Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 9. mars 2001 11 10 Nr. 48 - 9. mars 2001 OLJUFLÚGVING Jan Müller Herfyri kunngjørdi BP vegna øll fyristøðufeløgini á føroyska økinum, at At- lantic Airways og Bristow Helicopters í Bretlandi hava fingið uppgávuna at flyta fólk millum Føroyar og Aberdeen og millum boripallarnar og land. Á samkomu í London í farnu viku, sum løgmaður hevði tikið stig til var eisini stjórin í Bristow Helicop- ters, Neill Osborne. – Hjá Bristow meta vit avtaluna við Atlantic Air- ways at hava ómetaliga stóran týdning ikki bert í ár men eisini komandi árini, tá vit fara at víðka okkara virksemi til eisini at fevna um føroyska partin av At- lantsmótinum. Vit síggja fram til at skula arbeiða saman við føroyska flogfel- agnum og vit fara at gera okkara ítarsta fyri at nøkta tørvin hjá okkara kundum, sum eru oljufeløgini sigur Neill Osborne við Sosialin. Bristow eigur 120 tyrlur íalt, harav tær 40 arbeiða í Norðsjónum, har samstarv er við norska felagið Norsk Helicopters. Arbeitt verður so kring alla verðina saman við øðrum feløgum og er samlaða talið av tyrlum í hesum samstarvi meira enn 300. Magni Arge, stjóri í At- lantsflog sigur seg vænta nógv gott burtur úr sam- starvinum við Bristow. Scotia, ið var hitt felagið, ið beyð seg fram at flyta fólk í føroyskum øki, er umleið á somu stødd sum Bristow, men felagið hevur ikki eins nógvar stórar tyrlur sum Bristow. Umleið 20 oljufeløg og av teimum fleiri av heimsins størstu hava søkt um at leita eftir olju og gassi í 19. bretska umfarinum, sum er framvið føroyska markinum. Nógv bendir á, at áhugin fyri Atlantsmótinum er sera stórur 19. ÚTBJÓÐING Í BRETLANDI Jan Müller Týsdagin í farnu viku lat 19. útbjóðingarumfarið í Hvíta økinum bretsku meg- in markið aftur. Hetta hendi sama dag sum løgmaður hevði boðið oljufólki til móttøku í London. Millum tey innbodnu var eisini nýggi stjórin í DTI (De- partment of Trade and In- dustry) Simon Toole, sum hevur avloyst John Brooks í hesum so týdningarmikla sessi. Simon Toole váttar fyri Sosialinum, at áhugin fyri at bora eftir olju og gassi í 19. umfari á bretskum øki er sera stórur. Umleið 20 altjóða oljufeløg hava bjóð- að uppá eitt rættiliga stórt tal av blokkum, sum aftur liggja spjaddir framvið markið til Føroyar. Nýggi DTI-stjórin, sum er hann, ið hevur endaligu avgerðina um komandi loyvini, sigur, at teir fara at hava samrøður við feløgini í mars og síðani verða loyvini latin skjótast eftir tað. Sosialurin skilur, at fleiri av feløgunum, sum hava fingið verið við í føroysku útbjóðingini eisini eru við í tí bretsku. Hetta ikki minst tí at jarðfrøðin báðumegin markið í Hvíta økinum er hin sama. Tað hevur