Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2007 Tá farmaskipið Lóm­ ur seinnapartin sun­ nu­dag­in varð á veg til Før­oya á vanligu rutu sí­ni sóu tey á brúnni eld og royk koma upp úr torninum á boripallinum Trans­oc­ean Rather, sum borar einans 8 fjórðingar frá før­ oys­ka markinum. Í desember 2004 kunn­ gjør­di Chevron, at tað hevði gjørt eitt stórt oljufund. Nógv bend­ ir nú á, at talan veru­ li­ga er um eitt stórt fund. Sosialurin kann í dag sum fyrsta blað nakranstaðni ví­sa fyrstu myndirnar frá hesi kollveltandi hend­ ing í oljuhøpi Oljuleiting Jan Múller jan@sosialurin.fo Tað kom óvart á manningina á føroyska farmaskipinum Ló­mi, tá skipið seinnapartin sun­nu­dag­in sigldi tætt fram­ við boripallinum Trans­oce­ an Rather stutt frá føroyska mark­in­um at síggja eld og royk fara upp úr torninum á pall­in­um. Tað er nevniliga on­gan­tíð áður í søguni hent, at kolvetni eru staðfest tvs. fram­leidd í hesum partinum av Atlantsmótinum, so norða­li­ga og so tætt upp at før­oy­sk­a markinum. Eitt av heimsins størstu olju­fe­ løg­­um, Chevron, sum er se­ra virkið á leiðunum mill­ um Føroyar og Hetland hev­ ur í skjótt eitt ár staðið fyri ei­ni sera spennandi bori­ verk­æt­lan, og sum nú eftir øll­um at døma sær út til at ha­va eydnast. Lómur uppdagaði test­ing Skiparin á Lómi, Amaliel Ha­ra­ld­s­en var sjálvur á brún­ni, tá teir komu tætt fram­við hesum kenda bori­ pall­in­um, har olju­veit­in­ga­­r­ skip­ið Bourbon Dolpin her­ fyri sakk. –Eg havi roynt at fylgt við í skrivingini í ser­ stak­li­ga Sosialinum, hvat hend­ir á oljuøkinum, og tað var tí hugaligt og forkunnugt at síggja eld og royk fara upp í luftina frá einum bori­ palli so norðaliga og so tætt við føroyska markið. Vit eru jú vanir at sigla framvið slík­um pallum í Norð­sjón­ um, men har eru tað kend olju­øki, har framleiðsla av ol­ju og gassi hevur verið lein­­gi sigur Amaliel, sum ik­ki kann krógva, at hann er fegnast um, at oljan nú lok­sins nærkast markinum. Teistin fyri 15 árum síðani Tað var annars í 1992, at tá­ve­r­an­di farma- og ferða­ man­na­skip­ið Teistin á sigl­ ing­ar­leið síni millum Før­oy­ ar og Aberdeen kom fram á bori­pall vestan fyri Hetland, har gasslogin stóð upp í loft. Tað var fyrsta livandi tek­in um, at olja varð funnin í einum nýggjum øki so nær við Føroyar. Seinni skul­di tað vísa seg, at júst eld­log­in har stavaði frá tí kom­an­di fyrstu framleiðandi olju­keld­uni á At­lants­mót­in­ um, nevniliga Foinaven. Boripallurin, sum Lómur sigl­di framvið sunnudagin, ligg­ur væl norðari enn olja og gass eru staðfest fyrr, og í einum øki, har basalt fjal­ir møguligar oljukeldur. Fy­ri oljuheimin er hetta ein sen­sa­tión og eins stór sum tann tíðliga í 90-unum, tá ol­ja varð funnin í Foina­ven­ øki­num vestan fyri Hetland. Fy­ri Føroyar kann hetta ve­ra sjálvur lykilin til at la­ta upp fyri higartil fjaldum ol­ju- og gasskeldum í undir­ grund­ini. At gass verður brent av á ein­um boripalli bendir á, at Chevron her er í ferð við at testa ella royndarframleiða ol­ju í eini keldu í undir­ grund­ini. Chevron boðaði ann­ars í 2004 frá, at tað hevði gjørt eitt ”significant”, týð­an­di fund á Rosebank/ Lock­nag­ar leiðini skamt frá før­oys­ka markinum, og at tað fór at bora metingar- og av­mark­ing­arbrunnar. Og í 2006 fór felagið saman við Stat­oil, OMV og DONG und­ir eina sera umfatandi bori­æt­lan nettupp á hesum øki. Tað er fyribils úrslitið av hesi boriætlan vit nú eru vit­ni til. Eftir at fyrsti brunn­ ur­in varð boraður vísti tað