fríggjadagur 9. mars 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 9. mars 2001
3
2
Nr. 48 - 9. mars 2001
– Úrslitið av roynd-
unum at fáa brekað
og menningartarnað
út á arbeiðsmarkn-
aðin er so vánaligt, at
vit hava gjørt av at
gloyma alt um heimin
uttanfyri verkstaðið,
sigur Palli Jacobsen,
leiðari á varda
verkstaðnum í Vági
ØKISFUNDUR HJÁ
JAVNA
Áki Bertholdsen
– Vit hava gjørt av gloyma
alt um heimin uttanfyri
verkstaðið. Tað einasta, vit
nú hugsa um, tað er at fáa
tey, sum eru her, at trívast
so væl á verkstaðnum, sum
gjørligt.
Tað sigur Palli Jacobsen,
leiðari á varda Verkstað-
num inni á Bakka í Vági.
Mánakvøldið hevði Javni
økisfundur kring alt landið.
Á økisfundinum í Suðuroy,
sum var á varda verkstað-
num í Vági, greiddi Palli
Jacobsen, verkstaðsleiðari,
frá um Verkstaðið og ar-
beiðið, sum har verður
gjørt.
– Treytin fyri sleppa á
Verkstaðið, er, at viðkom-
andi fær avlamispensión.
Tó kunnu fólk, sum ikki fáa
pensjón, koma á Verkstaðið
ávís tíðarskeið. Men dømi
eru eisini um fólk, sum ikki
hava fingið pensión í fyrst-
uni, men sum síðani hava
fingið hana, tá ið ein tí er
farin.
Palli Jacobsen segði, at
hendan reglugerð hevur
gjørt, at Verkstaðið er
mannað við fólkið sum
hava sera ymisk brek.
– Tað er ikki bara at siga
tað, at samansjóða hesi fólk
í eina eind. Tey, sum ikki
eru menningartarnað, skulu
slúka nakrar “kamelar” um
samstarvið skal verða tað
besta. Hetta er ein avger-
andi treyt fyri at hetta skal
kunna lata seg gera.
Hann segði at á Verk-
staðnum í Vági høvdu tey
góðar royndir av hesum.
Men hann visti, at onnur
verkstøð høvdu ikki so
góðar royndir av hesari
samansjóðing.
Gloyma alt um heimin
uttanfyri
Palli Jacobsen segði, at eftir
reglgerðini og endamáls-
orðingini fyri Verkstaðið,
skal tað læra upp menn-
ingartarnað og brekað ann-
ars, fakliga, soleiðis at tey
verða
vinnuliga
sjalv-
bjargin.
Harafturat skal Verkstað-
ið skipa fyri vardum arbeiði
til menningartarnað og
brekað annars, íð ikki
gerast
vinnuliga
sjálv-
bjargin.
– Tað vil siga, at vit
skulu stuðla teimun, sum
her arbeiða, so tey koma í
vinnuna aftur.
– Hetta ljóðar gott og
hevði eisini borið til, um
tað vóru arbeiðspláss, sum
kundu tikið hesi í vart
arbeiði.
– Men veruleikin er, at
tað eru tað ikki. Okkurt
verkstað hevur roynt hetta,
men við vánaligum úrsliti,
segði leiðarin á varda
Verkstaðnum í Vági.
Hann segði, at hetta
gjørdi, at hann slettis ikki
hevði hendan møguleika í
huganum longur.
– Sostatt eru vit nú farin
at miðsavna alla orku fyri
at fáa tey, sum eru á
Verkstaðnum, til at arbeiða
og at trívast á sjálvum
Verkstaðnum.
– Vit hava við øðrum
orðum gjørt av at gloyma
heimin uttanfyri, segði
hann.
Sloppin úr trýstinum
Palli Jacobsen segði, at
aðrastaðni er vanligt, at
Verkstøð av hesum slagi,
eru framleiðslustøð, har
bundnar uppgávur verða
gjørdar fyri ávísar fyri-
tøkur.
– Hetta hevur avgjørt
nógvar fyrimunir. Serliga
um finnast kann fram til
eina
framleiðslu
sum
hóskar til tann einstaka
brúkaran.
– Hetta letur seg væl
gera, eitt nú í Danmark sum
er eitt framleiðsluland burt-
urav,og parvís í Havn. Men
á Verkstaðnum í Vági eru
møguleikarnir
sera
av-
markaðir.
Hann segði, at í fyrstuni
var Verkstaðið í Vági eisini
eitt
framleiðsluverkstað,
tey gjørdu plattar.
