Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 9. mars 2001 9 8 Nr. 48 - 9. mars 2001 Vestsalmon hevur keypt kassavirkið Sveip á Argjum. Verandi kundar hjá Sveipi fara ikki at merkja nakað til eigarskiftið, sigur stjórin á Vestsalmon ÚTFLUTNINGUR Edvard Joensen Kassavirkið Sveipur á Argjum hevur skift eigara. Tað er Vestsalmon í Kolla- firði, sum hevur keypt. Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, leggur ikki í at upplýsa, hvat teir hava latið fyri Sveip. Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, sigur, at teir leingi hava hugsað um ábøtur á útflutningspakn- ingin, sum teir stutt satt hava hildið verið ov keðil- igan. Hann metir ikki, at tann einlitti, hvíti flamingo- kassin sigur keyparanum nakað. Hann vísir á lýsing- ina, har kundir tekur litaða pakkan við vaskipulvuri av teirri einfaldu orsøk, at hann er hugaligari at hyggja at enn tann einlitti hvíti. Frímund Hansen sigur, at tað hevur ikki verið serligur áhugi hjá teimum, sum hava átt kassavirkini í Før- oyum at gera íløgur í slíkar maskinum, sum kunnu prenta á kassarnar. Og tað skilir hann í grundini, sigur stjórin á Vestsalmon. Tí í fyrsta lagi er íløgan rímiliga dýr. Hon táttar væl í eina millión. Og í øðrum lagi krevur hendan framleiðslan rættiliga nógv pláss. Kassarnir fylla nógv, og skulu so fleiri fyritøkur hava hvør sítt logo á í somu viku, verður trongligt onk- unstaðni. Fraleiðsluvirkini hava heilt einfalt ikki pláss til tað. Men nú hevur Vestsal- mon so keypt Sveip og samstundis keypt eina prentmaskinu. Tað er líkasum lættari at stýra tí, tá tú eigur tað sjálvur, heldur stjórin. So nú fara kassarnir hjá Vestsalmon at verða frískaðir upp í næstum, sigur Frímund Hansen. Frímund Hansen sigur, at tankin um at byggja egið virki hevur verið luftaður, men hildið varð kortini ikki, at tað var selriga skilagott. Tí tað eru í løtuni fýra kassavirki í landinum. Og so er neyvan pláss fyri meira. Um framtíðina hjá Sveipi, sigur Frímund Han- sen, at tað, at Vestsalmon hevur keypt virkið, fer ikki at ávirka framleiðsluna til teir kundar, sum virkið hevur frammanundan. Møguliga liggur ein út- bygging fyri framman, og so verða umstøðurnar bara betri at røkja forrætningina, sigur hann. Eitt annað, teir hava hugsað um, sigur Frímund Hansen, er at kunna gera kassar til amerikanska marknaðin, tá brúk er fyri tí. Sum er, er so at siga alt standardiserað til europeisk mát, sigur hann. Europe- isku og amerikansku mátini eru ikki tey somu, og tað kann vera eitt sindur óheppið, tá selt verður til Amerika. Til dømis passa europe- isku plattarnir illa í bingj- urnar har yviri. Teir standa ikki nóg tættir, og so er skjótt at rósa. Hinvegin eru plattar og bingjur hjá amerikanarum gjørd hvørt eftir øðrum, og so er nógv lættari at stúva. Tá ein ræður framleiðsl- uni sjálvur, er líkasum lættari at gera nakrar ameri- kanskar kassar, tá brúk er fyri teimum, sigur stjórin á Vestsalmon. Annars letur hann at, at amerikanski marknaðurin hevur ikki verið so spenn- andi nú eina tíð. Partvís hevur flutningssambandið ikki verið heilt optimalt. Og partvís er amerikanski marknaðurin at kalla yvir- floymdur av fiski frá eitt nú Chile. Vestsalmon keypt Sveip Teir eru komnir rættiliga væl áleiðis við at grava oman av fyri Gásadalstunnl- inum. Byrjað verður væntandi at spreingja í mai-juni TUNNILSGERÐ Edvard Joensen í Áardali: Gongst eftir ætlan, verður helst sprongt fyri