Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 107 - 7. juni 2007 ] Sjáldan hevur munurin á 1. og 2. hálvleiki verið so stórur, sum hann var hesa ferð, og ongantíð hava føroyingar havt marginalirnar so nógv ímóti sær, sum teir høvdu ímóti skotum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Skotska landsliðið fór úr Vág­um við Atlantsflog­ í g­járkvøldið. Lag­ið umborð var framúr. Tað er lætt at skilja. Eftir lang­t kapping­ar­ ár vóru skotsku yrkisspæl­ ararnir á veg­ í summarfrí eftir lang­t og­ strevið kapp­ ing­arár. Uppaftur feg­nari vóru teir um, at øll stig­ini vóru í viðførinum hjá Alexander McLeish og­ hansara monn­ um. Skotland er framveg­is av álvara við í kapping­ini um tey bæði fremstu pláss­ ini í bólkinum. Um tað seinni í ár fer at eydnast at vinna fremsta ella næst­ fremsta plássið, so verður summarfrítíðin avlýst næsta ár, tí so skulu skotsku spæl­ ararnir luttaka í endaspæli­ num í Sveis og­ Eysturríki. Tað verða teir sjálvandi ikki harmir um. At tað í so g­óða summar­ veðrinum, sum tað ber til at ímynda sær, hevði staðið á g­omlum nøg­lum á Svang­a­ skarði, løg­du skotarnir umborð á Atlantic vertin á. Ferðin til Føroya hevði bor­ ið tað við sær, sum teir høvdu vónað og­ stríðst fyri. At teir høvdu verið hepnir er ein onnur søg­a, sum einki hevur at sig­a fyri møg­uleikan at sleppa til Sveis og­ Eysturríki. Skeivt upp á bein Eftir síðsta bríkslið hjá g­rikska dómaranum, sum ofta man hava havt meiri at takast við, enn hann hevði hesa ferð, fóru spælarar og­ áskoðarar av Svang­askarði eftir føroyskt avrik, ið hevði verið sum nátt og­ dag­ur. Christiani Lamhaug­e og­ verjan vístu beinanveg­in tað, sum Italia dysturin hevði lag­t upp til, og­ sum var orsøk til fultsett Svang­a­ skarð. Hjá hinum kendist tað, sum um teir vóru skeivt upp á bein í 1. hálvleiki. Sjálvsálitið og­ samanhaldið frá leyg­arkvøldinum vóru burtur sum døg­g­ fyri sól. Føroyska liðið hopaði und­ an, keturnar hing­u ikki sam­ an, og­ skotar g­jørdu sum teimum lysti. At teimum bar til uttan mótstøðu at samanspæla fram til brotsteig­armarkið, áðrenn teir møttu nakrari sum helst mótstøðu, bar við sær nóg­var spentar støður frammanfyri føroyska mál­ ið, og­ tað var ikki annað enn rímulig­t, at teir fing­u tvey mál burturúr. Í fyrra førinum var tað Aston Villa miðvallarin Shaun Maloney, sum eftir lítlan hálvan tíma sendi frí­ spark upp um manng­arðin og­ í málið og­ harvið skoraði fyri fyrstu ferð fyri Skot­ land, og­ sjey minuttir seinni var tað álopsspælarin Garry O`Connor, sum úr stuttari fjarstøðu sendi framvið Jákupi Mikkelsen, eftir at málverjin hevði framt eina­ standandi hálvbjarg­ing­. Málini vóru log­isk fylg­ja av skotsku yvirvág­ini og­ lít­ ið sannførandi føroyska avrikinum. Men samstundis vóru málini avleiðing­ av púra óneyðug­um støðum. Í fyrra førinum g­jørdi Óli Johannesen, sum í g­óða løtu hevði verið uttanfyri til viðg­erðar, býttislig­t frí­ spark, og­ í seinna førinum var talan um innleg­g­ úr høg­ru frá Paul Hartley og­ ikki serlig­a eyðsýnda Man­ chester United miðvallar­ anum Davic Fletcher. Garry O`Conner fekk høvi millum fleiri passivar føroying­ar at royna tvær ferðir. Fyrst við høvdinum, og­ tá ið Jákup Mikkelsen hevði framt ófatulig­a g­óða bjarg­ing­, fekk hann g­óða tíð at trilla bóltin inn við stólpanum. Rætt upp á bein Stórtap lúrdi í frálíku summarluftini, men eftir steðg­in vísti føroyska liðið sovorðið avrik, sum teir kanska ong­antíð áður hava sýnt. Í hvussu so er hava teir ong­antíð áður meg­nað at skapt so nóg­var møg­u­ leikar og­ at hildið mótstøðu­ liðið so ruddulig­a frá før­ oyska málinum, sum teir g­jørdu tað í 2. hálvleiki. Alt stemmaði. Sentralu miðvallararnir, sum hvørki høvdu fing­ið fatur á mót­ støðumonnunum ella havt hepni í uppspælinum, vístu format – Súni Olsen var framúr – og­ Christian Høg­ni Jacobsen, sum hevði verið púra anonymur, blomstraði við ferð, avbjóð­ ing­um og­ fleiri g­óðum upp­ leg­g­um. Christian Lam­ haug­e meg­naði at temja og­ halda upp á bóltin, og­ tað bar við sær, at føroyska lið­ ið meg­naði at flyta seg­ fram á vøllin og­ ofta at saman­ spæla á fremsta triðing­inum av vøllinum. Tað plag­di ikki at vera g­amalt. Málið, sum skuldi bera til spenning­sbálið, kom ong­­ antíð, og­ tað var óg­vulig­a spell. Upplag­du møg­uleik­ arnir vóru nóg­vir, og­ tvær ferðir hjálpti træverkið skot­ um. Álopsbog­in varð spent­ ur eyka, tá ið venjarin valdi at taka innskifta Marna Djurhuus út, og­ seta Símun Samuelsen inn í álopið, meðan Christian Høg­ni Jacobsen varð fluttur aftur á miðvøllin og­ spælt varð við flatari trímanna verju. Tað líktist ikki Róg­va Jacobsen, tá ið hann eftir uppspæl úr vinstru og­ fimm metrar úr málinum í staðin 7000 áskoðarar á Svangaskarði Tað er ikki altíð, at útlendsku miðlarnir eru heilt so neyvir, tá tað kemur til umrøðu av Føroyum og­ føroyskum viðurskiftum. Eitt g­ott dømi um hetta stóð á portalinum hjá Ekstra Bladet, har dysturin millum Føroyar og­ Skotland varð nevndur. “Sejren var nødvendig­, for Skotland vandt samtidig­ 2­0 hjemme over Færøerne, der endnu har sit første point til g­ode i denne turnering­.”, stóð at lesa og­ tað passar eisini. Men hag­tølini, teir høvdu um dystin passaðu ikki heilt. Sambært teimum vóru 7000 áskoðarar á Svang­askarði, og­ tað er akkurát 2900 fólk meiri enn upplýst varð á Toftum í g­jár. Leikbann til Ferguson Barry Ferg­uson verður ikki á skotska liðnum, sum í septeber spælir á útivølli móti Litava í EM­ undankapping­ini. Ferg­uson hevði nevnlig­a g­ult kort undan uppg­erðini á Svang­askarði, og­ tá hann fekk enn eitt eftir nærdyst við Mikkjal Thomassen, sleppur hann ikki á dómaraseðilin næsta undankapping­ardystin. Mistir kjansir spil 20 Ongantíð hava føroysku møguleikarnir verið so nógvir og so stórir. Spælið í seinna hálvleiki var framúr