fríggjadagur 9. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 48 - 9. mars 2001
gult cyan magenta svart
Frá fríggjadegi 9. mars til hósdagin 15. mars
Basalt
Sunnukvøldið kl. 20.00
Højt spil
Sunnudagin sendir TV3 filmin, Maximum Risk, sum snýr seg um ein løgreglumann, sum setir lív sítt
í alstóran vanda. Fyri at finna út av hvør hevur dripið tvíburðabróður sín, ger Alain Moreau av, at
hann skal átaka sær leiklutin sum deyði beiggin. Við hesum setir hann lív sítt í álvarsligan vanda, tí
teir, sum hildu seg hava dripið beiggjan, eru sjálvsagt ikki áhugaðir í, at hann kortini skal vera livandi.
Vikan, ið farin er, hevur havt
tvey høvuðstíðindi: munn- og
kleyvasótt og fullveldi.
Útvarpið tosaði við landsdjóra-
læknan og tað ljóðaði á honum,
sum
størsta
høvuðbrýggj
hansara var, um tað fór at ger-
ast møguligt at grava nóg stór
hol at tyrva dripin dýr í. Tað
var ikki sørt, at tað hoyrdist á
útvarpsmanninum, at hann
var skelkaður av svarinum.
Tað sum tó var meira áhuga-
vert var, at hann segði tað ikki
vera møguligt at staðfesta um
munn- og kleyvasótt var í
Føroyum, tí at vit ikki høvdu
amboðini til hetta, og at tað
var ógjørligt at senda tilfar
niður til kanningar, tí at tað
ikki helt sær allan vegin. Tá ið
hugsað verður um nýggju
fiskivinnuavtaluni við ES,
tyktist hetta mær meira skelk-
andi at hoyra enn um trupul-
leikin at grava nóg stór hol.
Fullveldismálið hevur hesa
vikuna mint um eitt illa skriv-
að drama. Fjølmiðlafólk hava
tugt og tanlað hetta mál uttan
at vit í roynd og veru hava
fingið nakað at vita. Vit hava
hoyrt nærum í hvørjari tíðind-
asending at onki var at frætta.
Vit hava, saman við fjølmiðl-
unum, bíðað eftir at løgmaður
skuldi koma aftur úr London.
Leygardagurin kom, og vit
nærkaðust alsamt meira og
meira hæddarpunktinum, við
hvørt kendist tað sum borg-
arakríggj kundi brostið á
hvørja løtu. Fjølmiðlarnir
vóru tó ógvuliga varnir og
ansaðu væl eftir at vit ikki
hoyrdu og sóu ov nógv til
mótmælisfundin á Vaglinum.
Sjónvarpið hevði eitt lítið inn-
slag, tó var mesti parturin tik-
in so passaliga langt burturfrá
at tú hvørki hoyrdi ella sá.
Havi latið mær fortalt at
Rás 2 sendi frá mótmælis-
fundinum, tað skulu tey hava
rós fyri, bert spell at rásin ikki
hoyrist her suðuri.
Hví hava vit útvarp? Er út-
varpið bara til smá tíðindi og
undirhald? Eg haldi, at loft-
miðlarnir áttu at lagt sær í
geyma, hvussu Føroyar land-
afrøðiliga síggja út. Tað ber
ikki til hjá t.d. suðringum at
koma til Havnar til ein fyri-
lestur, sum er kl. 8 um kvøld-
ið, tí tey skulu til arbeiðis
morgunin eftir. Tí haldi eg, at
tað ikki hevði verið órímuligt
um útvarp og sjónvarp átóku
sær eina upplýsandi funktión
sum var fyri allar føroyingar.
Hæddarpunktið, ið vera
skuldi í fullveldismálinum,
gjørdist til eina brostna ball-
ón. Høgni varð sagdur at vera
tungur í huga, møguliga var
løgmaður eisini tungur í huga,
tí at hann ikki slapp at gera
samgongu við Javnaðarflokk-
in. Tað er týðiligt at alt fleiri
fólkafloksfólk royna at sleppa
sær framat mikrofonunum
fyri at siga sína meining um
fullveldisgongdina, um tað er
tí at tey vænta nýval er ilt at
siga, men agitatión er hetta.