ljóðað, at m.a. Amerada Hess er hugað fyri at fara undir at bora bretsku megin markið longu í hesum árinum. Her hevur møguleikin verið nevndur, at felagið »hevur fatur« á einum og sama oljufelti (prospekti” báðu- megin markið. Tað ljóðar eisini, at stór altjóða olju- feløg sum Shell, ið áður hevur verið sera virkið á Atlantsmótinum men sum tók seg aftur, nú aftur er á »bananum«. Og í hesum sambandi ber so til at leggja tvey og tvey saman, nevniliga at áhugi fyri at leita í bretska partinum av Hvíta økinum nátúrliga eis- ini má skapa áhuga fyri tí føroyska økinum. Vit spurdu Simon Toole, hvussu bjartskygdur hann er um 19. umfar í bretskum øki. – Eg eri rættiliga bjart- skygdur, tí her er talan um sera stórar strukturar í und- irgrundini og prospekt í heimsklassa. Og eftir um- sóknunum at døma sær hetta sera spennandi út. Simon Toole vil ikki í løt- uni siga, hvørji feløg eru við millum umsøkjararnar, men hann váttar, at fleiri av teimum heilt stóru oljufel- øgunum eru við. Sosialurin kann upplýsa, at talan er um bæði BP, Shell, ExxonMobil og aðrar tung- vektarar. Í hesum sambandi eiga føroyskir oljumyndug- leikar helst at geva sær gætur, at møguleiki kann vera fyri, at fleiri av stóru feløgunum, sum tóku seg úr aftur føroyska økinum so sum ExxonMobil og Shell, kanska koma inn aftur í hitan fyrr ella seinni. Simona Toole váttar eis- ini fyri Sosialinum, at áhugin fyri Atlantsmótin- um, sum bæði føroyski og bretski landgrunnurin eru partur av, er við at vaksa aftur, nú eftir at boringin hevur verið í minna lagi seinastu árini. – Vit mugu ikki undirmeta feløgini, sum hava víst áhuga í bæði tí føroyska og tí bretska partinum av Hvíta økinum. Tey vita, at her eru møgu- leikar at finna olju, og tí vilja tey eisini gera íløgur her. Tað kunnu so myndug- leikarnir í Føroyum og Bretlandi bara vera fegnir um. Bristow sær stórar møguleikar í Føroyum Stórur áhugi fyri leiting í Hvíta økinum Stjórin í Bristow, Neill Osborne her saman við Anfinn Kallsberg, løgmanni, Eyðun Elttør, oljumálaráð- harra og Magna Arge stjóra í Atlantsflogi. Mynd Jan Müller Nýggi stjórin í DTI (høgrmegin) Simon Toole her saman við Herálvi Joensen, stjóra í Oljumálastýrinum og s Kjartan Hoydal, nevndarformanni í Atlantic Petroleum Mynd Jan Müller Bodø(NTB): Spik av sild- reka inniheldur so nógv av eiturevninum dixosin, at tað næstan ikki er etandi. Kanningar av sildrek- unum , sum vóru skotnir í 1999 og í fjør vísa, at eiturinnihaldið er sera høgt. Skulu fólk fylgja áset- ingunum frá heilsuheims- stovninum WHO, so er ikki ráðiligt at eta meira enn 20 gramm av sildrekaspiki um vikuna, tað svarar til fýra spísiskeiðir, skrivar (NTB) í norsku útgávuni av nets- íðuni