Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 124 - 2. juli 2007 tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 - Tað er altíð gott, tá ein er komin so langt við einum húsum, sigur Fróði Danielsen á Strondum. Týsdagin vóru hann og tríggir handverk- arar hansara í ferð við at reisa eini nýggj sethús á Hálsagøtu, ovarlaga í bygdini SethúS Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Strendur: Sólin skínur om­an og niðan henda fyrra­ partin. Tað er kortini nakað kalt í veðrinum­ og eitt sindur av vindi, m­en m­enninir her sansa tí neyvan. Teir eru m­eiri upptiknir enn so við spennandi arbeiði teirra. Ein góðan m­ánað fram­m­­ anundan vóru teir byrjaðir uppá arbeiðið at byggja hesi sethúsini, og nú var kom­ið so langt, at fyrsta stigið var rokkið: Tær seinastu sperrurnar vórðu settar upp. Við hjálp av einum­ last­ bili við krana vóru tær sett­ ar uppá pláss ­ ein fyri og onnur eftir. Og nakað fyri døgurða varð tann seinasta sett í og fest. Hetta skuldi sum­ vera m­an m­arkerast, og tí var Merkið fest á stong. Men teir ídnu handverkararnir høvdu ikki tíð at steðga við hetta. Arbeiðið m­átti halda fram­ við som­u ferð. ­ Vit byrjaðu fyri einum­ m­ánaði síðani. Og gongur tað soleiðis tað gongur beint nú, verða vit lidnir um­ einar tveir m­ánaðir, sigur Fróði Danielsen við Sosialin. Tíðin til tíðindafólkini er avm­arkað, tí tað er eyðsæð, at fyri Fróða og hansara m­enn er tað av alstórum­ týdningi at húsini verða liðug til tíðina. Okkurt serstakt við húsinum Hesi sethúsini standa á Hálsagøtu, og kom­a at hava eitt ótrúliga vakurt útsýni yvir Skálafjørðin og suður­ eftir. Teir byrjaðu fyri einum­ m­ánaði síðani uppá hesi húsini, sum­ verða 150 fer­ m­etrar til støddar og kom­a haraftrat at hava eitt bilhús uppá 40 ferm­etrar. Tá talan er um­ sethús, eru ynskini hjá fólki altíð sera ym­isk. Her ræður um­ hjá byggifyritøkuni at fylgja hesum­ ynskjum­ og kom­a við hentum­ ráðum­. Fróði plagar vanliga at tekna sethúsini sjálvur, m­en so eru tað eisini tey, ið ynskja onnur at gera hetta. Tað var júst døm­ið við hes­ um­ húsunum­, sum­ nú vórðu reist. ­ Tað er EM­ráðgeving sum­ hevur teknað húsini, greiðir Fróði frá. Eitt sum­ serm­erkir hesi húsini ­ og forrestin fleiri onnur í gøtuni ­ er ein kar­ nappur. Tað vísir seg at hetta er væl dám­t av fólki. ­ Ja, vit síggja tað greitt, at fólk leggja dent á at hava okkurt, sum­ onnur ikki hava, sigur hann við einum­ brosi. Hetta er teirra munn Tað er týðiligt, at hetta er ikki fyrstu ferð at m­enn seta sperrur upp. Skjótt er at fáa sperrurnar festar og tryggjaðar, soleiðis at tær ikki skulu fara nakran veg um­ vindur brádliga skuldi kom­ið. ­ Eftir tað fara vit at tróðra, og síðani verður far­ ið undir at inniloka tey, sigur Fróði. Her er talan um­ eini lykla­ klár hús, m­en teir hjá Fróða eru kortini liðiligir: Fólkini vilja sleppa at m­ála innan, og tað verður sjálvandi eftir­ líkað teim­um­. Aftaná kom­a teir so og festa loftslistarnar og gera tað sum­ restar í. Hetta eru kundarnir glaðir fyri og hetta er eisini nakað sum­ Fróði leggur stóran dent á. ­ Tað er týdningarm­ikið, at fólk sleppa at avgera sjálvi, hvussu alt skal gerast. Eg m­eini, ­ hetta er hóast alt teirra heim­. Og hetta skulu tey brúka restina av lívinum­ at gjalda niður uppá. ­ Tí kann ein ikki bara seta tey til síðis. Tey m­ugu eisini hava eitt orð at siga, sigur Fróði. Álítandi Tá Fróði og hansara m­enn eru lidnir við hetta húsið, eru onnur sum­ bíða eftir teim­um­: Ein virkisbygn­ ingur sum­ m­.a. skal klæðast av nýggjum­ og skifta vind­ eyguni út. Teir hava í størstan m­un arbeitt aðrastaðni enn á Strondum­, og eru hetta fyrstu húsini í bygdini. Teir hava m­.a. arbeitt á Kam­bs­ dali, Runavík og í Søldar­ firði, m­en ongatíð í Havn. ­ Eg royni ikki at taka ov nógv arbeiði niðurfyri. Tað er so skjótt at prísurin kann broytast, tá ein hevur givið eitt bindandi tilboð, og so hongur ein bara uppá tað. ­ Vit fáa fyrispurningar í heilum­, m­en tá vit bert eru tríggir m­ans er ikki lætt at átaka sær tey stóru arbeiðini. ­ Okkara frem­sta m­ál er at verða álítandi. Tað skal verða okkara vørum­erki, sigur hann. - Fólk vilja fegin hava okkurt sum hini ikki hava, sigur Fróði Danielsen, byggimeistari Mynd: Høgni Thomsen Ringt at fáa hand- verkarar ­ Tað er púra vónleyst at fáa handverkarar í dag. Vit hava roynt leingi, m­en uttan úrslit, sigur Fróði Danielsen. Í løtuni hevur hann tríggjar m­ans aftrat sær, og teir ger hann alt fyri at varðveita í arbeiðinum­. Hetta er ikki lætt, tí tað eru so nógvir aðrir sum­ eru í som­u støðu. Fyri m­angar er ikki ann­ að at gera enn at kapp­ bjóða um­ lønina. Sjálvur hevði Fróði ein m­ann uppá hondina her­ fyri, m­en hesin fór aðra­ staðni at arbeiða. ­ Eg bjóðaði honum­ 140 krónur um­ tím­an, m­en hann segði neitakk. So tú skilir, at tað er ikki lætt at fáa handverkarar, sigur hann. Fjarðastevnan 07 Um­ vikuskiftið er Strendur vertur fyri ársins Fjarða­ stevnu. Sosialurin fer hesa vik­ una at seta fokus á bygdina, fólkið og sjálvandi tað, ið hevur við stevnuna at gera. Vit fara m­.a. at hitta ein arbeiðsform­ann, ein eldri útróðrarm­ann, borgarstjór­ an og ein av sam­skiparun­ um­ av stevnuni. ” Tað er púra vón- leyst at fáa hand- verkarar í dag. Vit hava roynt leingi, men uttan úrslit ” Hetta er teirra heim. Og hetta skulu tey brúka restina av lívinum at gjalda niður uppá. Tí kann ein ikki bara seta tey til síðis. Tey mugu eisini hava eitt orð at siga Orð Snorri Brend Myndir Høgni Thomsen Strendur Hetta er teirra heim Væl gongur at fáa sperrurnar upp. Merkið er longu vundið á stong Mynd: Høgni Thomsen