Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2007 15 - Vit hava ein góðan málverja, og hann bjargaði okkum. Alex McLeish, skotskur landsliðsvenjari ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 Fyrr- og núverandi eysturríkski landsliðsvenjarin, Josef Hickersberger, segði kortanei, tá hann skuldi hava Jens Martin Knudsen á sínum liði í sonevndum All Star dysti. Og tí verður tað Dudek og ikki Knudsen, sum skal spæla saman við Laudrup, Faxe og øðrum EM- stjørnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í kvøld klokkan 17 føroy­ ska tíð eru akkurát 365 sam­­døgur, til komandi EM-endaspælið byrjar. Hetta verður hátíðar­hildið fleiri staðni í báðum alpu­ tjóðunum, har stórar klok­ kur, sum telja niður til fyrsta kick-off bríkslið, verða settar ígongd. Ein partur av há­tíðar­ haldinum er ein sonevndur All Star dystur, har tvey lið við kendum fótbólts­ spælarum skuldu dystast á einum nýggjum innan­ dura leikvølli í Interlaken í Eysturríki. Millum teirra, sum fingu innbjóð­ ing at spæla við á liðnum eru mætir menn sum Michael Laudrup, John Faxe Jensen og so Jens Martin Knudsen. Føroy­ ski mál­verjin við topp­ húgv­uni, sum varð heims­ kendur á sinni, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í minniliga dystinum í Lands­krona í 1990. Sleppur til EM Júst tann dysturin varð tó eisini orsøk til, at Jens Martin ongan veg slapp, tá alt skuldi gerast upp. Venjari hjá Eysturríki ta ferðina var Josef Hickers­ berger, sum eftir svartasta dagin í eysturríkskari fót­ bólts­­­søgu fekk sekkin. Hann er tó aftur í dag lands­liðs­venjari hjá Ey­ stur­­­­ríki, og tí skuldi hann saman við sveisiska lands­ liðs­venjaranum standa á od­da fyri lið­u­num, sum skuldi spæla í Interlaken. Og tá hann hoyrdi, at føroyska topphúgvan skuldi spæla við, segði hann bums nei. Ikki talingur um, at svartasti dagur hansara enn eina ferð skuldi rullast fram fyri almenninginum. Og tí fekk Jens Martin týs­ dagin at vita, at hann kortini ikki slapp upp í part í dystinum. - Tað er nú ikki nakað, sum eg taki so øgiliga tungt. Tað vildi sjálvandi verið stuttligt at spælt ein dyst við hasum liðnum. Og ivaleyst kundi hetta enn eina ferð verið við til at sett Føroyar á altjóða fótbóltskortið. Men eg kann so bara stað­festa, at soleiðis skul­di ikki verða, sigur Jens Martin Knudsen. Ístaðin hava hann og konan fingið gesta­inn­ bjóðing til EM-enda­ spælið, men enn hevði málverjin so ikki tikið støðu til, hvørt tikið verður av hesum. Ístaðin fyri Jens Martin er Liverpool-málverjin, Jerzty Dudek, tikin út til liðið. Vælleikandi Christian Lamhague Holst varð fagnaður av føroyskum fjepparum eftir dystin LANDSDYSTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Hetta er heilt ótrúliga stórt hjá mær, serliga havandi í huga, at eg ikki eri ordiligur føroyingur, men bara hálvur, segði sjónliga fegin Christian Lamhauge Holst, tá vit fingu hála hann til síðis beint eftir dystin. – So í hesi løtu kenni eg meg sum heilan føroying, segði stórsmílandi danin, sum hevur røtur til Føroya. Aftanfyri hann stóð ein riðil syngjandi áskoðarum og fagnaðu honum, ið stríddist sum fyri fleiri á fremsta sessin á liðnum. Og fyrikomandi sum Lyngby- leikarin er, fór hann út til fjøldina og takkaði henni fyri stuðulin, teir veittu honum og føroyska liðnum. – Nú vóni eg bara, at hetta er ein viðurkenning av mínum avriki, og ikki bara til stuttleikar, at rópt verður eftir mær, helt Christian Lamhauge Holst skemtandi fyri. Altíð tendraður Móti Italiu loysti Christian Lamhauge Holst Andrew av Fløtum av miðskeiðis í seinna hálv­leiki, og var tað um reppið at hann skoraði. Móti skotum fekk Holst kjansin frá byrjan, og hann tók av. – Eg eri altíð tendraður, og so royndi bara at spæla bólt og kempa alt tað, eg havi lært, sigur Christian Lamhauge Holst, sum sá út til at fáa trupulleikar við beininum, tá seinni hálv­ leikur var um at vera hálvrunnin. – Eg fekk eitt spark inn yvir beini, men tá tað er stuttligt at spæla, sum tað var, so fær man eyka orku, og tí kundi eg blíva við, sigur hann smílandi. Uppiborið javnleik Eftir síðsta bríksl á Svanga­ skarði halda nógv, at føroyska liðið hevði uppiborið meira. Christian Lamhauge Holst er eisini av somu fatan. – Tað haldi eg eisini. Og um eg skal vera heilt erligur, so halda eg vit hava uppiborið javnleik, segði Christian Lamhauge Holst, sum væl nøgdur kann seta seg í flogfarið til Danmarkar í dag. Kenni meg sum heilan føroying Topphúgvan burturvíst – Hetta er heilt ótrúliga stórt hjá mær, serliga havandi í huga, at eg ikki eri ordiligur føroyingur, men bara hálvur, sigur Christian Lamhauge Holst Mynd: Álvur Haraldsen Josef Hickersberger hev­ur als ikki gloymt tann 12. september í 1990. Ein dagur, sum uttan iva er tann svartasti í fótbóltssøguni hjá Eysturríki