Interseafood. Í Japan er markið fyri dioxineitri í hvali ikki størri enn 0,5 milligram pr. kilo av kjøti. Norskar kann- ingar sýna at eiturinnihald- ið í sildrekan liggur heilt uppi á 3,6 milligram pr. kilo. Norðmenn óttast nú, at ætlaði útflutningurin av sildrekatvøsti til Japan verður av ongum. Brüssel(NTB)ES-nevndin setti týsdagin bann fyri allari toskaveiðu á eini leið norðanfyri og vestanfyri Skotland fyri at verja stovn- in. Bannið verður sett til fyrst í apríl og liggur norð- an fyri Hebridurnar og vestanfyri Skotland. Hetta bannið kemur oman stóru avmarkingarnar, sum er settar móti toskaveiðu í Norðsjónum. Hetta hendi í februar fyri at verja stovn- in, skrivar NTB í norsku útgávuni av netsíðuni Inter- seafood. Vadsø (NTB): Herfyri fekk reiðaríið P/F Hvalnes, sum eigur Norðborg 50.000 norskar krónur í bót og skiparin 10.000 krónur fyri at hava framt júst saman lógarbrot sum hendu nú Norðborg seinast var tikin 50 fjórðingar norður úr Vardø. Vit vóna at stóra bótin hesuferð fer at læra skiparan, at tað ikki longur loysir seg at bera seg at á hendan hátt. Norðborg hevur nú tværreisur innan stutta tíð fingið bót í Noregi fyri at lata vera við at melda til á einum ávísum staði, soleið- is at tað kundi staðfestast hvussu nógv teir høvdu inni. Í staðin fyri at steðga á og siga hvussu nógv teir høvdu fiska í norskum sjógvi, hildur teir leiðina fram í russiskan sjógv og fiskaðu víðari, skrivar (NTB) í norsku útgávuni av Interseafood. Eitur í spiki ES steðgar toskaveiðu Norðborð tikin aðruferð Nakað oma fyri 128 tons vórðu seld um gólvsøluna hjá Fiskamarknaðinum hósdagin. Størsti parturin av søluni var toskur, og millum annað vórðu eisini knappliga seks tons av teimum brádliga so væl umtóktu rognunum til sølu. Í alt høvdu 105 bátar selt um gólvsøluna, og var sølan býtt á leið helvt um helvt ímillum Toftir og Klaksvíkina, meðan hálvt tons varð selt í Vági. jm Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD EINAR Á BRÚNNI SNELLA 1.253 FD 102 BYLGJAN SNELLA 574 FD 112 BARMUR SNELLA 1.278 FD 124 MÚLATINDUR SNELLA 640 FD 136 LILJA SNELLA 533 FD 138 BYRGI SNELLA 409 FD 160 SVANANES SNELLA 1.264 FD 174 SILVER BELLE SNELLA 1.365 FD 193 MARNA SNELLA 2.164 FD 205 GRETA SNELLA 778 FD 219 SJÓSØKI SNELLA 691 FD 235 STREYMSTEINUR SNELLA 365 FD 322 KLETTUR LÍNA 365 FD 380 AMANDA SNELLA 659 FD 420 REYNIR SNELLA 1.751 FD 460 SAFIR SNELLA 1.548 FD 530 NORÐSØKI LÍNA 970 FD 553 BRANDUR LÍNA 2.926 FD 65 EIK HELGADÓTTIR SNELLA 981 FD 660 FALKURIN SNELLA 970 FD 733 RIVTANGI SNELLA 1.039 FD 750 BRIMNES SNELLA 1.584 FD 761 GUNNVÁ SNELLA 751 FD 771 KATRIN SNELLA 898 FD 775 LANGANES SNELLA 593 FD 808 ALMA SNELLA 987 FD 855 LÓMUR M/B SNELLA 778 FD 