fríggjadagur 1. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Palau talaði fyri
90.000 fólkum
USA: Suðuramerikanski evan
gelisturin Luis Palau, ið eisini
hevur vitjað í Føroyum, tosaði
næstseinasta vikuskiftið fyri
90.000 fólkum í amerikanska
býnum Nashville. Hetta var í
samband við festivalin "The Luis
Palau Nashville Cityfest", har bæði
tónleikur, ekstremítróttur og møtir
vórðu hildin.
Aftaná kundi Palau fegnast um
tiltakið, sum allur býurin hevði
verið saman um.
- Samstarvið millum myndug
leikarnar, felagsskapin millum allar
tær ymisku kirkjurnar, stuðulin frá
vinnulívinum og lyklapersónum,
saman við tí veruleika at so mong
komu saman um Guds kærleika,
er ein stór heiðurskvøða til henda
býin, segði Palau.
Kórsangur og
mentan hond
í hond
Havn: Fyrsta fríggjakvøld í juni
mánaði er árliga Mentanarnáttin í
Tórshavnar kommunu. Í kvøld fara
nógv ymisk tiltøk av bakkastokki,
m.a. eitt við nógvum kórsangi í
Ebenezer.
Tiltakið byrjar kl. 22 tá Siloa-
kórið úr Fuglafirði fer at syngja.
Síðani syngja Betesda-kórið og at
enda Ebenezer-kórið.
Kvøldið endar við at øll trý kórini
syngja saman.
Tómu kirkjurnar
skulu brúkast
Noreg: Fleiri kirkjur í Oslo hava
ov nógv tóm sitipláss undir
gudstænastunum. Men nú ætlar
kirkjuverjin, Valgerd Svarstad Haug
land at brúka kirkjurnar til onnur
endamál.
Í miðbýnum í norska høvuðs
staðnum eru íalt 1943 sitipláss
í 14 meinigheitum, men ein van
ligan sunnudag eru bert 300 teirra
upptikin.
- Eg trúgvi at mong høvdu
fingið eina betri uppliving av
gudstænastuni, um kirkjurnar vóru
fullar av fólki, sigur Valgerd við
norsku Dagsavisen. Arbeitt verður
í løtuni við at greina út nýtsluna av
Oslo-kirkjunum.
Verkætlanin varir fram til 2010,
og úrslitið kann føra við sær, at
sóknir verða broyttar og til at
uppgávur og virksemið verður
skipaðar á annan hátt.
Ætlanin er í øllum førum, at tær
tómu kirkjurnar ikki skulu verða
verandi tómar.
Flyt ikki gomul mørk
"Flyt ikki avgomul marka
skjal, sum fedrar tínir hava
sett" Orðtøkini 22, 28
Tað liggur til ungfólk at vilja
broyta gamlar siðvenjur. Tey
ungu síggja jú við nýggjum og
øðrvísi eygum, og sjón teirra
sær oftað betrið tað, ið einki
gagn er í longur. Vit eiga at
fegnast um, at tey yngru hava
dirvið og áræði at taka ymiskar
spurningar upp til metingar, tí
um tað ongantíð hendir, kunnu
vit lættliga stívna í formum,
og tað í formun, sum ikki hava
Guðs orð aftan fyri seg.
Men eins og tað er satt og
vist, at okkurt ikki er gott, bara
tí tað er gamalt, er tað eisini
satt, at tað ikki nýtist at vera
ringt, bara tí tað er gamalt. Tað
kann jú eisini vera, at orsøkin
til at tað helt so leingi var hon,
at onkur dygd var í tí. Tí eiga
vit ongantíð at tveita nakað
burtur, fyrr enn við gjølla hava
kannað, hvat tað er. Vit leggja
ikki merkið til øll virði bara við
at skeita at teimum eitt bil. Til
tíðir kunnu virði vera inni í, sum
vit ikki síggja uttaná.
Tá ið høvundin av orðtøkunum
ræður okkum til, at vit ikki
skulu flyta tey markaskjal, sum
fedrar okkara hava sett, so
býr stórur vísdómur aftanfyri
orð hansara. Hann eigur ta
eyðmýkt, ið virðir verkið hjá
øðrum. Vit eru ikki teir fyrstu,
sum møta á arbeiðsplássinum.
