanliga á hesum legunum. Legurnar hjá Heimamissiónini hava hvønn dag bíbiltímar, spøl og kappingar sum part av skránni. Til ber at tekna seg á heimsíðuni www.mission.fo ella á tekningarseðli. Ódn kravt 12 mannalív Tropiska ódnin Gomu herjaði í gjárkavøldið Oman í Persiska Flógvanum. Myndugleikarnir í Oman siga, at ódnarveðrið hevur kravt tólv mannalív, og at næstan allur høvuðsstaðurin, sum eitur Muscat, stendur undir í vatni. Gomu er nú á veg ímóti Iran, og hóast ódnin er linkað eitt sindur, hava iransku myndugleikarnir flutt fleiri hundrað fólk burtur úr økjum, sum ætlandi fáa vitjan av Gomu í dag. Iranar vænta kortini ikki, at ódnarveðrið fer at raka landsins oljuútbúnað. So er endiliga tíð at slappa av. Óli Johannesen saman við konuni Randi Weihe og dóttrini, Onnu Óladóttir á arminum Teir vóru sera væl nøgdir við avrikið, FSF-formaðurin Óli Holm, fyrrverandi VB- stjørnan Páll Augustinussen og Jens Erik Magnussen, drúgvur formaður í landsliðsnevndini fram til aðalfundin seinast Summir av skotunum fingu sær hvíld í góðveðrinum fyrrapartin í gjár. Her fær ein sær lítlan lúr á Tinghúsvøllinum