9 JÓGVAN NORÐI LÍNA 976 FD 900 HØVNIN LÍNA 906 FD 954 VØRÐAN SNELLA 1.420 FD 966 UNI SNELLA 615 FD 992 KÚRBERG SNELLA 93 FD1137 RIVTANGI SNELLA 974 FD1140 EYÐIN SNELLA 680 KG 135 SVARTBAKUR M/B SNELLA 307 KG 172 SYÐRATANGI SNELLA 709 KG 279 NORÐBERG LÍNA 3.117 KG 293 FAGRAENNI SNELLA 4.927 KG 323 TURIÐ LÍNA 2.107 KG 334 NORÐAN LÍNA 2.394 KG 407 JØKUL LÍNA 782 KG 45 RANDI SNELLA 479 KG 47 HAVSBRÚN LÍNA 2.636 KG 507 SØKIN LÍNA 5.643 KG 522 SVARTABERG SNELLA 707 KG 548 ELIN H SNELLA 271 KG 561 FAGRIKLETTUR SNELLA 2.507 KG 589 KALLANES LÍNA 3.520 KG 602 LÍÐHAMAR LÍNA 2.086 KG 603 SJÓFRÚGVIN SNELLA 890 KG 642 BRAGD LÍNA 1.693 KG 681 NESTINDUR SNELLA 1.580 KG 703 HENNY SNELLA 1.266 KG 716 KARIN SNELLA 3.333 KG 888 RANNVÁ SNELLA 1.444 KG 9 KLAKKUR LÍNA 927 KG 94 BRID FORD SNELLA 732 SA 130 SYÐRABERG SNELLA 1.772 SA 215 BIRTU LIAS SNELLA 1.582 SA 38 VESTURBERG SNELLA 2.526 SA 79 INGIBJØRG LÍNA 29 TG 60 SJÓFARIÐ SNELLA 1.237 TG 14 HEYKUR SNELLA 843 TG 185 EGIL SNELLA 910 TG 227 EDVØR SNELLA 1.597 TG 26 MAJBRITT SNELLA 923 TG 283 HERDIS SNELLA 1.631 TG 300 LÍÐARBRØÐUR V/H. JOENSEN SNELLA 1.897 TG 340 SANCY BOTNTROL 148 TG 401 BARBARA SNELLA 691 TG 460 MARIANN SNELLA 1.148 TG 56 MARIAN M. SNELLA 822 TG 576 SVANUR SNELLA 2.797 TG 607 NÝBORG PARTROL 367 TG 620 BERGUR II SNELLA 1.053 TG 622 VARÐIN SNELLA 563 TG 631 SKARSTEIN SNELLA 2.063 TG 91 STJØRNAN SNELLA 777 TN 117 HAVALDAN SNELLA 683 TN 164 BORGARKLETTUR SNELLA 1.730 TN 23 ESPINGUR SNELLA 1.569 TN 270 TORGUN SNELLA 1.417 TN 381 SANCY SNELLA 637 TN 390 TRÝ SYSTKIN LÍNA 551 TN 422 NÓN SNELLA 380 TN 460 BRATTANES M/B SNELLA 997 TN 753 TÓRA LÍNA 1.231 TN 81 THOMMAS SNELLA 1.441 TN 810 GÓÐIDRANGUR SNELLA 865 TN 919 MORGUNROÐIN SNELLA 2.125 TN 973 ANNA KATRINA M/B SNELLA 1.503 TN 992 ÁRNASTEINUR LÍNA 1.745 TN1071 GUÐRIÐ SNELLA 127 TN1090 ANNIKA LÍNA 715 VA 190 SJÓBERIÐ SNELLA 656 VA 213 LEITISTANGI SNELLA 388 VA 28 ÁLITIÐ SNELLA 718 VA 324 SKARVUR SNELLA 801 VA 350 SIRIÐ SNELLA 975 VN 132 TORDIS M/B SNELLA 580 VN 25 TOFTAFOSSUR SNELLA 813 VN 309 ATLANTA SNELLA 952 VN 430 RUÐITANGI SNELLA 576 VN 46 VESTURROÐIN SNELLA 1.078 XV 16 KÓSIN P/F BOTNTROL 92 Vørunavn Kilo BLÁLONGA 0 35 BROSMA 0 209 BROSMA 2 81 BROSMA 3&4 77 HÝSA 1 364 HÝSA 2 812 HÝSA 3 1.253 HÝSA 4 294 HAVTASKA 0 158 HVÍTINGUR 0 327 KALVI 2 21 KALVI 4 19 KONGAFISKUR 0 90 LÝSINGUR 3 LIVUR 30 LONGA 0 26 LONGA 1 24 LONGA 3 20 LONGA 4&5 102 LONGA 5 45 REYÐSPRØKA 0 82 SIL 3.086 SKØTA 180 SKRUBBA 17 STEINBÍTUR 608 TOSKAROGN 5.857 TOSKUR 1 3.333 TOSKUR 2 17.697 TOSKUR 3 56.143 TOSKUR 4 29.958 TOSKUR 5 5.442 TUNGA 0 74 UPSI 0 675 UPSI 1 400 UPSI 1&2 44 UPSI 2 767 UPSI 3 188 UPSI 4 15 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI