fríggjadagur 9. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagin kom eldur
í ein buss hjá Bygda-
leiðum í Norðoyggj-
um. Eingi ferðafólk
vóru í bussinum, og
førarin sløkti sjálvur
eldin
ELDSBRUNI
Eyðun Klakstein
Viðareiði:
Seinnapartin
mikudagin kom eldur í ein
av bláu bussunum hjá
Bygdaleiðum.
Bussurin var júst komin
til Viðareiðis, tá førarin
gjørdist varugur við, at
eldur var í motorinum.
– Eg veit ikki, hví eldur
kom í. Helst hevur onkur
leki verið í motorinum, tí
olja var á vegnum aftan fyri
bussin, sigur Olivar Ask-
ham, sum koyrdi bussin.
Sløkti við skúmi
Eingi ferðafólk var í buss-
inum, tá eldur kom í.
– Eg fór út við einum eld-
sløkkjara og sprændi pulv-
ur inn í motorrúmið. Síðani
lat eg motorlúkuna aftur, og
tað vísti seg at verða nóg
mikið til at sløkkja eldin,
greiðir Olivar frá.
Helst hevur onkur ekspl-
osión verið í motorinum, tí
lutir frá motorinum lógu á
vegnum.
Spulaðu vegin
Sløkkiliðið í Klaksvík varð
boðsent, og tríggir bilar hjá
sløkkiliðnum fóru avstað
nakað fyri klokkan 14.00.
Tá sløkkiliðið kom á
staðið var eldurin sløktur.
Sløkkiliðið spulaði tó
vegin, tí nakað av olju var
likið úr motorinum, og tað
kundi verða til vanda fyri
ferðsluna.
Sýna skaðan
Bussurin, sum eldur kom í,
er ein Scania 112, sum hev-
ur 14 ár og næstan 900.000
kilometrar á baki.
Seinnapartin mikudagin
varð skaðin sýnaður fyri at
fáa greiði á, um bussurin
skuldi gerast í stand aftur,
og hvussu nógv hetta fór at
kosta.
Fyribils niðurstøðan er,
at bussurin verður gjørdur
aftur. Neyðugt verður at
skifta motorin og gera aðrar
umvælingar, og tað fer at
taka nakrar vikur.
Skúlabørn ferðast
Strandferðslan fór beinan-
vegin mikudagin í holt við
at finna onkra fyribils loysn
á trupulleikunum.
Tað eru serliga skúla-
børn, sum brúka farleiðina
av Viðareiði og til Klaks-
víkar.
Um morgnarnar og eftir
skúlatíð eru eini 30 skúla-
børn, sum vanliga ferðast
við bussinum, og tí eru tað
serliga tey, sum hava tørv á
eini skjótari loysn.
Eldur í bussi hjá
Bygdaleiðum
Klaksvíkar kommuna
fær dagliga umsøknir
frá fólki, sum vilja
sleppa í nýggju
eldraíbúðirnar undir
Kráarbrekku
BYGGING
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Arbeiðið at gera
eldraíbúðir í Klaksvík er
boðið út alment, og í
summar skal arbeiðið í
gongd.
Áhugin fyri hesum eldra-
íbúðum er ovurhonds stór-
ur, og Klaksvíkar komm-
una hevur fingið eina ør-
grynnu av umsøknum frá
fólki, sum vilja sleppa í
hesar íbúðirnar.
– Tú kanst siga, at vit fáa
mest sum dagliga umsøkn-
ir. Fólk halda eldraíbúðirn-
ar verða eitt gott hugskot,
og tað eru nógv, sum vilja
sleppa inn í eina av íbúðun-
um, sigur Steinbjørn Jacob-
sen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hann hevur nú tikið við
eftir Jógvan við Keldu sum
limur í nevndini fyri sjálvs-
ognarstovnin undir Kráar-
brekku.
Gingið væl higartil
Arbeiðið
undir
Kráar-
brekku byrjaði í fjør. Út-
grevsturin er gjørdur, og nú
er klárt at fara undir sjálva
byggingina av íbúðunum
og sambýlinum.