Sjónvarpið
hevði
sama
kvøld samsending við DR 2
um Føroyar. Her var henda so
tiltikna veljarakanningin aftur
havd á munni sum Útvarpið
kunngjørdi fyrst í februar.
Hendan veljarakanning tykist
at hava havt alstóran tydning
fyri gongdina í fullveldismál-
inum, enn eitt dømi um tað
vald fjølmiðlar hava. Eitt av
úrslitunum í kanningini, er
úrslitið úr Sandoynni, har hev-
ur veljarin gjørt eina kúvend-
ing, tí bert 27,3 % siga seg
atkvøða ja á fólkaatkvøðuni, ið
skuldi vera 26 mei. Hetta tyk-
ist mær løgið, og enn løgnari
at ongin, mær vitandi, hevur
nevnt hetta.
Nú kundi kanska onkur
sagt, at Sandoyggin ikki hev-
ur nakran týdning í hesum
samanhangi, men tá hugsað
verður um hvussu fáar atkvøð-
ur tryggjaðu forsetanum í
USA valdið, so kanska Sand-
oyggin eisini hevði gjørt mun.
Eg havi tó lurtað eftir øðrum
enn tíðindum. Sendingina hjá
Jógvani Arge "Spyr bara"
dámar mær væl, eg haldi hon
man vera ein tann áhugaverd-
asta í útvarpinum. Fólkini, ið
tosa saman, hóska stak væl
saman, har er nógv bæði ser-
iøst, men eisini stuttligt.
"Okkara kokkar" skulu fáa
mítt besta viðmæli hesa ferð.
Sendingin minti í byrjanini
um
matsendingarnar
hjá
enska kokkinum Floyd. Ok,
hasin maturin uttan fyri
summarhúsið hjá Gudmundi
kundi kanska verið leskiligari,
men tá ið man er útflukt galda
aðrir reglar. Vitjanin á mat-
staðnum har Mourentsa Poul-
sen er kokkur og á norður-
lendska
mentunarhúsinum
vóru sera væleydnaðar.
So nærkast vit enn einaferð 8.
mars. Tað hoyrdist týsmorg-
unin og aftur á døgurða, tá ið
vit fingu at vita tey sera týdn-
ingarmiklu
tíðindini,
at
ráðgevin hjá svenska javn-
støðuráðmálakvinnuni, hevði
spýð á hana í einum flúgvara,
tað var so hansara komment-
arur til hennara.
Týskvøldið kom so árliga
sendingin um kvinnumál í út-
varpinum. Tað er soleiðis, at
ávísir dagar vera serliga hátíð-
arhildnir í loftmiðlunum. T.d.
árligi Aids dagurin og Altjóða
kvinnudagurin. Sendingin í ár
kom í "Føroyum í dag", hon
snúði seg serliga um, hví
kvinnur
vóru
so
lítið
umboðaðar á tingi og í
bygdaráðum. Bjørt Samuelsen
stílaði
fyri
og
illa
var
fyristílað. Eg hugsaði óndar
tankar
um
kvinnur
og
teknikk. Eg hoyrdi einki fyri
koppaskrambli og fólkatosi
rundanum! So um onkur
dugir kunstin at fáa hatta
óljóðið burtur, so vit hoyra
hvat tær siga, so endursendi
hana, tí viðhvørt helt eg meg
hoyra okkurt skilagott.
Munn- og kleyvasótt og fullveldi.
Vágin Tilvera
Sunnukvøldið kl. 20.00
Skadestuen
Týskvøldið kl. 19.00
Marna
Jakobsen
ummælir:
Leygarkvøldið kl. 18.00
VIÐMERKINGAR
Sonni Jacobsen
Í seinastuni er pástandurin,
at Gud skal vera »fullveld-
ismaður«,
komin
fram
nakrar ferð. Tey flestu av
okkum antin smílast ella
irriterast helst um pástand-
in og hugsa, um vit skulu
taka hetta sum skemt ella
um pástandurin er hugsað-
ur sum álvara?
