Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 107 - 7. juni 2007 ] Milliónir í FSF-kassan Talan var um sannar kassadystir, nú Italia og Skotland vitjaðu hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Verða VIP- og onnur frí atgongumerki drigin frá, hevur FSF runt roknað selt á leið 8.000 atgongumerki til dystirnar. Tað er neyvan ov høgt sett, um meðalprísurin á hesum verður ásettur til 200 kr., og tí er inntøkan fyri dystirnar í minsta lagi 1,6 mió kr. Hartil kemur upphæddin, sum FSF fekk frá Sportsfive, tí Skotlands-dysturin mátti flytast nærum tveir tímar. Italia og Frakland vunnu Talan gjørdist um ætlaðu favoritt-sigrarnar, tá Frakland og Italia spældu móti ávíkavist Georgia og Litava. 19 ára gamli Samir Nasri gjørdist stóra hetjan í Fraklandi, tá hann skeyt bæði málini í heimadystinum móti Georgia. Og í Litava varð Fabio Quagliarella stóri maðurin, tá hann skeyt bæði málini í 2-0 sigrinum hjá Italia. Føroyska U21-lands- liðið kendi seg hava betri uppiborið, tá cypriotiski dómarin gav Albania eitt óvan- liga bíligt brotsspark Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrstu uppgávurnar hjá før- oyska U21-landsliðnum eru nú lagdar aftur um bak. Eft- ir 0-2 í Zagreb tapti før- oyska liðið hesa ferð 1-0 fyri Albania, og tey bæði úrslitini í sjálvum sær eru neyvan heilt av leið. Men tað var kortini ein vónbrotin føroyskur hópur, sum hósdagin ferðaðist til Føroya. Einasta málið í dystinum fall eftir 67 min- uttum, tá Albania fekk eitt sera bíligt brotsspark. Hetta umsetti Elis Bakaj til mál, og so var fagnaðurin stórur á heimamonnunum, sum leygardagin høvdu lagt rygg til stórtap móti Italia. Um dystin sjálvan sigur Bil McLeoud, landsliðsvenj- ari, at føroyska liðið var und- ir stórum trýsti fyrstu løtuna. Men við góðum verju- og málmansspæli stóðu okkara kortini ímóti trýstinum, sum spakuliga fjarðaði. Eftir steðgin hekk før- oyska spælið betri saman. Eisini tí Albania slepti høga trýstinum, eftir at teir vóru komnir á odda. Tað gav føroyingum nakr- ar málmøguleikar, og eitt nú høvdu okkara spælarar fleiri hornaspørk móti end- anum. Men hóast bæði Ein- ar Hansen og Johan Troest Davidsen komu fram til hesi hornaspørk, so spurdist ikki meira burturúr. Gunnar var framúr Hóast tvey tap, so staðfestir Bill, at hann er væl nøgdur um føroysku avrikini á ferð- ini. - Tú fært meg ikki at siga, at talan var um eina flotta byrjan. Men eg vil siga tað so, at kundi eg selt hasar báðar dystirnar fyri saman- lagt 0-3, áðrenn vit fóru, so gjørdi eg tað fegin. Tú skalt eisini hugsa um, at menn sum Páll M. Joensen, Jóhan P. Poulsen, Christian R. Mouritsen og Arnbjørn T. Hansen allir góvu avboð við skaða. Og uttan at taka nakað frá øðrum spælarum, so vildi úttøkan verið øðr- vísi, um teir vóru tøkir. - Men eg hesir dystirnir prógva væl og virðiliga, at tað var ein røtt avgerð, tá FSF gjørdi av at fara upp í U21-kappingina. Spælarar- nir smæðast ikki burtur, og hetta er avgjørt við til at menna spælararnar til fram- tíðar avbjóðingar. - Serliga eri eg væl nøgd- ur um dystin móti Kroatia, har vit spæla helt væl. Hesa ferð fáa vit gaman í eitt keði- ligt brotsspark ímóti okkum, men teir høvdu havt einar 5- 6 opnar møguleikar undan hesum, so var tað ikki fyri fantastiskt málmansspæl frá Gunnari, so kundi tað væl verið nógv verri. Og Gunnar Nielsen er eis- ini maðurin, sum fær størstu rósurnar frá venjaranum. - Vit valdu hann alt fyri eitt til liðskipara, og tað álitið hevur hann so dyggi- liga borið aftur. Bæði sum málverji og sum leiðari á vøllinum vísti hann sera flott avrik, sigur Bill. Føroyska U21-landsliðið hevur seks dystir afturat í ár. Tann 8. september spælir liðið útidyst móti Italia, og síðani koma fimm heima- dystir. Teir eru Grikkaland í September, Azerbadjan og Kroatia í oktober og Albania og Italia í november mánaði. Bíligt brots- spark í Tirana Johan Troest Davidsen í nærdysti við Gerhard Proni í dystinum í Albania, har føroyska liðið tapti 1-0 Mynd: Tihomir Jovanovic Albania-Føroyar 1-0 (0-0) U21 landsdystur. 800 áskoðarar í Tirana 1-0: Elis Bakai (br.), 67. Dómarabólur av Cypros: Stelius Trifonos, Athinodo­ ros Iannola, Andreas Laoutaris og Panagiotis Gerasi­ mon Albania: Sajmir Ujkhni ­ Erbim Fago (Vangjel Mile, 46.), Andi Lila, Mariglen Shosha, og Renato Arapi ­ Gil­ man Lika, Jetmir Sefa, Gerhard Progni, Jahmir Hyka ­ Elis Bakaj (Emillian Vila, 93.), Xhevahir Sukaj (Xhulian Rrudho, 46.) Gult kort: Rigest Hysko, 21., Elis Bakai, 55. Á bonkinum uttan at koma inn: Enea Kolici, Bledjon Guga, Rigest Hysko, Alsidi Tafili Venjari:Artan Bushati Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Jóhan T. Davidsen, Poul Thomas Dam, Einar Hansen – Krist­ offur Jakobsen, Pætur Jørgensen (Sølvi Vatnhamar, 86.), Emil N. Leifsson, Jóhan V. Gunnarsson (Sigmund Jacobsen, 80.), Bogi Løkin – Jón Krosslá Poulsen (Magnus Olsen, 64.) Gult kort: Poul Thomas Dam, 66. Á bonkinum uttan at koma inn: Símun Rógvi Han­ sen, Levi Hanssen, Fritleif í Lambanum, Thomas Hans Rubeksen Venjarapar: Heðin Askham og Bill Mc. Leod Jacob­ sen FAKTA Føroyski landsliðsvenjarin ivast ikki í, at menningin hjá spælarunum er stór, nú Føroyar eisini hava eitt U21-landslið Mynd: Tihomir Jovanovic