– Hetta var eisini ein ófør
framleiðsla, ið nógv var
brúk fyri. Men tað var
skjótt, at tað var keyparin
sum stýrdi framleiðslini og
tað føldist sum eitt ævigt
trýst á Verkstaðið.
– Beinleiðis orsøkin til at
vit hildu uppat við hesari
farmleiðslu, var, at eina
páskaaftan kom ein keypari
og vildi hava 200 plattar
triðja páskamorgun - og
ongin
plattur
var
á
goymslu.
Palli Jacobsen segði, at tá
tók hann ta avgerð, at nú
var nokk.
— Eg gjørdi upp við meg
sjálvan at hereftir skuldu
tað vera vit, sum skulu
stýra keyparanum og ikki
øvugt.
– Síðani tá hevur tað
verið soleiðis, at tá ið vit
hava gjørt eitthvørt, sum vit
vita at keypari er til, so fara
vit til keyparan og bjóða tað
fram, sum vit hava á
goymslu.
– Men tað er onki við at
gera avtalur, um so og so
nógvar leveringar frameftir
til ásettar tíðir.
Palli Jacobsen segði, at
tað var ikki sørt, at onkrir
av leiðarunum á hinum
verkstaðnum øvundaði
Verkstaðnum í Vági, at tað
er sloppið undan fram-
leiðslustrongdini, tí tey
vóru við at kvælast, av
trýsti uttaneftir.
Tørvurin í hásæti
Palli Jacobsen segði, at
sostatt er Verkstaðið í Vági
í
dag
blivið
til
eitt
pedagogiskt og skapandi
arbeiðsstað, har arbeiðs-
gongdin og tørvurin hjá tí
einstaka er settur í hásætið.
– Eg havi mangan fingið
at vita, at slík arbeiðsgongd
er sera krevjandi fyri
starvfólkið. Tað er nógv
lættari, tá ein ella tvær
framleiðslur stýra daglig-
degnum.
– Hetta er beint: Okkara
arbeiðsgongd setur sera
stór kvøv til starvsfólkið.
– Slík arbeiðsgongd ger
eisini, at starvfólkasaman-
setingin er eisini nakað
óvanlig. Tað nyttar ikki, at
tað starvsfólkini hava góð
pedagogisk evnir, men ikki
hava skapandi evni. Men
tað nyttar heldur onki at
starvsfólkið hevur skapandi
evnir, men ikki nóg góð
pedagogisk evnir.
Umframt hesar førleikar,
er tað eisini neyðugt at
hvørt starvfólk kann ar-
beiða
sjálvstøðugt
og
kennur sítt arbeiðsøki.
Leiðarin segði, at tað
hevur eydnast at finna hesi
fólkini og hann helt, at
starvfólkasamansetingin er
sera góð.
Hann segði, at partvíst er
Verkstaðið býtt sundur í trý
arbeiðsøki, eina timbur-
deild, eina málideild og so
sjálv ítrivsdeildin. Á henni
verður tað gjørt liðugt, sum
kemur frá timbur og máli-
deildini.
Gera venjingarhøli
Verkstaðið í Vági er í fleiri
bygningum. Men síðani er
so mikið av ábøtum gjørd-
ar, at nú er alt komið undir
somu lon og allir bygn-
ingarnir eru lidnir uttan.
Nú vónði leiðarin eisini
at fáa játtan til at gera
Verkstaðið liðugt innan.
Ætlanin er m.a. at gera
eitt venjingarhølið á verk-
staðnum.
– At hava eitt venjing-
arhølið á einu Verkstað, er
eisini óvanligt í Føroym,
men tey pedagogisku og
kreativu støðini sum eg
havi sæð í Danmark, gera
nógv brúk av slíkum.
Hetta er nakað, sum bæði
brúkarar og starvsfólk,
kunnu fáa gleði av. Hetta
kann eisini vera ein partur
av starvfólkarøktini, um-
framt at brúkarinar kunnu
fáa stóra gleði av hesum.
Palli Jacobsen segði, at
lítil ivi er um, at tørvurin er
stórur
Men hann segði, at slík
virksemi ber til, um tað er
ein
framleiðsla
stýrir
gongdini.
Hann segði, at tá ið hann
luftaði tankan fyri brúkar-
unum, vóru tey sera positiv
og teir eru í veruleikanum
spentir uppá at fara í
gongd.
– Tá alt er liðug eru
karmarnir til nógv meiri
virksemi enn okur hava í
dag.
Hann segði eisini, at fyri
at fingið gjørt timbur-
deildina og umvælingina,
saman við brukarinum,
vildi hann fingið sett ein
timburmann í starv sum
verkstaðshjálpar. Men tað
læt seg neyvan gera beint
nú.
