Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FERÐSLA Ferðslutrygd Nýggja ferðslulógin heim- ilar í stóran mun løgregluni at taka koyrikortið frá før- ara, sum fremur brot á ferðslulógina, á staðnum, og krevja at viðkomandi møtir á Bileftirlitinum til eftiransandi koyriroynd. Men hetta er ikki gald- andi, tá talan er um brot á víkiskyldur, og skaða, sum stendst av hesum. Tá verður frágreiðing skrivað og fútin leggur málið fyri rættin. So kann rætturin døma viðkomandi til eftir- ansandi koyrroynd, um t.d. talan bert er um materiellan skaða í sambandi við brot- ið. Tann, ið kemur út fyri slíkum, varðveitir koyri- kortið, til rætturin hevur talað. FERÐSLA Ferðslutrygd Eitt grundskeið í fyrstu- hjálp tekur bert 12 tímar. Í seinastuni hava bæði løg- reglumenn og fólk innan sjúkraflutningstænastuna víst á, at bert heilt lítil kunnleiki til fyrstuhjálp kann, og hevur í fleiri førum, bjargað manna- lívum. Jógvan Jensen, ið stendur fyri útbúgving og skeið- virksemi hjá ambulansu- tænastuni, ivast ikki: 95% av teimum ungu yvir 18 ár í dag taka koyrikort, og høvdu hesi samstundis fingið skeið í fyrstuhjálp, so hevði gingið sera stutt tíð, til at kalla øll dugdu fyrstuhjálp. FERÐSLA Ferðslutrygd M.a. tey, sum taka koyri- kortið um summarið, verða biðin um at møta seinni til roynd í myrkakoyring. Hetta kann taka eitt sindur av tíð at fáa avgreitt, tí talan er um prioritering hjá Bileftirlitinum, sum hevur sera nógv at gera. Í farnu viku varð spurningur al- ment settur fram, hvat hendir við einum, sum ikki møtir til roynd í myrka- koyring, og ikki skjal- prógvar hetta til ásetta tíð sambært kravinum frá Bileftirlitinum. Svarið er sera einfalt. Talan er um eitt krav sum skal fylgjast, annars er koyrikortið ikki fulltikið. Alt eftir arbeiðs- orkuni hjá Bileftirlitinum fær løgreglan boð sohvørt, hvørji ikki eru møtt og hava skjalprógvað myrkakoyr- ingina til ásetta tíð, og løgregluni er stutt og greitt álagt at taka koyrikortið frá teimum, til myrkakoyringin er skjalprógvað mótvegis Bileftirlitinum. FERÐSLA Ferðslutrygd Danir fylgja ikki í løtuni grannalondunum í ferða- ásetingum. Frá 1. mai verður loyvt hjá lastbilum og persónbilum við kamp- ingvognum at koyra 80 km/t. Hægst loyvda ferð hevur higartil verið 70 km/t, og tosað hevur enntá verið um at seta ferðina niður. Men nú hevur Jacob Buksti, ferðslumálaráð- harri, avgjørt, at ein roynd skal gerast í 2 ár við at hækka ferðina. Men sam- stundis verður eftirlitið nógv strangari, og nevndu akfør fáa yvirhálingsbann á sera nógvum økjum. Hægst loyvda ferð fyri vanligar persónbilar uppá 110 km/t verður óbroytt. FERÐSLA Ferðslutrygd Vegdeildin hjá Tórshavnar Kommunu má av og á koyra salt á vegirnar av trygdarávum. Men fólk klaga um, at har, sum saltið rennur inn í urtagarðar, doyggja trøini. Leiðarin á Skógrøkt Landsins, Tróndur G. Leivsson, sigur, at tey kenna nøkur dømi um hetta. Hann mælir til, at kommunan heilt fer burtur frá at brúka salt, og ístaðin bert brúkar laka. Kanningar í grannalondum vísa, at lakin ger somu ella betri nyttu enn saltið, men mun- andi minni av salti verður brúkt til laka, enn tá bert salt verður brúkt. Annars ber til at spula trøini við reinum vatni, tá salt er komið inn í garðin, men hetta er nyttuleyst, tá skað- in er hendur. Brot á víkiskyldu fyri