hósdagur 7. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 107 - 7. juni 2007
Í dag, hósdagin 7. juni, verður
Immanuel, vanliga nevndur Immi
Dam í Kollafirði 60 ár. Immi varð
føddur og vaks upp í Kunoy.
Mamman var Mathilda (1909 -
2000) fødd Andreassen og ættað
úr Tarti í Oyndarfirði. Pápin var
Poul Jens Dam (1903-1983), ætt-
aður norður úr Beiti, Kunoy. Tey
fingu 10 børn: Jastrid (1935),
Mourits (1938) Katrin (1940-
2007) Salomon (1941), William
(1942), Jóhan (1944), Borghild
(1946), Immanuel (1947), Pól
(1950 ) og Anna (1954).
Elekrisitetverkið bleiv tendrað í
Kunoy á Grækarismessu í 1952.
Hetta var frívilligt arbeið, og fyri
at fáa el til bygdina frá vatninum í
Skarsdali, skuldu allir menninir
hjálpa til. Og longu tá sum bert 5
ára gamal, setti Immi sær fyri, at
eisini hann vildi verða við í hesum
slóðbrótand arbeiði, og tí koll-
veltandi uppliving sum tað var, tá
el kom til bygdina. Immi fór at
læra til elektrikara hjá Tummas
Thomsen í Klaksvík í 1965.
Í 1968 giftist Immi við Tórgerð
Alfríð Andreassen (1951) av Hús-
um, dóttir Oliviu, vanliga kallað
Lillan (1910- 2000) ættað úr nið-
aru Lon á Húsum og Joen Jacob
Andreassen (1903 -1960) ættaður
av Gadd á Nesi.
Eftir lokna útbúgving, sum
elektrikari á summri 1970, fekk
Immi kjans við Ørva til skips, og
hetta var ein so mikið góður túrur,
at Immi nú mundi síggja sær
møguleika at fáa barnadreymin
uppfyltan og fór á heysti sama
árið til Odense at lesa víðari til
El-installatør. Tá vóru tíðirnar
øðrvísi enn nú á døgum, og tí varð
Tórgerð eftir í Føroyum við fyrsta
soninum Joen Jacob (1969). Hesa
tíðina búðu tey fyri ta mesta úti á
Bumshamri í Klaksvík hjá systir
Tórgerð, men eisini vóru tey í
Kunoy, har Immi nú átti 5 vaksnar
beiggjar, so hann mundi halda at
konan og sonurin vóru í góðum
hondum har. “Konan hjá okkum”
tóku teir skemtiliga til viðhvørt.
Har gingu teir allir og trillaðu son-
in í Kunoyartúni, og tað gav at
býta, tá Immi kom heim aftur, tí
Joen Jacob vildi onki kennast við
henda “fremmanda“ mannin, sum
kom aftur av flatlondum. Sagt er
frá at sonurin hevði lítlan hug at
frásiga sær allar hesar 5 “pápar-
nar” í býti við bert hendan eina.
Knappiliga ein dagin í Odense
fekk Immi eitt telegramm stungið
inn undir hurðina, og á tí stóð
stutt og greitt: “Fået datter”. Spar-
semi í hesum boðum, man av-
spegla fíggjarligu støðuna hjá
hesi familju tá í tíðini. Dóttirin
Mathilda (1971) var næstan 1/2
ára gomul, tá Immi kom heim aft-
ur úr DK. Onkur hevur nevnt, at
hann átti ikki so frægt, sum at
keypa sær mat fyri á sjóferðini
heimaftur til Føroya.
Eftir lokna útbúgving í Dan-
mark, búðu Immi, Tórgerð og
børnini eina tíð norðuri á Gørðum
í húsunum hjá beiggja Imma, men
seinni leigaðu tey í Grótinum hjá
Almu og Mikkjalenus.
Í 1973 flutti Immi við familju til
Vestmannar at búgva í íbúðini í
salinum Gideon. Har arbeiddi
hann hjá Erik Tørslev Petersen í
eina stutta tíð, men byrjaði skjótt
sum sjálvstøðugur, og tók sama
árið fyrsta av tils. uml. 20 lærling-
unum í læru, og man hansara virk-
semið hava lagt lunnar undir húsar-
haldið hjá fleiri familjum har á
leiðini. El-fyritøkan byrjaði í
hølinum, har sum Vestmóti húsast
í dag. Har var bæði handil og
verkstaður. Torgerð passaði fyri
tað mesta handilin tá, eins og hon í
øll árini hevur átt sín stóra leiklut í
fyritøkuni, samtíðis sum hon hev-
ur passað bæði heim og 6 børn, og
tá var ongin barnaansing.