Um nú onkur gav okkum
henda spurning í álvara,
hvat kundu vit so svara?
Hetta havi eg hugsa eitt
sindur um. Tað fyrsta, mær
rennur til hugs er, at vit lesa
í bíbliuni, at Gud er bæði
rættvísur og ópartískur
»Gud ger ikki mannamun«,
sigur ápostulin. Ígjøgnum
ein av gomlu profetunum
sigur Gud eisini, at Hans-
ara, altso Guds hugsanir,
eru ikki okkara hugsanir.
Sum himinin er yvir jørð-
ini, eru Guds hugsanir
hægri enn okkara. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
Gud hevur ikki somu hugs-
anir um ting sum vit hava.
Og hvussu kundi hann tað?
Fyri tað fyrsta er Gud ikki
bundin at umstøðum og tíð,
eins og vit eru tað, Hann er,
sum profeturin sigur tað,
omanfyri alt okkara. Eisini
kennir hann sannleikan um
fólk, landastýri og søgu,
fyri at nevna okkurt, sum
vit t.d. mangan ikki gera. Tí
eru hansara hugsanir ikki
okkara
hugsanir.
Hann
hevur eisini onnur motiv
fyri sínum hugsanum enn
vit. Hann er ikki bundin av
t.d. stoltleika ella materiell-
um tingum, eins og vit eru
tað.
Eg vil pástanda, at vit
altíð mugu vera sera varin,
áðrenn vit binda Gudi ætl-
anir og motiv upp á erm-
una. Frammanfyri nevndu
grundirnar
eru
millum
grundgevingar mínar, um-
framt aðrar grundgevingar,
sum eg skal koma til.
Taka vit spurningin í álv-
ara, skulu vit minnast til, at
Gud er líka væl Gud fyri
sambandsmonnum
sum
fyri
loysingarmonnum.
Gud hoyrir og lurtar eftir
bønum frá báðum pørtum.
Gud elskar ikki annan part-
in hægri enn hin og Hann
svarar ikki øðrum partinum
betri enn hinum. Gjørdi
Hann tað, var Hann væl
ikki rættvísur? Tá hugsi eg
sjálvsagt ikki um ógudilig-
ar politiskar skipanir, sum
Gudi væl má standast við.
Og tó, Gud elskar øll
menniskju líka høgt, óan-
sæð politiskan lit. Hann
hevur skapt øll og tað er
Hann, sum hevur givið øll-
um vit at hugsa og reson-
erað við. Summi brúka
vitið at resonera seg til at
vera
loysingarsinnaður,
summi brúka vitið at
resonara seg til at vera
sambandssinnaður. Báðir
partar brúka vit og skil,
sum Gud hevur givið teim-
um, og tó koma teir til heilt
mótsætta niðurstøðu. Nið-
urstøðan er komin av um-
støðunum og av lyndinum,
sum aftur Gud hevur lagt í
tann einstaka. Harvið er
kortini ikki sagt, at allar
hugsanir eru rættar og at
Gud tekur undir við øllum.
Frá bíbliuni vita vit, at Gud
t.d. ikki tekur undir við
nøkrum, sum er ímóti
Hansara
skrivaða
orði,
bíbliuni og tí kristnu læruni
annars. Sum Gud sjálvur er
høvundi at gjøgnum heil-
aga andan, talsmannin.
Um vit venda aftur til
løgna pástandin. Kunnu vit
siga, at Gud ikki vil, at før-
oyingar skulu vera saman
við dønum? Hví skuldi Gud
havt nakað ímóti dønum?
Ella eru vit føroyingar so
nógv betri enn danir? Er
Gud ikki líka nógv Gud hjá
dønum sum hjá føroying-
um? Sjálvandi! Kanska er
tað av kærleika, at Gud
hevur latið okkum verið
undir danaveldi? Vóru vit
ikki undir danaveldi, er
rættuliga vist, at vit vóru
undir bretskum veldi, og
teir hava ikki verið so fittir
við sínar undirsáttar, sum
danir hóast alt hava verið.