rættin Fyrstahjálp kravt til koyrikort Myrkakoyring skal avgreiðast Danir seta ferðina upp Savnsmynd Trygdin drepur trøini Nr. 48 - 9. mars 2001 7 6 Nr. 48 - 9. mars 2001 Sangur Tónleikur Skemt Nostalgi Ørskapur Atgongumerki fáast í 3-aranum í SMS og í Kunningarstovuni í Havn Í SJÓNLEIKARHÚSINUM Í HAVN Hóskvøldið 8. mars kl. 20.00 Leygarkvøldið 10. mars kl. 21.00 Hjá BP halda tey tað vera sera umráðandi, at fólk teirra, sum skulu arbeiða við føroyskum viður- skiftum, eru væl kunnað um føroyska samfelagið, søgu og mentan, og her inngongur undir- vísing í føroyskum máli tí sum ein týð- andi partur. OLJA OG MENTAN Jan Müller Nú nærkast fyrstu leitingini eftir olju og gassi á før- oyska landgrunninum eru oljufeløgini farin undir fyrireikingarnar, og er ein partur av hesum fyrireik- ingum kunnleiki til før- oyska samfelagið, mál og mentan. Føroyski stjórin hjá BP, Hjarnar Djurhuus setti sær longu tíðliga sum málsetning at upplýsa útl- endsku oljufeløgini um før- oyska samfelagið og ment- an og at læra tey so frægt av føroyskum, at tey kunnu samskifta við føroyingar og fylgja við í fjølmiðlunum. Fyrsta stigið varð ein samfelagslig kunning, har Jógvan Mørkøre frá Fróð- skaparsetrinum greiddi frá um føroysk viðurskifti. Síð- ani hevur Tórður Jóansson, doktari undirvíst útlendsku oljufólkunum. Tórður, sum í løtuni starvast í Glasgow, ferðast javnan til Aberdeen, har hann undirvísir í før- oyskum máli og annars greiðir oljufólkunum frá føroyskari mentan, sið- menning og søgu. BP-fólk- ini hava umleið 4-6 undir- vísingartímar um vikuna og sjálvur heldur Tórður, at tey fáa væl burtur úr. Hann hevur sjálvur lagt undirvís- ingartilfarið til rættis, nú slíkt ikki finst sum er. – Eg haldi, at hetta er skilagott tiltak, sum leiðslan í BP hevur tikið stig til, og haldi eg fólkini longu hava lært eini 500 føroysk orð hesar tríggjar fyrstu fríggjadag- arnar eg havi undirvíst teimum sigur Tórður Jóansson. Í løtuni er Tórður í Før- oyum, har hann undirvísir oljufólkum á BP-skrivstov- uni á Skansavegnum. Talan er m.a. um tey fólkini, sum skulu taka sær av uppgáv- um í sambandi við 1. bor- ingina í summar. Eitt av fólkunum er sjálvur bori- stjórin, John Thorogood, sum letur sera væl at undir- vísingini. Sjálvur hevur hann arbeitt og búð í nógv- um londum og hevur hann altíð roynt at læra seg málið í teimum ymsu londunum. – Við at læra málið ber til at fáa betri innlit í, hvat fólkið á staðnum hugsar um hesa vinnuna, og fyri okkum, sum skulu arbeiða í vinn- uni, hevur tað nógv at siga at vita, hvat lokalfólkið hugsar. John Thorogood heldur tað eisini vera rætti- liga áhugavert at merkja sær, at nógv av orðunum í Noregi, Skotlandi og Før- oyum líkjast og ganga aftur. Sjálvur sær hann tað sum eina sera stóra avbjóðing at hava fingið hesa uppgáv- una í Føroyum og hann heldur seg eisini vera best føran fyri at útinna sína uppgávu við at verða væl kunnaður um mest møgulig føroysk viðurskifti. Sjálvur vil hann fegin sleppa at fylgja við í bløðunum og annars í loftmiðlunum. Hann hevur annars roynt at tikið til sín tað, sum er um- sett til enskt av føroyskum bókmentum, og her m.a. bókina Barbara. Oljufólk læra føroyskt Frá undirvísingini í føroyskum máli fyri oljufólkum hjá BP í Havn. Tórður Jóansson stendur fyri undirvísingini. Mynd Jens K. Vang.