– Tað hevur gingið sera
væl við útgrevstrinum, og
vit eru sera væl nøgd við
hetta arbeiðið. Tað er væl
frágingið, sigur Steinbjørn
Jacobsen.
Útbjóðingin av sambýlin-
um hevur verið, og hetta
arbeiðið skal í gongd sum
skjótast.
Fyrst í apríl mánaði verða
tilboðini til byggingina av
íbúðum latin upp, og síðani
er ætlanin, at hetta arbeiðið
skal fara í gongd sum
skjótast.
Húsini ov stór
Verkætlanin undir Kráar-
brekku er býtt sundur í
nógv smærri arbeiðið fyri
at fáa fleiri feløg við.
Sambýlið skal eftir ætlan
verða liðugt næsta ár, með-
an eldraíbúðirnar skulu tak-
ast í nýtslu á heysti í 2003.
– Tað eru nógv fólk, sum
eru komin upp í árini, sum
hava stór hús. Tey kundu
hugsa sær smærri íbúðir, tí
tað er óneyðugt við stórum
húsum til tey, sigur Stein-
bjørn Jacobsen sum eina
orsøk til áhugan fyri eldra-
íbúðunum.
– At fólk flyta úr húsum
og í eldraíbúðirnar, fer eis-
ini at bøta um bústaðarstøð-
una í býnum, tí fleiri hús
fara at verða tøk.Í løtuni er
stórur tørvur á íbúðum og
grundstykkjum í Klaksvík.
Stórur áhugi fyri eldraíbúðum
Tekniski skúli í
Klaksvík bjóðar
sum einasti skúlin í
landinum tekniska
studentsútbúgving
Síðani 1993 hava før-
oyskir ungdómar havt
møguleikan at taka mið-
námsútbúgving á Tekn-
iska skúla í Klaksvík.
Talan er um tekniskar
studentar, har undirvís-
ingin er ein blanding av
bókligum og verkligum
lærugreinum. Ein trið-
ingur av frálæruni fer
fram á einum av verk-
staðunum á skúlanum.
Útbúgvingin tekur trý
ár. Í løtuni er ein flokkur
í hvørjum árgangi, og
tilsamans eru 22 næm-
ingar í holt við útbúgv-
ingina.
Tekniska studentsút-
búgvingin gevur teir
somu møguleikarnir
fyri víðari útbúgving
sum tilsvarandi útbúgv-
ingar – HF, student og
handilsskúli.
Munur á
útbúgvingum
Næmingarnir,
sum
ganga á Tekniska skúla í
Klaksvík, koma úr øll-
um landinum, og møgu-
leiki er at búgva á skúla-
heiminum, sum hoyrir
til skúlan.
Munurin millum tekn-
isku studentsútbúgving-
ina og hinar miðnámsút-
búgvingarnar
er,
at
størri
dentur
verður
lagdur á verkligu læru-
greinarnar. Næmingarn-
ir sleppa at royna seg við
timbri, el, á maskinverk-
staði og í starvsstovu.
Næmingarnir
hava
stóra ávirkan á, hvussu
útbúgvingin fer fram, tí
tað eru nógvir valmøgu-
leikar. Skúlin leggur
dent á, at næmingarnir
sleppa at royna seg, og
at teir fáa møguleikan at
menna seg.
Skúlin leggur upp til,
at næmingarnir sleppa at
brúka bæði bókligu og
handaligu vitanina í
tvørfakligum uppgáv-
um.
Leygardagin
hevur
Tekniski skúli í Klaks-
vík opið hús,og tá ber til
at hyggja eftir umstøð-
unum og at kunna seg
við viðurskiftini á skúl-
anum.
Tann øðrvísi møguleikin
Motorurin logaði, tá hesin
bussurin kom til Viðareiðis
seinnapartin mikudagin.
Førarin sløkti eldin við
eldsløkkjara.
Mynd: Eyðun Klakstein
Útgrevsturin undir Kráarbrekku hevur gingið væl, og um nakrar mánaðir verður farið undir at
byggja eldraíbúðirnar.
