Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2007 Tá farmaskipið Lóm­ ur seinnapartin sun­ nudag­in varð á veg­ til Føroya á vanlig­u rutu sí­ni sóu tey á brúnni eld og­ royk koma upp úr torninum á boripallinum Transoc­ean Rather, sum borar einans 8 fjórðing­ar frá før­ oyska markinum. Í desember 2004 kunn­ g­jørdi Chevron, at tað hevði g­jørt eitt stórt oljufund. Nóg­v bend­ ir nú á, at talan veru­ lig­a er um eitt stórt fund. Sosialurin kann í­ dag­ sum fyrsta blað nakranstaðni ví­sa fyrstu myndirnar frá hesi kollveltandi hend­ ing­ í­ oljuhøpi Oljuleiting Jan Múller jan@sosialurin.fo Tað kom óvart á manningina á føroyska farmaskipinum Lómi, tá skipið seinnapartin sunnudagin sigldi tætt fram­ við boripallinum Transoce­ an Rather stutt frá føroyska markinum at síggja eld og royk fara upp úr torninum á pallinum. Tað er nevniliga ongantíð áður í søguni hent, at kolvetni eru staðfest tvs. framleidd í hesum partinum av Atlantsmótinum, so norðaliga og so tætt upp at føroyska markinum. Eitt av heimsins størstu oljufe­ løgum, Chevron, sum er sera virkið á leiðunum mill­ um Føroyar og Hetland hev­ ur í skjótt eitt ár staðið fyri eini sera spennandi bori­ verkætlan, og sum nú eftir øllum at døma sær út til at hava eydnast. Lómur uppdagaði testing Skiparin á Lómi, Amaliel Haraldsen var sjálvur á brúnni, tá teir komu tætt framvið hesum kenda bori­ pallinum, har oljuveitingar­ skipið Bourbon Dolpin her­ fyri sakk. –Eg havi roynt at fylgt við í skrivingini í ser­ stakliga Sosialinum, hvat hendir á oljuøkinum, og tað var tí hugaligt og forkunnugt at síggja eld og royk fara upp í luftina frá einum bori­ palli so norðaliga og so tætt við føroyska markið. Vit eru jú vanir at sigla framvið slíkum pallum í Norðsjón­ um, men har eru tað kend oljuøki, har framleiðsla av olju og gassi hevur verið leingi sigur Amaliel, sum ikki kann krógva, at hann er fegnast um, at oljan nú loksins nærkast markinum. Teistin fyri 15 árum síðani Tað var annars í 1992, at táverandi farma­ og ferða­ mannaskipið Teistin á sigl­ ingarleið síni millum Føroy­ ar og Aberdeen kom fram á boripall vestan fyri Hetland, har gasslogin stóð upp í loft. Tað var fyrsta livandi tekin um, at olja varð funnin í einum nýggjum øki so nær við Føroyar. Seinni skuldi tað vísa seg, at júst eldlogin har stavaði frá tí komandi fyrstu framleiðandi oljukelduni á Atlantsmótin­ um, nevniliga Foinaven. Boripallurin, sum Lómur sigldi framvið sunnudagin, liggur væl norðari enn olja og gass eru staðfest fyrr, og í einum øki, har basalt fjalir møguligar oljukeldur. Fyri oljuheimin er hetta ein sensatión og eins stór sum tann tíðliga í 90­unum, tá olja varð funnin í Foinaven­ økinum vestan fyri Hetland. Fyri Føroyar kann hetta vera sjálvur lykilin til at lata upp fyri higartil fjaldum olju­ og gasskeldum í undir­ grundini. At gass verður brent av á einum boripalli bendir á, at Chevron her er í ferð við at testa ella royndarframleiða olju í eini keldu í undir­ grundini. Chevron boðaði annars í 2004 frá, at tað hevði gjørt eitt ”significant”, týðandi fund á Rosebank/ Locknagar leiðini skamt frá føroyska markinum, og at tað fór at bora metingar­ og avmarkingarbrunnar. Og í 2006 fór felagið saman við Statoil, OMV og DONG undir eina sera umfatandi boriætlan nettupp á hesum øki. Tað er fyribils úrslitið av hesi boriætlan vit nú eru vitni til. Eftir at fyrsti brunn­ urin varð boraður vísti tað seg, at úrslitið varð positivt. Nú hevur so