Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 11. JUNI 2007 VARPIÐ TV3 • Sunnudagin kl. 20.00 50 First Dates Marinubiologurin Henry Roth livur lívið á Hawaii. Hann hevur støðugt nýggjar vinkonur millum tey ferðandi, og alt gongur upp á stás. Inntil hann ein dagin hittir Lucy. Hóast hann ikki vil í holt við lokalu konufólkini, verður hann púrasta burtur í henni. Men tá tey aftur hittast, vil hon als ikki kennast við hann. Veruleikin er, at hon var fyri eini vanlukku, sum hevur oyðilagt stutttíðarminni hennara. Henry er tó púrasta burtur í vøkru gentuni, og tí roynir hann at vinna hennara hjarta aftur og aftur og aftur… DR1 • Fríggjadagin kl. 20.30 The Long Kiss Goodnight Samantha er bert ein vanlig húsfrúgv. Ella tað heldur hon í øllum førum. Brádliga er tað, sum vilja øll drepa hana, og brádliga kemur hon eftir, hvør hon í veruleikanum er. Nevnliga ein loyni-agentur, sum á sinni hevur mist minnið. Men hesa ferð ætla fíggindar hennara ikki, at hon skal sleppa á lívi. Canal+Film • Sunnudagin kl. 19.00 Into the Fire Traumatisku barnaminnini hjá New York løgreglumanninum Walter verða vakt, tá hann sær ofrini eftir eina flogvanlukku. Sum smádrongur sá hann systur sína drukna, og síðani hett hevur hann støðugt hugsað um, hvørt hetta var hansara skuld.