Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 107 - 7. juni 2007 ] Sjáldan hevur mun­urin á 1. og 2. hálvleiki verið so stórur, sum hann var hesa ferð, og ongantíð hava føroyingar havt marginalirnar so nógv ímóti sær, sum teir høvdu ímóti skotum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Skotska landsliðið fór úr Vág­um við Atlantsflog í gjár­­kvøldið. Lagið umborð var framúr. Tað er lætt at skilja. Eftir langt kapp­ing­ar­ ár vóru skotsku yrkis­spæl­ ararnir á veg í summarfrí eftir langt og strevið kapp­ ingarár. Uppaftur fegnari vóru teir um, at øll stigini vóru í viðførinum hjá Alexander McLeish og hansara monn­ um. Skotland er framvegis av álvara við í kappingini um tey bæði fremstu pláss­ ini í bólkinum. Um tað seinni í ár fer at eydnast at vinna fremsta ella næst­ fremsta plássið, so verður summarfrítíðin avlýst næsta ár, tí so skulu skotsku spæl­ ararnir luttaka í enda­spæli­ num í Sveis og Eysturríki. Tað verða teir sjálvandi ikki harmir um. At tað í so góða summar­ veðrinum, sum tað ber til at ímynda sær, hevði staðið á gomlum nøglum á Svanga­ skarði, løgdu skotarnir um­borð á Atlantic vertin á. Ferðin til Føroya hevði bor­ ið tað við sær, sum teir høvdu vónað og stríðst fyri. At teir høvdu verið hepnir er ein onnur søga, sum einki hevur at siga fyri møgu­ leikan at sleppa til Sveis og Eysturríki. Skeivt upp á bein Eftir síðsta bríkslið hjá grikska dómaranum, sum ofta man hava havt meiri at takast við, enn hann hevði hesa ferð, fóru spælarar og áskoðarar av Svangaskarði eftir føroyskt avrik, ið hevði verið sum nátt og dagur. Christiani Lamhauge og verjan vístu beinanvegin tað, sum Italia dysturin hevði lagt upp til, og sum var orsøk til fultsett Svanga­ skarð. Hjá hinum kendist tað, sum um teir vóru skeivt upp á bein í 1. hálvleiki. Sjálvsálitið og samanhaldið frá leygarkvøldinum vóru burtur sum døgg fyri sól. Føroyska liðið hopaði und­ an, keturnar hingu ikki sam­ an, og skotar gjørdu sum teim­um lysti. At teimum bar til uttan mótstøðu at samanspæla fram til brotsteigarmarkið, áðrenn teir møttu nakrari sum helst mótstøðu, bar við sær nógvar spentar støður frammanfyri føroyska mál­ ið, og tað var ikki annað enn rímuligt, at teir fingu tvey mál burturúr. Í fyrra førinum var tað Aston Villa miðvallarin Shaun Maloney, sum eftir lítl­an hálvan tíma sendi frí­ spark upp um manngarðin og í málið og harvið skoraði fyri fyrstu ferð fyri Skot­ land, og sjey minuttir seinni var tað álopsspælarin Garry O`Connor, sum úr stuttari fjarstøðu sendi framvið Jákupi Mikkelsen, eftir at mál­verjin hevði framt eina­ standandi hálvbjarging. Málini vóru logisk fylgja av skotsku yvirvágini og lít­ ið sannførandi føroyska av­rikinum. Men samstundis vóru málini avleiðing av púra óneyðugum støðum. Í fyrra førinum gjørdi Óli Johannesen, sum í góða løtu hevði verið uttanfyri til viðgerðar, býttisligt frí­ spark, og í seinna førinum var talan um innlegg úr høgru frá Paul Hartley og ikki serliga eyðsýnda Man­ chester United miðvallar­ anum Davic Fletcher. Garry O`Conner fekk høvi millum fleiri passivar føroyingar at royna tvær ferðir. Fyrst við høvdinum, og tá ið Jákup Mikkelsen hevði framt ófatu­liga góða bjarging, fekk hann góða tíð at trilla bóltin inn við stólpanum. Rætt upp á bein Stórtap lúrdi í frálíku summarluftini, men eftir steðgin vísti føroyska liðið sovorðið avrik, sum teir kanska ongantíð áður hava sýnt. Í hvussu so er hava teir ongantíð áður megnað at skapt so nógvar møgu­ leikar og at hildið mótstøðu­ liðið so rudduliga frá før­ oyska málinum, sum teir gjørdu tað í 2. hálvleiki. Alt stemmaði. Sentralu miðvallararnir, sum hvørki høvdu fingið fatur á mót­ støðumonnunum ella havt hepni í uppspælinum, vístu format – Súni Olsen var fram­úr – og Christian Høgni Jacobsen, sum hevði verið púra anonymur, blomstr­aði við ferð, avbjóð­ ingum og fleiri góðum upp­ legg um. Christian Lam­ hauge megnaði at temja og halda upp á bóltin, og tað bar við sær, at føroyska lið­ ið megnaði at flyta seg fram á vøllin og ofta at saman­ spæla á fremsta triðinginum av vøllinum. Tað plagdi ikki at vera gamalt. Málið, sum skuldi bera til spenningsbálið, kom ong­ an­tíð, og tað var ógvuliga spell. Upplagdu møguleik­ ar­nir vóru nógvir, og tvær ferðir hjálpti træverkið skot­ um. Álopsbogin varð spent­ ur eyka, tá ið venjarin valdi at taka innskifta Marna Djur­huus út, og seta Símun Samuelsen inn í álopið, með­an Christian Høgni Ja­cobsen varð fluttur aftur á miðvøllin og spælt varð við flatari trímanna verju. Tað líktist ikki Rógva Ja­cobsen, tá ið hann eftir uppspæl úr vinstru og fimm metrar úr málinum í staðin 7000 áskoðarar á Svangaskarði Tað er ikki altíð, at útlendsku miðlarnir eru heilt so neyvir, tá tað kemur til umrøðu av Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Eitt gott dømi um hetta stóð á portalinum hjá Ekstra Bladet, har dysturin millum Føroyar og Skotland varð nevndur. “Sejren var nødvendig, for Skotland vandt samtidig 2-0 hjemme over Færøerne, der endnu har sit første point til gode i denne turnering.”, stóð at lesa og tað passar eisini. Men hagtølini, teir høvdu um dystin passaðu ikki heilt. Sambært teimum vóru 7000 áskoðarar á Svangaskarði, og tað er akkurát 2900 fólk meiri enn upplýst varð á Toftum í gjár. Leikbann til Ferguson Barry Ferguson verður ikki á skotska liðnum, sum í septeber spælir á útivølli móti Litava í EM- undankappingini. Ferguson hevði nevnliga gult kort undan uppgerðini á Svangaskarði, og tá hann fekk enn eitt eftir nærdyst við Mikkjal Thomassen, sleppur hann ikki á dómaraseðilin næsta undankappingardystin. Mistir kjansir spil 20 Ongantíð hava føroysku møguleikarnir verið so nógvir og so stórir. Spælið í seinna hálvleiki var framúr