Mynd: Eyðun Klakstein
Nr. 48 - 9. mars 2001
5
4
Nr. 48 - 9. mars 2001
gult cyan magenta svart
Forkvinnan í Sjálv-
stýrisflokkinum hev-
ur tikið á seg leiklutin
sum semingskvinna
fyri at bjarga sam-
gonguni. Hon legði í
gjár semingsuppskot
um ríkisrættarliga
politikkin fyri Høgna
Hoydal og Anfinn
Kallsberg
SAMGONGUSTRÍÐ
John Johannessen
Útlitini tykjast ikki góð fyri
at finna eina semju millum
teir báðar samgonguflokk-
arnar
Fólkaflokkin
og
Tjóðveldisflokkin, í trætuni
um politikkin á sjálvstýris-
leið.
Men Helena Dam á
Neystabø, forkvinna Sjálv-
stýrisfloksins, hevur kortini
ikki mist mótið. Hon legði
fyrrapartin í gjár saman við
flokki sínum seinastu hon á
eitt semingsuppskot, sum
hon seinni legði fyri Høgna
Hoydal og Anfinn Kalls-
berg.
Tá Sosialurin tosaði við
Helenu Dam á Neystabø
beint áðrenn middag í gjár,
vildi hon einki siga um
innihaldið í uppskotinum.
– Eg kann ikki gera al-
mennar viðmerkingar til
loysnir okkara, tí so dettur
alt bara á gólvið beinan
vegin, segði Helena Dam á
Neystabø áðrenn hon fór á
fund við Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin.
Skal hava byrjan og
enda
Hóast samgonguflokkarnir
hava samráðst um innan-
hýsis ósemjuna síðani løg-
maður kom aftur úr Bret-
landi seinasta hósdag, eru
teir ikki komnir nærri
hvørjum øðrum.
Tjóðveldisflokkurin
stendur fast við, at hann vil
hava ein bundnan sjálvstýr-
isleist fram at fullveldinum
við eini byrjan og einum
enda. Hann vil, at løgtingið
skal samtykka ein bundnan
leist at yvirtaka eftir, sum
endar við einari fólkaat-
kvøðu í 2012 um at stað-
festa Føroyar sum fullveld-
isríki.
Harafturat vil Tjóðveldis-
flokkurin eisini hava eitt
uppskot í løgtingið um at
staðfesta, at Føroyar hava
sjálvsavgerðarrætt, og at
landsstýrið síðani skal boða
ST frá hesum.
Fólkaflokkurin kann sum
so liva við einum bundnum
sjálvstýrisleisti. Men hann
vil ikki hava, at tað skal
vera ásett, at leisturin skal
enda í 2012 við einari
fólkaatkvøðu um suverenit-
etin.
Heldur ikki vil Fólka-
flokkurin, at løgtingið skal
samtykkja, at Føroyar hava
sjálvsavgerðarrætt. Fólka-
flokkurin heldur, at eitt
uppskot ikki eigur at fara í
tingið um nakað, sum er so
sjálvsagt, sum dagurin í
dag.
Endin nærkast
Tað er sostatt heilt greitt, at
báðir flokkar ynskja at
yvirtaka innan fyri heima-
stýrislógina, til vit einaferð
eru komin so langt, at vit
kunnu atkvøða um føroyskt
fullveldi.
Men hóast nógvar og
drúgvar fundir, er enn ikki
eydnast flokkunum at finna
eina
semju
um
røttu
mannagongdirnar, sum teir
annars 1. februar søgdu seg
vera púra samdar um.
Royndin hjá Helenu Dam
á Neystabø verður helst
seinasta royndin at bjarga
samgonguni
– Eg havi á fundunum
roynt at fáa partarnar at
semjast, men nú geri eg
eina seinastu roynd, segði
Helena Dam á Neystabø, tá
vit tosaðu við hana beint
áðrenn døgurða í gjár.
Sosialurin skilir, at Tjóð-
veldisflokkurin eisini er
troyttur av oyðimarkar-
gongdini og vil hava at vita,
um tað ber ella brestur áðr-
enn vikuskiftið.