Gásadalstunnlinum í vár. Tunnilin verður væl styttri, enn upprunaliga ætlað. Teir arbeiða dúgliga í Áardali uttan fyri Bø, har komandi Gásadalstunnilin fer at byrja. Teir hava gjørt veg til inntakið, og eru í ferð við at grava oman av fyri beninum. Óli Petersen, á Lands- verkfrøðingsskrivstovuni, sigur, at tað er rættiliga nógv áskot, og at avgrevst- urin hevur verið heldur meira, enn roknað var við. Hinvegin er tilfarið rætti- liga gott. Lítil mold men væl av eyri og smágróti, sum teir so hava brúkt til at gera vegin av. Og tað er gott tilfari til vegagerð, letur Óli Petersen at. Í mun til upprunaligu ætlanina er tunnilin fluttur nakað væl inn í dalin. Ætlanin var, at hann skuldi liggja oman móti bakkan- um og verða umleið 1.700 metrar langur. Men nú hann er fluttur, verður hann einar 300 metrar styttri. Eisini eru aðrir fyrimunir við at flyta tunnilin, sigur Óli Petersen. Teir vistu, at tilfarið í fjallinum var einki serliga gott har úti, og tí eru nágreiniliga kanningar gjørdar, áðrenn gjørt varð av at flyta tunnilin. Óli Pet- ersen sigur, at kanningarnar hava víst, at har, nú verður sett á, er fjalli rættiliga nógv betri. Játtanin til tunnilsgerðina er ikki stór, so tað verður ikki drivið so øgiligt á, nú farið verður í gongd. Arbeitt verður við einum liði, einir seks-sjey mans. Og teir rokna við at fara at klára at bora einar 20-25 metrar um vikuna, tá komið er í gongd. – Og so má tað bara taka ta tíð, tað tekur, sigur Óli Petersen hjá Landsverk- frøðinginum. Arbeiðið skal gerast við maskinunum, sum gera goymslutunnlarnar í Fugla- firði. Í løtuni eru maskinur og fólk í Fuglafirði og gera tann seinasta tunnilin har lidnan. Tað arbeiðið verður væntandi liðugt einaferð í apríl. So skal útgerðin flyt- ast vestur í Vágar, umframt at ein høll, sum brúkt varð, tá Sumbiartunnilin varð gjørdur, eisini skal flytast úr Lopra. – So einaferð í mai-juni vóna teir at kunna seta á, sigur Óli Petersen á Lands- verkfrøðingsskrivstovuni. Nú nærkast Gásadali Framleiðslan á Sveipi verður í stóran mun tann sama hóast eigaraskifti Mynd: Jens K. Vang Teir eru komnir væl áleiðis við avgrevstrinum í sambandi við Gásadalstunnilin Mynd: Edvard Joensen Tvífalt so nógvir menn sum kvinnur forvinna millum 200- 300.000 krónur um árið, sum má sigast at vera ein vanlig inntøka í dag INNTØKUR Turið Kjølbro Einki er nýtt undir sólini, nú aftur ein altjóða kvinnu- dagur er farin aftur um bak. Eins og alla aðra staðni er framvegis munur á lønar- posanum hjá kvinnum og monnum í Føroyum. Hag- tøl frá Hagstovu Føroya vísa, at rættiliga fáar kvinn- ur hava eina høga inntøku. Í 1999 taldist samlaða kvinnuliga arbeiðsmegin 18.510 í mun til 17.567 í 1993. Samsvarandi vóru 20.230 menn í arbeiði í mun til 19.164 seks ár frammanundan. Hóast munur framvegis er á, hvat kvinnur og menn forvinna um árið, eru færri kvinnur í 1999 sum hava eina lægri løn í mun til 1993. Gott og væl helming- urin av kvinnunum fáa tó framvegis eina løn, sum liggur undir 100.000 krón- ur. Hesar telja heili 57 pro- sent av kvinnuligu arbeiðs- megini. Í mun til 1993 er hesin bólkur minkaður við 9 prosentum. 