næsti brunnurin verið boraður í eina tíð, og vit mugu meta, at hesin brunnurin hevur verið so mikið væleydnaður, at Chevron og tess partnarar hava hildið tað vera rætt longu nú at testa brunnin tvs. at framleiða nakað av kolvetni fyri at vita, um her veruliga er talan um eina stóra oljukeldu. Stóra ávirkan Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil hevur fyrr úttalað seg um Rosebankkelduna. Tá Brugdubrunnurin á land­ grunninum vísti seg at vera turrur segði hann, at nú kun­ du metingarbrunnar á Rose­ bankleiðini hinumegin markið vera teir, sum fóru at avgera framtíðar lagnuna við oljuleiting við Føroyar. Tað er greitt, at oljukelda so tætt upp at markinum, kann fáa stóra ávirkan at komandi leiting á føroyska landgrunninum. Somu feløg, sum standa fyri Rose­ bankkelduni, fingu í 2. útbjóðing lutað økini før­ oysku megin markið. Tað er ikki óhugsandi, at løgini bretsku megin markið halda fram inn á føroyskt øki. So tað kann hugsast at vera samanhangur millum oljuna í Rosebankkelduni og so møguligar oljuleiðir hesu­ megin. Chevron hevur fyrr boðað frá, at tað fór helst at bora í føroyskum øki tætt upp á Rosebank í 2008 ella 2009. Tað verður so heldur ikki útilokað, at Rosebank­ keldan heldur fram inn á føroyskt øki. Oljan sprýkir upp á markinum Tíðindaskrivið frá Chevron í desember 2004 um Rose- bank/Lochnagar fundið: "ChevronTexaco Corporation today announced that its United Kingdom subsidiary has made a significant oil and gas discovery at its offshore Rosebank/Lochnagar well (213/27-1Z) in the Faroe-Shetland Channel. The well, located in 1,100m of water and completed on August 30th 2004, encountered two oil and gas accu- mulations for a total net pay of 52 meters with oil quality ranging from 27-36 degrees API. Non-associated gas was also encountered in the shallower reservoir. The well, which was not tested, has been plugged and abandoned at a total depth of 3,607 meters. Further drilling will be carried out to fully appraise the find." FAKTA Ítøkilig tekin eru nú um, at oljan nærkast Føroyum. Fyrstu ferð nakrantíð er olja og gass staðfest skamt frá føroyska markinum, í hesum førinum á bretskum øki einans 8 fjórðingar eystan fyri markið. Skiparin á Lómi, Amaliel Haraldsen tók hesa myndina sunnudagin seinnapartin, tá Lómur sigldi tætt framvið boripallinum Transocean Rather, sami pallur, sum skal bora Williambrunnin fyri BP, Shell og Anadarko á føroyska landgrunninum í heyst 278 mió. kr. fyri at spæla Harry Potter Daniel Radcliffe hevur í hesum døgum allar grundir at vera ein glaður drongur. 17 ára gamli Radcliffe, sum er kendur fyri at spæla Harry Potter, hevur nevniliga júst skrivað ein sáttmála, sum fær hann at spæla høvuðsleiklutin í filminum komandi tvey árini. Longu frammanundan henda risa upphæddin kemur á bankabókina, er Radcliffe ríkasti tannáringur í Onglandi. Danir økja um útlendska arbeiðsmegi Meðan tað í Føroyum ikki tykist at vera nøkur dámlig loysn, streymar útlendska arbeiðsmegin til Danmkarkar at arbeiða. Hetta vísir ein kanning hjá Rambøll Management. 23% av teirri spurdu fyritøkunum hava sett ein ella fleiri útlendingar í starv seinasta árið. Serliga eru tað donsku flutningsfyritøkurnar, ið velja at nýta útlendska arbeiðsmegi. Vit síggja hvussu tætt upp at føroyska markinum Rosebankkeldan liggur. Føroysku megin markið hava somu oljufeløg við Chevron og Statoil á odda loyvi at bora, og møguligar verður borurin settur í har longu í 2008