Onnur vóru her áðrenn vit, og
vit eiga at vera takksom fyri,
at vit ikki hvørja ferð eitt nýtt
ættarlið kemur til, verða noydd
at byrja á berum. Tann Guð, ið
vil læra okkum øll tað kynstur
at liva lívið rætt, hevur havt
onnur í skúla áðrenn okkum, og
tað er stór hjálp fyri okkum, at
vit kunnu byggja víðari á tað,
sum Guð lærdi tey. Amen!
orðið
Tað hevur gingið væl
hjá hjálparfelagsskapi
num ADRA at selja hús
í Kenya. Fleiri føroy
ingar hava eisini keypt
hús til heimleys flótta
fólk í hesum afri
kanska landinum
Neyðhjálp: Í mars mánaði í ár
skipaði ADRA fyri einum serstøk
um tiltaki í Føroyum, har m.a.
tvær gospelkonsertir við donsk
songkvinnuni Etta Cameron vóru
á skránni.
Við hetta høvið var møguligt hjá
fólki at keypa hús til flóttafólkini.
Og beinanvegin vóru tað um
50 føroyingar sum keyptu hús í
Kenya.
Hetta sama tiltakið er haraftrat
sett í verk í Danmark, og í dag
kann staðfestast at meiri enn
helmingurin av teimum í alt 500
húsunum eru keypt.
Hvørt húsið kostar 3200 krónur,
men møguleiki er eisini at keypa
ein part í einum húsi.
- Tey fyrstu 900 húsini og ein
skúli eru longu bygd við stuðli frá
Danida, og tey næstu 350 húsini
standa í løtuni í gerð.
- Men talið av flóttafólkum og
heimleysum er framvegis sera
stórt. Tí vilja vit fegin hjálpa enn
fleiri familjum at fáa sítt egna
heim, verður sagt úr ADRA.
Hesin felagsskapurin
arbeiðir út frá teimum bíbilsku
høvuðstreytunum um at elska
næstan sum sjálvan seg. Íalt
arbeiða 4000 starvsfólk hjá
felagsskapinum kring allan
heimin, og arbeiðir beinleiðis í
120 londum.
Tað er kortini ikki bert maðurin
á gøtuni, sum hevur veitt donsku
deildini av hesum altjóða
hjálparfelagsskapinum stuðul.
Landsstýrið hevur eisini avgjørt at
stuðla verkætlanini í Kongo.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard
hevur á fundi við ADRA upplýst,
at føroyingar sjálvir ynskja
at veita menningarstuðul og
neyðhjálp, har tað er neyðugt.
Sjálvur vildi hann ikki yvirfyri
ADRA-umboðunum seta tøl á
hansara ambisjónir fyri føroysku
menningarhjálpina.
- Men eg vil kortini siga, at vit
fegin vilja hagar, har heimurin
kring okkum, fer at leggja merki
til Føroyar og okkara arbeiði,
segði hann.
Í samrøðuni við ADRA-umboðini
metti løgmaður felagsskapin sum
virknan, við veruleikakendum og
gjøgnumskygdum verkætlanum.
- Tað er ikki trupult at fáa
eyga á týdningin av at geva
heimleysum flóttarfólkum tak yvir
høvdið og eina nýggja byrjan í
lívinum.
- Her vilja vit fegin verða við,
segði Jóannes Eidesgaard.
"Hvussu møta vit nútíðar
menniskjum við gleði
boðskapinum?", er evnið
sum verður tikið fram
leygardagin í næstu viku
Toftir: Leygardagin 9. juni skipar
Heimamissiónin fyri boðanar
skeiði í Missiónshúsinum ”Tabor”
á Toftum við dananum Leif
Andersen.
Leif Andersen er gudfrøðingur
og starvast sum lærari á Menig
hedsfakultetet í Århus og sum
ferðaprestur hjá donsku Indre
Mission. Í nærum 30 ár hevur
hann arbeitt í spenninginum
millum tann bíbilska boðskapin
og nútíðarmenniskju. Hann
hevur nýliga skrivað tvær bøkur
um evnið við heitinum ”Teksten
og tiden”, sum hava fingið góð
ummæli frá ógvuliga ymiskum
sjónarhornum.
Á skeiðnum við undirheitinum
"Gleðiboðskapurin - útgáva
2007" verður millum annað
umrøtt, hvussu ein kann boða
ein óbroyttan gleðiboðskap í
einum broyttum samfelagi, og
hvat eyðkennir okkara tíð og hvat
eyðkennir okkum sjálvi.
Ein annar týdningarmikil
spurningur á skeiðnum er tann,
um til eru partar av tí kristna
boðskapinum, sum ein í dag skal
leggja ein annan dent á?
- Skeiðið er viðkomandi fyri øll,
sum onkursvegna hava við boðan
at gera, sigur Heimamissiónin.
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Møta nútíðini við tí
gamla boðskapinum
Fyrstu 270 húsini
eru longu seld