Nú sigi eg ikki, at vit
skulu vera saman við døn-
um fyri hetta. Eg hugsi bara
um áðurnevnda spurning.
Besta svari hvat Gud
hugsar finna vit í bíbliuni.
Gud læt seg føða inn í
henda heim við menniskj-
anum Jesusi Kristi frá Na-
zareth. Gjøgnum Jesus
síggja vit Guds lyndi og
hugsunarhátt. Áhugavert er
at leggja til merkis, at júst á
teimum døgum, tá Gud
gekk her á fold í kjøti og
blóði í landinum Ísrael ella
Palestina, var hetta land
hersett. Tann hersetingin
var nógvar ferðir meira
karráð og hørð, enn vit her
í Føroyum nakrantíð hava
merkt frá danskari hond.
Enn ikki í 1500 ella 1600
árunum. Danir hava t.d.
ongantíð krossfest føroy-
ingar, sjálvt um teir lótu
nakrar hálshøgga, onkrar
drukna og onkrar heingja.
Men tað vóru vanliga brots-
menn, sum lógu slíka
lagnu, og danir góðvu sín-
um egnu landsmonnum
somu straff fyri somu gerð.
Teir gjørdu soleiðis ikki
missmun.
Vit lesa ongantíð, at Jes-
us blandaði seg upp í kjak-
ið, hvørt Ísrael skuldi vera
frítt frá rómverjum ella
ikki. Hann mótmælti enn
ikki, at teir skuldu gjalda
skatt til rómverjar, sum vit
lesa. Reint menniskjaliga
tala, var nógv størri grund
til at halda, at ísraelar
skuldu vera fríðir frá
rómverska
jarnhælinum
enn føroyingar frá dana
floyðalshond, sum tað sam-
anberandi
kundi
verið
nevnt. Hugsa vit um munin,
so var teirra trupulleiki
veruligur, okkara trupul-
leiki er bert ein luksustrup-
ulleiki aftur ímóti, tí vit
hava jú í veruleikanum
sjálvstýri og kunnu avgera
flest øll mál sjálvi. Tað er
væl saktans bert okkara
stoltleiki og forfeingilig-
heit, sum vil hava, at vit
skulu hava meir? Forkelaði
og spilt er kanska rætta
orðið? Hjá okkum er yvir-
vald dana ikki ein høttan
ella kúðan, heldur er tað
eitt trygdarnet. Danir taka
ikki frá okkum, teir geva
o.s.fr. Vóru danir veruliga
harðir og karráðir, sum
onkur vil vera við so ivist
eg ikki í, at sjálvt Edmund
Joensen hevði verið tjóð-
veldismaður! Men veru-
leikin er ein annar. Tíverri
fyri onkran? Tí sigi eg: Hví
skuldi Gud gramt seg um
okkara støðu? Tað eru
mong fólkasløg í heiminum
sum verluliga hava tað
ringt. Persónliga rokni eg
við, at Guds kærleiksfulla
hjarta gremur seg meira um
hesi. Um hirðan stendur
tað, at hann fór fyrst og
fremst út at bjarga teimum,
sum vóru í neyð. Teimum
vælbjargaðu hevði hann
ikki fyri neyðini at hugsa
um her og nú. Tey høvdu
tað jú gott. Sjálvur haldi eg,
at vit passa betri til tey
seinast nevndu.
Sum eg byrjaði at siga, so
er hetta ikki hugsa sum ein
støðutakan fyri ella ímóti
føroyskum fullveldi. Eg vil
eisini siga, at tað í sær
sjálvum er positivt, at fólk
hugsa um Gud í øllum hes-
um meldrinum. Men læt
okkum hugsa um Gud og
brúka Guds navn á rættan
hátt, og ikki draga Gud nið-
ur og misbrúki ikki Guds
navn sum jarnbrot í polit-
iskum ella øðrum vers-
ligum ætlanum. Vit kunnu
taka fullveldi, um tað er tað
fólkið vil. Men misbrúka
vit Guds navn í jagstranini
at fáa henda viljan í fólkið,
tá er ætlanin dálka við
synd. Og tað er eingin góð
byrjan, tá: »en nation
fødes«.