Sporini av trongu peningaligu
korunum, sum ráddu í barnaárum
hjá Imma, saman við hansara
kristnu trúgv, hava mong kent
fløvan av. Immi hevur ikki hildið
seg aftur í at geva burturav fram-
burði sínum víða um bæði her-
heima og eisini langt út um land-
oddarnar. Eisini hevur hann sam-
an við øðrum verið mangan túrin
uttanlanda í sambandi við hjálpar-
arbeiði í Polen og Rumenien.
Tann 24. januar 1974 kom 3.
barnið, Liljan. Tórgerð var tá
stødd í Klaksvík hjá systrini. Olju-
streykan var tá, og ikki var loyvt
at koyra bil um kvøldarnar, so
systirin mátti ringja heim á politi-
støðina fyri at fáa undantaksloyvi
at koyra Tórgerð hetta kvøldið.
Ì 1975 flutti familjan aftur.
Hesuferð lá leiðin til Hotel Geyta
inni í Firði í Kollafirði. Við hjálp
frá Annu, systir Tórgerð, høvdu
tey hotellvirksemi har, samstundis
sum el-fyritøkan vaks alt meir, og
eisini fóru tey í holt við at byggja
nýggj hús norðuri í Sundinum um
hetta mundið. Í 1977 flutti familj-
an í nýggju húsini. Ì 1978 er Stef-
ania fødd, Mikkjal í 1983 og stutt
eftir at fyrsta barn teirra varð gift
í 1989, fingu tey Torkil.
Tað er ein avgjørdur persónur,
sum hevur føðingardag, og er
hetta greitt komið fram, tá ið hann
hevur lagt seg út í tað samfelagsliga
kjakið.
Slóbrótandi hevur hann eisini
verið innan framtíðar orkuveiting,
so sum sólorku, og var hann helst
ein tann fyrsti til at introducera
hesa orkukeldu fyri føroyingum.
Immi er uppvaksin í einum
trúgvandi heimi, og sigast skal at
Immi hevur havt eitt stórt hjartað
fyri andaligum arbeiði øll hesi
árini. Serliga hevur hann lagt dent-
in á at boða gleðiboðskapin fyri
børnunum. Hann var sera virkin í
Vestmanna, og tá familjan flutti
til Kollafjarðar, lá hesin partur
ikki eftir. Góðir vinmenn hjálptu
til at hava møtir og barnamøtir
inni á Hotel Geyta, og nógv barna-
møtir eru eisini hildin í stovuni í
heiminum norðuri í Sundinum.
Tey munnu vera mong, sum
kunnu minnast aftur á at hava
hoyrt Orðið talað har og allar tær
góðu søgurnar. Immi hevur góð
evni at siga frá, og børnini sótu
pinnastill og lurtaðu eftir bíbliu-
søgum og søgum sum t.d. Mary
Jones, Pílagrímsferðin o. ø. Hon-
um dámar væl at syngja og dugir
eisini at spæla upp á orgul og har-
moniku, so væl lá fyri at læra
børnini góðar sangir.
Immi er náttúrumenniskja burt-
urav, og í nøkur ár hevði hann bát,
og dámdi honum sera væl at vera á
sjónum í frítíðini, har hann veiddi
bæði fugl og fisk. So seldi hann
bátin og hevur seinni árini roynt
seg sum knæbóndi í Elduvík.
Elduvík er sera vøkur og barna-
vinarlig bygd, og nú barnabørnini
eru vorðin 11 í tali, dáma teimum
sera væl at hugna sær í bønum og
hava fingið mangan karmin í
Stórá.
Vit ynskja Imma hjartaliga
tillukku við degnum.
mol
Immi Dam 60 ár
Stutt fyri jól spurdust syrgiligu
tíðindini, at kæri starvsfelagi
okkara, Jóhannes Eli Iversen,
andaðist eftir stutta sjúkralegu.
Jóhs. Eli Iversen varð føddur 2.
jan. 1948, sonur Elsebeth Christ-
inu, vanliga nevnd Ebba, úr
Skúvoy og Jóhannes Iversen úr
Kvívík. Jóhs. Eli var giftur Astu
Juul, fødd Rasmussen, av Strond-
um. Hann tók læraraprógv á Før-
oya Læraraskúla 1972 og frá
sama ári hevur hann verið í føst-
um starvi í Kommunuskúlanum,
til hann andaðist.