Eydnast tað Helenu
Dam á Neystabø at
bjarga samgonguni,
verður helst talan um
ein politiskan sigur,
ið kann styrkja hana
og Sjálvstýrisflokkin
til eitt komandi val
ANALYSA
John Johannessen
Úrslitið hjá Sjálvstýris-
flokkinum í seinastu velj-
arakanningini var vánaligt.
Hann fekk bert 4,0 prosent
av samlaðu atkvøðunum og
misti annað av sínum
tveimum umboðum á tingi.
Hetta úrslit fær Helena
Dam á Neystabø helst betr-
að um, eydnast tað henni at
finna eina semju millum
Fólkaflokkin og Tjóðveld-
isflokkin í tí, sum einaferð
varð kallað fullveldismálið.
Einki er at ivast í, at trú-
virði hjá bæði Anfinn
Kallsberg og Høgna Hoy-
dal er í vanda í hesum inn-
anhýsis
stríðnum,
sum
mesta av tí seinasta mánað-
inum hevur skapt eitt polit-
iskt vakum og ørkymlað
veljaraskaran.
Anfinn Kallsberg stóð á
odda, tá samgongan 1. feb-
ruar við stórum yvirskrift-
um boðaði frá nýggja sjálv-
stýrisleisti sínum. Men
longu tvær vikur seinni
boðaði hann frá, at hann
ikki longur tók undir við
leistinum, og legði í staðin
fram ein nýggjan leist um
víðkað sjálvstýri innan fyri
heimastýrislógina.
Hetta
eigur helst at ávirka trú-
virðið úti millum veljararn-
ar.
Høgni Hoydal hevur alla
tíðina staðið við sítt. Tað
gjørdi hann eisini, tá hann,
hóast mótmæli frá løg-
manni, lat Løgtingsskriv-
stovuni uppskotið um sjálv-
stýrisleistin. Men Høgni
Hoydal bar eisini Løgtings-
skrivstovuni eitt annað upp-
skot. Tað var nevniliga upp-
skotið um at staðfesta
sjálvsavgerðarrættin. Hetta
uppskotið var ikki við í
samgongusemjuni frá 1.
februar.
Eftir nógv trýst, hóttanir
og einum uppsagnarbrævi í
lummanum hjá Anfinni
Kallsberg, bakkaði Høgni
Hoydal og tók uppskot síni
aftur, beint áðrenn løgtings-
formaðurin legði tey fram í
løgtinginum seinasta fram-
løgudagin. Høgni Hoydal
misti nú andlit – og helst
eisini trúðvirði millum velj-
arar sínar. Hann hevði jú
lovað teimum so nógv.
Eftir stendur so Helena
Dam á Neystabø. Hon hev-
ur havt eitt ógvuliga hart
politiskt lív seinastu tíðina.
Fyri fáum vikum síðani
misti hon sessin sum lands-
stýriskvinna, tí tað var stað-
fest, at hon hevði handlað
uttan heimild í pensjóns-
málinum. Men hon er fram-
vegis formaður Sjálvstýris-
floksins og roynir nú at fáa
semju í lag í samgonguni.
Hóast Helena misti sess-
in orsakað av pensjónsmál-
inum, hevur júst hetta mál
helst gjørt hana væl um-
tókta millum pensjónistar.
Hon var jú tann, ið gav
teimum hægri pensjón. So
kann freamferðarhátturin
vera líkamikið – fyri tey.
Og eydnast tað eisini
Helenu Dam á Neystabø at
bjarga samgonguna og full-
veldispolitikkin á ein ella
annan hátt, verður hon helst
eitt slag av politiskari hetju,
og kann vænta sær eitt rúk-
andi úrslit til næsta val.
Helena Dam á Neystabø er
taktikkari sum fáur.
Semja kann styrkja Helenu
Helena roynir semju
Semja í samgonguni kann
gerast ein politiskur sigur fyri
Helenu Dam á Neystabø
Sjálvstýrisflokkurin við Helenu Dam á Neystabø á odda ger nú eina seinastu roynd at bjarga samgonguni. Helena Dam á Neystabø
legði í gjár eitt semingsuppskot fyri Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg í samgongutrætuni