seg, at úrslitið varð positivt. Nú hevur so næsti brunnurin ver­ið boraður í eina tíð, og vit mugu meta, at hesin brunn­ur­in hevur verið so mik­ið væleydnaður, at Chev­ron og tess partnarar ha­va hildið tað vera rætt lon­gu nú at testa brunnin tvs. at framleiða nakað av kol­vet­ni fyri at vita, um her ver­u­liga er talan um eina stó­ra oljukeldu. Stóra ávirkan Rúni M. Hansen, stjóri í Stat­oil hevur fyrr úttalað seg um Rosebankkelduna. Tá Brugdubrunnurin á land­ grunn­inum vísti seg at vera turr­ur segði hann, at nú kun­ du metingarbrunnar á Rose­ bank­leiðini hinumegin mark­ið vera teir, sum fóru at avgera framtíðar lagnuna við oljuleiting við Føroyar. Tað er greitt, at oljukelda so tætt upp at markinum, kann fáa stóra ávirkan at kom­an­di leiting á føroyska landgrunninum. Somu feløg, sum standa fyri Rose­ bank­­k­elduni, fingu í 2. út­bjóð­ing lutað økini før­ oys­ku megin markið. Tað er ik­ki óhugsandi, at løgini brets­ku megin markið halda fram inn á føroyskt øki. So tað kann hugsast at vera saman­hangur millum oljuna í Rosebankkelduni og so mø­gu­lig­ar oljuleiðir hesu­ meg­in. Chevron hevur fyrr boð­að frá, at tað fór helst at bora í føroyskum øki tætt upp á Rosebank í 2008 ella 2009. Tað verður so heldur ik­ki útilokað, at Rose­bank­ keld­an heldur fram inn á før­oy­skt øki. Oljan sprýkir upp á markinum Tíðindaskrivið frá Chevron í desember 2004 um Rose- bank/Lochnagar fundið: "ChevronTexaco Corporation today announced that its United Kingdom subsidiary has made a significant oil and gas discovery at its offshore Rosebank/Lochnagar well (213/27-1Z) in the Faroe-Shetland Channel. The well, located in 1,100m of water and completed on August 30th 2004, encountered two oil and gas accu- mulations for a total net pay of 52 meters with oil quality ranging from 27-36 degrees API.   Non-associated gas was also encountered in the shallower reservoir.  The well, which was not tested, has been plugged and abandoned at a total depth of 3,607 meters.  Further drilling will be carried out to fully appraise the find." FAKTA Ítøkilig tekin eru nú um, at oljan nærkast Føroyum. Fyrstu ferð nakrantíð er olja og gass staðfest skamt frá føroyska markinum, í hesum førinum á bretskum øki einans 8 fjórðingar eystan fyri markið. Skiparin á Lómi, Amaliel Haraldsen tók hesa myndina sunnudagin seinnapartin, tá Lómur sigldi tætt framvið boripallinum Transocean Rather, sami pallur, sum skal bora Williambrunnin fyri BP, Shell og Anadarko á føroyska landgrunninum í heyst 278 mió. kr. fyri at spæla Harry Potter Daniel Radcliffe hevur í hesum døgum allar grundir at vera ein glaður drongur. 17 ára gamli Radcliffe, sum er kendur fyri at spæla Harry Potter, hevur nevniliga júst skrivað ein sáttmála, sum fær hann at spæla høvuðsleiklutin í filminum komandi tvey árini. Longu frammanundan henda risa upphæddin kemur á bankabókina, er Radcliffe ríkasti tannáringur í Onglandi. Danir økja um útlendska arbeiðsmegi Meðan tað í Føroyum ikki tykist at vera nøkur dámlig loysn, streymar útlendska arbeiðsmegin til Danmkarkar at arbeiða. Hetta vísir ein kanning hjá Rambøll Management. 23% av teirri spurdu fyritøkunum hava sett ein ella fleiri útlendingar í starv seinasta árið. Serliga eru tað donsku flutningsfyritøkurnar, ið velja at nýta útlendska arbeiðsmegi. Vit síggja hvussu tætt upp at føroyska markinum Rosebankkeldan liggur. Føroysku megin markið hava somu oljufeløg við Chevron og Statoil á odda loyvi at bora, og møguligar verður borurin settur í har longu í 2008