Fyri lítlum ári síðani gjørdist
hann álvarsliga sjúkur á summar-
feriutúri í Noregi saman við Astu,
konuni. Hendan túrin hevði hann
glett seg til í fleiri ár, nú hann og
Asta saman við vinum og kenn-
ingum í egnum fari skuldu sigla
innanskers fram við norsku
strondini. Hann hevði keypt sær
bát, sum hann í fríløtum putlaðist
við at innrætta til endamálið.
Ferðin var ikki meir enn byrjað,
tá hann knappliga gjørdist álvars-
liga sjúkur, varð innlagdur á
sjúkrahús í Noregi og haðani
fluttur á danska Ríkissjúkrahúsið.
Hóast alt varð gjørt, sum gerast
kundi fyri at lekja hann, so kom
hann seg ongantíð aftur og and-
aðist stutt fyri jól, 58 ára gamal.
Jóhs. Eli arbeiddi sum lærari
her í skúlanum í samfull tríati ár,
til hann gjørdist varaskúlastjóri í
2002. Í árunum 1989-96 var hann
lærugreinaráðgevi í alis-/evna-
frøði og støddfrøði á Landsmið-
støðini. Í 1996/97 var Jóhs. Eli á
ársskeiði DLH í Danmark. Jóhs.
Eli fírdi ikki fyri nøkrum, tá tað
galt at vera øðrum til hjálpar,
hann var trúgvur sum trøllið í øll-
um viðurskiftum. Frá náttúrunnar
hond var hann væl útborin, bæði
til anda og handa. Uppvaksin
norðuri í Kvívík og fekk í allar
mátar við móðurmjólkini gott í
beinið. Hetta sermerkti hann í
øllum lutum, góðu gomlu virðini
vóru saman við tíðarførda rákin-
um grundarlagið undir hugburði
og gerandisdegi hansara.
Jóhs. Eli var samvitskufullur,
trúfastur, íðin og nærlagdur í
øllum lutum. Ein starvsfelagi, tú
altíð kundi líta á, hevði sínar
greiðu meiningar, ið bygdu á veru-
leikar, støðufesti, royndir, dygd og
menning í skúlans arbeiði.
Jóhs. Eli var sera nærlagdur í
arbeiði sínum, nógv avhildin av
næmingum og starvsfeløgum,
altíð góður í ráðum, hevði stóra
virðing manna millum og hevði
altíð eitt gott íkast til tey felags
høvi til gamans og álvara av ein-
umhvørjum slagi, sum eru í ein-
um skúla millum ár og dag. Jaliga
lyndi hansara fløvaði, lættar løtur
var hann ofta klárur við eini
skemtiligari talu ella einum spei-
somum sangi, um tað skuldi vera.
Í 2001 varð Jóhs. Eli valdur í
nevnd Føroya Lærarafelags, og í
2003 varð honum víst tað stóra
álit at verða valdur til formann
felagsins, og sat hann sum for-
maður eina setu.
Øll, sum kendu Jóhs. Eli, og
hava havt hann sum lærara, eiga
góð minni um hendan virkna og
merkisverda mann, sum gjøgnum
lærarayrki sítt legði so stóran
dent á at læra næmingarnar skip-
að arbeiðslag og serliga tær
náttúrufrøðiligu
lærugreinirnar
væl og virðiliga.
Hóast hann hevði ikki langa
sjúkralegu, so var hann fullgreiður
yvir hvønn veg tað bar og tosaði
opið um tað. Hann hevði lagt alt
í Harrans hendur og var full-
tryggur við støðu sína, tá hann
stillisliga sovnaði burtur. Eftir
egna ynski hansara sang manskór
skúlans, har hann í mong ár hevði
sítt fasta pláss, ‘tíðin titar, skeið
er skamt, ... ævinleikin fyri er’
sum ta seinastu heilsanina til
jarðarferðina 3. jóladag 2006.
Tankar okkara leita til tykkara
Astu, Bent Levi og Elsebeth, sum
hava mist so nógv. Styrki Harrin
tykkum í sakninum og sorgini.
Vit drýpa høvur í djúpari sorg
og virðing fyri starvsfelaga okk-
ara og minnast í takklæti ta tíðina,
vit fingu saman við honum.
Friður verið við minninum um
Jóhannes Eli Iversen.
Starvsfelagarnir í
Kommunuskúlanum
Jóhannes Eli Johannesarson Iversen til áminningar
f. 2. jan. 1948 d. 22. des. 2006