Annars segði hann, at í
løtuni stendur ongin á bíði-
lista at sleppa á Verkstaðið.
Men hann vitsti um fleiri,
sum kundu komi á Verk-
staðið at arbeitt.
Hava uppgivið at fáa brekað
út aftur á arbeiðsmarknaðin
– Varda Verkstaðið í
Vági var fyrr eitt
framleiðsluvirki. Men
tað var skjótt at tað
føldist sum eitt ævigt
trýst sum eitt ævigt
trýst á Verkstaðið. Og
ein dagin fleyt bikarið
yvir, segði Palli
Jacobsen, v.m. leiðari á
varda Verkstaðnum á
økisfundinum hjá
Javna mánakvøldið.
Eisini Dánjal
Bjarkhamar, býráðs-
limur í Vági, sat við
pallborðið
STARVSLØN
Birgir Kruse
Jóhannes Andreasen
Hin
37
ára
gamli
Jóhannes Andreasen úr
Havn, er ein teirra, sum fær
starvsløn
frá
Ment-
unargrunni Landsins. Í eitt
ár fer hann at arbeiða við
klavertónleiki og fyrireik-
ingum til fløguútgávu.
Jóhannes er úr tónleika-
hugaðu ættini, sum í hálva
øld úti í Grønlandi í Havn
hevur rikið handilin, sum
ber navnið á abbanum, sum
Jóhannes er uppkallaður
eftir.
Eins og fleiri av tónleik-
arum okkara, hevur Jóh-
annes nomið sær bæði út-
búgving og royndir í altjóða
umhvørvi. Umframt í Ís-
landi og øðrum Norðan-
londum, hevur Jóhannes
havt konsertvirksemi sum
klaverleikari og eisini solo-
framførslur,
eitt
nú
í
bretska
høvuðsstaðnum
London, í Týsklandi, Sveits
og Wien í Eysturríki. Eisini
hevur hann havt duo-sam-
starv við heimskendar sol-
istar og hevur spælt inn
kamartónleik á fløgu fyri
forløgini Kontrapunkt í
Danmark og Extraplatte í
Eysturríki.
Nú Jóhannes Andreasen
fær starvsløn í eitt ár frá
Mentunargrunni Landsins,
fer hann at fyrireika og
spæla inn tvær fløgur við
føroyskum klavertónleiki.
Harumframt fer Jóhannes
at nýta arbeiðsfriðin til at
menna klaverspælið og
læra nýtt reportoire, sum
skal vera grundarlag fyri
dyggari
konsertvirksemi
næstu árini, bæði her heima
og uttanlands.
Jóhannes er við í tón-
leikabólkinum Aldubáran,
sum fer at hava Várkonsert
í Listaskálanum, grækaris-
messukvøld.
Hanus Kamban
Hin 58 ára gamli Hanus
Kamban, sum er uppvaksin
í Skúgvi, er ein teirra, sum
fær starvsløn frá Mentunar-
grunni Landsins. Í eitt ár
fer hann at arbeiða við bók
um skaldið H. A. Djurhuus,
bróðir Janusar, sum Hanus
áður hevur arbeitt við.
Bæði foreldur Hanusar
vóru lærarar. Mamman El-
isabeth Kamban úr Havn
og pápin Petur Andreassen
av Velbastað.
Sjálvur arbeiddi Hanus
eisini sum læraravikarur
eitt skifti, til hann fór á
bretskan skúla og frá 1966
læs hann enskt og týskt á
lærda háskúlanum í Keyp-
mannahavn. Men tá umg-
dómsuppreisturin tók seg
upp í 1968 gavst Hanus við
lesnaðinum. Mitt í sjeytiár-
unum tók hann prógv sum
sjúkrahjálpari og búsettist
aftur í Havnini.
Í eini fimtan ár hevur
Hanus Kamban arbeitt sum
rithøvundur
burturav.
Fyrsti bókatittul Hanusar
kom í 1969 »Drekin og
aðrar søgur«. Síðani hevur
Hanus týtt Graham Green,
Ray Bradbury, James Joyce
og leikin »Othello« eftir
Shakespeare, so ikki kann
sigast annað, enn at Hanus
hevur økt um klassikararn-
ar á føroysku bókhillunum.
Høvuðsverk Hanusar hig-
artil er tó trýbindsverkið
um skaldið J.H.O. Djur-
huus. Fyrsta bindið kom í
1994, annað í 1995 og
triðja og seinasta bindið um
Janus, kom í 1997.
Nýggjastu útgávur Han-
usar eru »Tann bráðvakra
hugsjónin« og »Heyst-
veingir« sum báðar komu í
fjør.