Er Gud fullveldismaður?
Marjus Dam
Tað kostar nevniliga onki at
avtaka, tí gjaldast skal bert
á annan hátt!
Er tíðin ikki komin at
viðurkenna, at Landsvegir
eisini eru um firðir og sund
okkara?
• Ídag er galdandi, at
landskassin heldur lands-
vegir okkara. Hesir lands-
vegir eru ídag bert vegir á
landi. Tað eru vit øll felags
um at gjalda.
• Tá talan er um sigling
ímillum oyggjarnar, so
verður annar hugsunarhátt-
ur galdandi. Nú skal gjald-
ast fyri at ferðast. Serliga er
tað útjaðarin, ið fær hesa
rokning. Hendan útjaðara-
økisrokningin er ferða-
seðlainntøka hjá SL. Hesin
útjaðaraøkisskatturin var
40 milliónir krónur seinasta
ár.
• Tá útjaðarin í flestu
støðum hevur trupul kor, er
tað so rætt at geva fólki og
vinnu eyka rokning uppá
hesar 40 milliónir krónur-
nar árliga afturat? Er tað
rættvíst kann ein spyrja?.
Kann gerast á annan hátt?
• Ja, tað ber væl til!
• Um hesin útjaðaraøkis-
skatturin varð heilt avtikin
og játtanin til SL tilsvarandi
økt, so hevði kostnaðurin
fyri hvønn einstakan løn-
móttakara verið 128 krónur
um mánaðin (um vit eru
26000 lønmóttakarar). Tá
er vinnan ikki rokna við.
Og ferðslan um sundini
hevði verið sett javnt við
ferðsluna uppi á landi. Ikki
ein stór upphædd, munnu
flest øll vera samd um. Og
hesar 40 milliónir krónur-
nar, sum útjaðarin ídag
nærum einsamallur skal
gjalda, hevði bert verið
goldin á annan hátt – av
øllum. Og tí onki kosta
meira.
• Tað hevði verið útjað-
araøkispolitikkur so tað
stóð eftir.
Tað áttu vit at gjørt nakað
við – skjótast gjørligt.
• Vit høvdu tá meira við-
urkent, at vit vóru oyggja-
samfelag, har øll høvdu
somu rættindir
• Ferðandi og vinna
sluppu undan tí kappingar-
avlagan, tað er at gjalda 40
milliónir krónur eyka,
• Eina upphædd, ið øll
áttu at lyft í felag!
Hví ikki avtaka ferðaseðlaprísir hjá SL um sundini?
Sandoyar Sýslu Vinnuráð
(SSV) skipar fyri vinnu-
fundi Mánadagin hin 12
mars kl. 19.30 á virkinum
hjá Sandoy Seafood í
Skopun.
Ólavur Gregersen stjóri
á TK-stovuni hevur fram-
løgu undir heitinum.
»Vinnumenning
á
Sandoynni
–
eisini
ábyrgdin hjá tí einstaka«
Skráin fyri fundin verður
annars henda:
1. Um TK Stovuna
2. Vinnurák framyvir við
atliti til framleiðslu,
fígging, samstarv,
leiðslu og marknað
3. Vinnumenning á
Sandoynni -
møguleikar sæð
uttanífrá
4. Hvat halda sand-
oyingar – sjónarmið
og kjak
5. Samandráttur
Tíðindaskriv:
Vinnumenning
Sunnudagin 11. mars kl.
15.00 verður Grækaris-
messuhald á Vaglinum.
Skótarnir
ganga
skrúðgongu, og Havnar
hornorkestur spælir.
Vár í Ólavstovu flytur
fram røðu.
Allir skótar í Havnini
skulu møta ein tíma
áðrenn í skótahølum sín-
um.
Skrúðgongan ferð frá
Vágsbotni kl.14.45.
Gingið verður eftir
Bøgøtu-Tróndargøtu-
Niels Finsensgøta-oman
á Vaglið.
Tíðindaskriv
Grækarismessuhald
í Havn