30 prosent av kvinnuligu arbeiðsmegini fær eina løn, sum liggur millum 100-200.000 krón- ur um árið, og 11 prosent fær millum 200-300.000 krónur um árið. Bert 1 prosent av kvinn- unum á arbeiðsmarknað- inum hava eina løn hægri enn 300.000 krónur um árið. Samsvarandi hava 9 prosent av monnunum eina løn hægri enn 300.000 krónur. Í reiðum tølum fáa eittans 47 kvinnur av samlaðu kvinnuligu ar- beiðsmegini eina løn, sum liggur um hálva mió. krón- ur um árið, og 24 kvinnur fáa meiri enn eina hálva mió. krónur um árið. Lutfallið er væl øðrvísi, tá ið talan er um inntøkuna hjá monnum. Men eisini hjá teimum hava teir flestu eina løn, sum liggur undir 100.000. Hinvegin eru tví- falt so nógvir menn sum kvinnur, ið forvinna mill- um 200-300.000 krónur um árið, sum má sigast at vera ein vanlig inntøka í dag. Framvegis munur á lønarposanum Nógv tann størsti parturin av føroysku arbeiðsmegini forvinnur undir 100.000 krónur um árið, 44 prosent av kvinnuligu arbeiðsmegini og 57 prosent av monnunum. Myndin er tilvildarliga vald Plásstrot er á Elek- tron og tí verður farið undir at byggja út. Av teimum 1400 fer- metrunum, sum koma afturat, skal Elektron bert brúka 300 ÚTBYGGING Turið Kjølbro Fyrsta dagin verður farið undir at byggja upp í bygn- ingin hjá Elektron við Staravegin í Havn. Bygt verður vestureftir yvir ímóti Skemmuni. Útbygg- ingin telur 1400 fermetrar í tveimum hæddum. Elek- tron hevur tó í fyrsta umfari bert brúk fyri 300 fer- metrum í erva, avtala er longu gjørd við Føroya Banka um at leiga niðaru hæddina, og so eru 400 fermetrar í erva, sum ætl- anin er at leiga út eisini. – Hóast vit bert hava brúk fyri einum lítlum parti av samlaða fermetratalin- um, sum kemur afturat, loysir tað seg betur hjá okkum at byggja ein størri bygning enn ein lítlan, sigur Niels Christian Nol- søe, stjóri á Elektron. Stórur eftirspurningur er eftir góðum skrivstovuhøl- um í høvuðsstaðnum, og stjórin á Elektron roknar ikki við, at tað verður nakar trupulleiki at sleppa av við fermetrarnar, sum verða til avlops. – Vit kunnu bjóða sera góð skrivstovuhøli, gott umhvørvi og sera gott út- sýni. Parkeringsviðurskift- ini eru eisini góð, sigur hann. Ikki tíð at bjóða út Útbyggingin er ikki boðin út. Eitt nýtt felag, sum eitur Articon við Jón Danielsen sum stjóra, hevur fingið arbeiðið. – Hetta felagið er av tilvild komið inn í mynd- ina. Tað er heilt og aleina upp til okkum sum parta- felag at gera av, um ar- beiðið skal bjóðast út ella ikki. Orsøkin til, at júst hetta arbeiðið ikki er boðið út er, at stundir eru ikki til tess, tí nýggju hølini skulu verða liðug í summar. Skal arbeiðið bjóðast út tekur tað drúgva tíð. Hinvegin høvdu vit havt tíð, høvdu vit boðið tað út fyri okkara egnu skyld. Ístaðin fyri hava vit biðið um metingar um byggikostnað frá skikk- aðum fólki, og hesar liggja ógvuliga tætt við metingina hjá entreprenørinum. Út- byggingin er einføld og løtt at meta um. Avgerandi hjá okkum er, at útbyggingin verður liðug til ásettu tíð, sigur Niels Christian Nolsøe. Stórt arbeiðspláss Articon skal bera skjótt at, tí longu 1. juli hevur Elek- tron í hyggju at taka nýggju hølini í nýtslu. Øll út- byggingin skal verða liðug hálvan september. Hvussu nógv útbyggingin kostar, hevur stjórin á Elektron ikki hug at úttala seg um, tí fyribils er bert avtala gjørd um partvísa liðuggerð. Elektron er eitt stórt arbeiðspláss í dag og ræður í løtuni yvir umleið 1600 fermetrum í tveimum hæddum. Umleið 60 starvs- fólk arbeiða hjá Elektron. Elektron byggir út - Avgerandi hjá okkum er, at vit kunnu taka nýggju fermetrarnar í nýtslu í summar. Tí hava vit valt ikki at bjóða arbeiðið út, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron. Mynd: Jens Kristian Vang