Nú Hanus Kamban fær
starvsløn í eitt ár frá Ment-
unargrunni Landsins, fer
hann at skriva bók um
skaldið H. A. Djurhuus.
Hanus fer at viðgera lív og
verk Hans Andriasar og
týdningin, hann hevði fyri
føroysku tjóðina. Bókin
skal, umframt at lýsa søgu
og bókmentir við trúskapi
móti tí mynd, sum skjøl og
brøv geva, eisini hava
skaldsligt snið. Virksemi
Hanusar kann sostatt nevn-
ast
fagurbókmentaligur
høvundur, sum hevur víðk-
að sítt verk til eisini at
fevna um søgu og bók-
mentir.
Hanus Kamban byrjaði
longu í 1999 at arbeiða við
H. A. Djurhuus. Hann met-
ir, at eini trý-fýra ár ganga,
til komið er á mál við
hesari verkætlan.
Úr arbeiðinum við J. H.
O. Djurhuus spurdist sjón-
varpssending í fýra pørtum,
sum SvF sendi undir heitin-
um »Kanska um hundrað
ár« beint eftir ársbyrjan í
1989. Á sama hátt hevur
Hanus fyri Sjónvarpið lagt
til rættis sendingar um H.
A. Djurhuus.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Eitt sjálvsagt krav
um javnrætt
NØVN Í VIKUNI
Sum hvørja ferð 8. mars er í nánd, verður spurning-
urin um javnstøðu millum kvinnu og mann um-
røddur. Tað er sjálvandi gott at hava ein slíkan dag,
har fokus verður sett á hesi viðurskifti, men
samstundis er tað spell, at tað gongur so illa við
teirri hugburðsbroyting, sum skal til fyri at broyta
hesi viðurskifti.
Eitt panel við nøkrum kvinnum og einum manni
viðgjørdi evnið í fimmaranum í útvarpinum miku-
dagin – og tað vóru bara kvinnur, sum ringdu inn
og søgdu sína hugsan. Har varð m. a. tosað um
javnrættindi á arbeiðsplássum, at tað serliga eru
menn, sum eru í leiðandi størvum – og at tað bara
eru kvinnurnar, sum fara í barnsburðarfarloyvi. At
tað serliga eru tær, ið sita heima, tá børn eru sjúk,
eins og at tað næstan bara eru kvinnur, sum arbeiða
niðursetta tíð.
Hetta eru staðfestingar. Men tað merkir ikki, at vit
skulu góðtaka tær. Tungt er at fremja ta hugburðs-
broyting, sum skal til, fyri at broyta hesi viðurskifti.
Men okkara kosnu menn og kvinnur hava júst í
hesum døgum ein gyltan møguleika at gera eina
grundleggjandi broyting:
Vinnunevnd løgtingsins situr í hesi løtu og leggur
síðstu hond á álit um nýggjan barnsburðargrunn,
sum skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin. Hetta
er í sjálvum sær eitt sera gott stig, sum landsstýris-
maðurin hevur tikið. Sambært uppskotinum fær
pápin eisini rætt til farloyvi – og er tað eitt sera
stórt framstig.
Í sendingini varð nevndur møguleikin at økja far-
loyvið upp til eitt ár. Hetta helt umboð arbeiðsgev-
arans vera sera óheppið, tí tá fóru kvinnurnar at
verða ov leingi burtur frá arbeiðsmarknaðinum.
Onkur nevndi tá, at maður og kvinna kundu fingið
eitt hálvt ár í part. Sambært fyriliggjandi uppskoti
frá landsstýrismanninum fær maðurin 10 tær
seinastu vikurnar frá konuni, leggur hann í.
Ein byrjan hevði verið, at løgtingið samtykti, at
kvinna og maður býta verandi barnsburðarfarloyvi
teirra millum, sum tey vilja. Málið kundi so verið,
at maður og kvinna fáa eitt hálvt ár í part.
Fyri at fremja eina slíka hugburðsbroyting, sum
fremur javnstøðu millum kynini, mugu ótraditionell
stig takast. Til hetta krevjast eisini lógarbroytingar
og kynskvoteringar, sum eru amboð til tess at náa
einum máli. Hetta eru viðurskifi, ið áttu at verið
natúrligur partur av arbeiðinum hjá grundlógar-
nevndini…!
37 ára gamli
klaverleikarin Jóhannes
Anddreasen fær starvsløn
frá Mentunargrunni
Landsins í eitt ár.
58 ára gamli rithøvundurin Hanus Kamban fær starvsløn frá
Mentunargrunni Landsins í eitt ár