mánadagur 2. juli 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 124 - 2. juli 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
- Tað er altíð gott, tá
ein er komin so langt
við einum húsum,
sigur Fróði Danielsen
á Strondum.
Týsdagin vóru hann
og tríggir handverk
arar hansara í ferð
við at reisa eini nýggj
sethús á Hálsagøtu,
ovarlaga í bygdini
Sethús
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur:
Sólin
skínur
oman og niðan henda fyrra
partin.
Tað er kortini nakað kalt
í veðrinum og eitt sindur av
vindi, men menninir her
sansa tí neyvan. Teir eru
meiri upptiknir enn so við
spennandi arbeiði teirra.
Ein góðan mánað framm
anundan vóru teir byrjaðir
uppá arbeiðið at byggja hesi
sethúsini, og nú var komið
so langt, at fyrsta stigið var
rokkið:
Tær
seinastu
sperrurnar vórðu settar upp.
Við hjálp av einum last
bili við krana vóru tær sett
ar uppá pláss - ein fyri og
onnur eftir. Og nakað fyri
døgurða varð tann seinasta
sett í og fest.
Hetta skuldi sum vera
man markerast, og tí var
Merkið fest á stong. Men
teir ídnu handverkararnir
høvdu ikki tíð at steðga við
hetta. Arbeiðið mátti halda
fram við somu ferð.
- Vit byrjaðu fyri einum
mánaði síðani. Og gongur
tað soleiðis tað gongur beint
nú, verða vit lidnir um einar
tveir mánaðir, sigur Fróði
Danielsen við Sosialin.
Tíðin til tíðindafólkini er
avmarkað, tí tað er eyðsæð,
at fyri Fróða og hansara
menn er tað av alstórum
týdningi at húsini verða
liðug til tíðina.
Okkurt serstakt
við húsinum
Hesi sethúsini standa á
Hálsagøtu, og koma at hava
eitt ótrúliga vakurt útsýni
yvir Skálafjørðin og suður
eftir.
Teir byrjaðu fyri einum
mánaði síðani uppá hesi
húsini, sum verða 150 fer
metrar til støddar og koma
haraftrat at hava eitt bilhús
uppá 40 fermetrar.
Tá talan er um sethús,
eru ynskini hjá fólki altíð
sera ymisk. Her ræður um
hjá byggifyritøkuni at fylgja
hesum ynskjum og koma
við hentum ráðum.
Fróði plagar vanliga at
tekna sethúsini sjálvur, men
so eru tað eisini tey, ið
ynskja onnur at gera hetta.
Tað var júst dømið við hes
um húsunum, sum nú vórðu
reist.
- Tað er EM-ráðgeving
sum hevur teknað húsini,
greiðir Fróði frá.
Eitt sum sermerkir hesi
húsini - og forrestin fleiri
onnur í gøtuni - er ein kar
nappur. Tað vísir seg at
hetta er væl dámt av fólki.
- Ja, vit síggja tað greitt, at
fólk leggja dent á at hava
okkurt, sum onnur ikki hava,
sigur hann við einum brosi.
Hetta er teirra munn
Tað er týðiligt, at hetta er
ikki fyrstu ferð at menn
seta sperrur upp.
Skjótt er at fáa sperrurnar
festar og tryggjaðar, soleiðis
at tær ikki skulu fara nakran
veg um vindur brádliga
skuldi komið.
- Eftir tað fara vit at
tróðra, og síðani verður far
ið undir at inniloka tey,
sigur Fróði.
Her er talan um eini lykla
klár hús, men teir hjá Fróða
eru kortini liðiligir: Fólkini
vilja sleppa at mála innan,
og tað verður sjálvandi eftir
líkað teimum.
Aftaná koma teir so og
festa loftslistarnar og gera
tað sum restar í. Hetta eru
kundarnir glaðir fyri og
hetta er eisini nakað sum
Fróði leggur stóran dent á.
- Tað er týdningarmikið, at
fólk sleppa at avgera sjálvi,
hvussu alt skal gerast. Eg
meini, - hetta er hóast alt
teirra heim. Og hetta skulu
tey brúka restina av lívinum
at gjalda niður uppá.
- Tí kann ein ikki bara
seta tey til síðis. Tey mugu
eisini hava eitt orð at siga,
sigur Fróði.
Álítandi
Tá Fróði og hansara menn
eru lidnir við hetta húsið,
eru onnur sum bíða eftir
teimum: Ein virkisbygn
ingur sum m.a. skal klæðast
av nýggjum og skifta vind
eyguni út.
Teir hava í størstan mun
arbeitt aðrastaðni enn á
Strondum, og eru hetta
fyrstu húsini í bygdini. Teir
hava m.a. arbeitt á Kambs
dali, Runavík og í Søldar
firði, men ongatíð í Havn.
- Eg royni ikki at taka ov
nógv arbeiði niðurfyri. Tað
er so skjótt at prísurin kann
broytast, tá ein hevur givið
eitt bindandi tilboð, og so
hongur ein bara uppá tað.
- Vit fáa fyrispurningar í
heilum, men tá vit bert eru
tríggir mans er ikki lætt at
átaka sær tey stóru arbeiðini.
- Okkara fremsta mál er
at verða álítandi. Tað skal
verða okkara vørumerki,
sigur hann.
- Fólk vilja fegin hava
okkurt sum hini ikki hava,
sigur Fróði Danielsen,
byggimeistari
Mynd: Høgni Thomsen
Ringt at
fáa hand-
verkarar
- Tað er púra vónleyst at
fáa handverkarar í dag.
Vit hava roynt leingi,
men uttan úrslit, sigur
Fróði Danielsen.
Í løtuni hevur hann
tríggjar mans aftrat sær,
og teir ger hann alt fyri at
varðveita í arbeiðinum.
Hetta er ikki lætt, tí
tað eru so nógvir aðrir
sum eru í somu støðu.
Fyri mangar er ikki ann
að at gera enn at kapp
bjóða um lønina.
Sjálvur hevði Fróði ein
mann uppá hondina her
fyri, men hesin fór aðra
staðni at arbeiða.
- Eg bjóðaði honum
140 krónur um tíman,
men hann segði neitakk.
So tú skilir, at tað er ikki
lætt at fáa handverkarar,
sigur hann.
Fjarðastevnan 07
Um vikuskiftið er Strendur
vertur fyri ársins Fjarða
stevnu.
Sosialurin fer hesa vik
una at seta fokus á bygdina,
fólkið og sjálvandi tað, ið
hevur við stevnuna at gera.
Vit fara m.a. at hitta ein
arbeiðsformann, ein eldri
útróðrarmann, borgarstjór
an og ein av samskiparun
um av stevnuni.
”
Tað er púra vón
leyst at fáa hand
verkarar í dag. Vit
hava roynt leingi,
men uttan úrslit
”
Hetta er teirra heim. Og hetta skulu tey
brúka restina av lívinum at gjalda niður
uppá. Tí kann ein ikki bara seta tey til síðis.
Tey mugu eisini hava eitt orð at siga
Orð
Snorri Brend
Myndir
Høgni Thomsen
Strendur
Hetta er teirra heim
Væl gongur at fáa sperrurnar
upp. Merkið er longu vundið
á stong
Mynd: Høgni Thomsen