Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 124 - 2. juli 2007 Stutt sagt Kravdu demokrati Í hesum døgum eru tíggju ár, síðani bretar lótu Kina ræð­ið í Hongkong, og í gj­ár gingu fólk í tígg­ju­tús­ un­da­tali gingu kravgongu í býnum, har tey kravdu mei­ri demokrati. Tíggju ár­a galdi líktist annars mest einum grýludegi, men kravgongan vísti, at tað var ikki bara gleði aft­ an fyri gekkaskortarnar. Fólk savnaðust uttan fyri skriv­stov­ur­nar hjá myn­ dug­leik­unum undir her­ róp­in­um: Ein maður, ein at­kvøða. Tey, sum skipaðu fyri kravgonguni, søgdu, at umleið 70.000 fólk vó­ru í gonguni, men løg­ reg­lan sigur, at tey vóru 20.000 í tali. Galapagos fer illa ST-nevndin, sum heldur ey­ga við støðum, ið eru skrá­sett sum Heimsins Arv­ur, sigur nú, at tað ser­ merk­ta náttúruumhvørvið á Galapagosoyggjunum í Kyrra­hav­inum tolir ikki tey nógvu ferðafólkini, sum vitja oyggjarnar. Á hvør­jum ári vitja umleið 120.000 ferðafólk oygg­ jar­nar, og ótilvitað hava tey plantur og djór innan av meginlandinum við sær. ST sigur, at nú eru flei­ri innflutt plantu- og djóra­sløg í oyggjunum enn tey upp runaligu, og at 180 av teimum upp­ru­na­li­ g­u plantusløgunum eru í van­da. Nøgdir ís­ lend­ingar Ein meiningakanning vís­ ir, at veljararnir hjá teim­ um báðum sam­gon­gu­ flokk­­un­­um eru yvirhøvur nøgd­ir við tey, sum mann ta nýggju stjórnina hjá Geir H. Haarde, for­sæt­is­ ráð­harra. 80 prosent av vel­ja­ru­num hjá Sam­fylg­ ing­ini eru nøgdir, og 71 pro­sent av veljarunum hjá Sjál­f­stæði­sflokkinum siga tað sama. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -CIA, amerikanska fregnartænastan, er ikki annað enn ein heimsumfatandi drápsmaskina (Fidel Castro). útlond tíðindi -Vit fara ongantíð at slaka fyri yvirgangsmonnum, og bretar lata seg ikki ræða av slíkum, sigur Gordon Brown Bretar stúra fyri yvir­gangs­ at­sókn­um hvørja løtu, og myn­du­g­leikarnir hava sett øll tilbúgvingartiltøk í verk. BBC visti at siga í morgun, at løgreglan leitar eftir ein­ um ella fleiri monnum, sum verða settir í samband við teir, sum høvdu lagt bumbur í tveir bilar í London frígg­ ja­dag­in, og sum søktu at flog­havn­ini í Glasgow leyg­ ar­dag­in. Higartil hevur løgreglan hand­tik­ið fimm fólk. Løg­ reg­lan sigur, at øll eru upp ­ ru­na­liga úr Miðeystri, og at ein kvinna er millum tey tik­ nu. Júst teirra upp runi hev­ ur fingið øði í nógvar bretar, og myndugleikarnir hava inni­l­iga heilt á fólk um ikki at gera seg inn á muslimar. Peter Clarke, sum stendur á odda fyri teirri serligu brets­ku yvirgangs­løg­reg­lu­ ni, sigur við BBC, at tað er at kalla eingin ivi um, at sam­band er millum bum­bur­ nar í London og atsóknina í Glas­gow. Hann sigur seg ha­va góðar vónir um, at løg­ regl­an fer at loysa málið, sum hann málber seg. Harðlig byrjan Gordon Brown hevði ikki mei­ri enn sett seg í fors­æt­is­ ráð­harrastólin í Downing Street, tá løgreglan kunn­ gjør­di, at hon hevði funnið ei­na bumbu í einum bili í Lond­on. Stutt eftir bleiv enn ein bumba funnin í høv­ uðs­stað­num, og leygardagin ren­du yvirgangsmenn ein brenn­an­di bil inn í høvuðs­ dyr­nar á flogvøllinum í Glas­gow. -Vit vita, at yvir­gangs­ menn­in­ir hava tilknýti til al-Qaeda. Men teir skulu vi­ta, at vit slaka ikki, og at vit lata okkum ikki ræða, segði Gordon Brown í sam­ røðu við BBC í gjár. Bretsku fjølmiðlarnir eru á einum máli um, at Gordon Brown kláraði ta óvæntaðu av­bjóð­ingina væl, men teir eru eisini samdir um, at tað var munur á at hoyra hann og at hoyra Tony Blair, tá Lond­on varð álopin fyri tveim­um árum síðani. -Hann er ikki so smidligur sum Blair, men tað er myn­ du­g­leiki aftan fyri orð han­ sa­ra, skrivar BBC á heima­ síð­uni. -Vit lata okkum ikki ræða Gordon Brown: -Bretar lata seg ikki ræða Danir eru farnir í víking. Víkingaskipið "Havhingsten" er á veg til Írlands. "Havhingsten", sum er eitt sokallað langskip, er smíðað eftir tí kenda víkingaskipinum, sum kom undan kavi í Roskildefjørðinum í 1962, har tað sambært fornfrøðingum hevði ligið í eini 950 ár. Í gjár setti "Havhingsten" segl, og við 65 fólkum innanborða setti skipið kós ímóti Dublin í Írlandi. Skipari er Carsten Hvid, og hann hevur sagt, at ferðin til írska høvuðsstaðin fer ætlandi at taka hálvanannan mánað. Teinurin úr Roskilde til Dublin er góðar 1.000 fjórðingar. Nógv fólk vóru komin saman at siga víkingaskipinum farvæl, og teirra millum var írski umhvørvismálaráðharrin, Dick Roche. -Hesafrerð eru tit vælkomin til Írlands, segði hann brosandi, tá hann beyð manningini á "Havhingsten" færvæl og ynskti teimum góðan byr. Víkingar aftur á ferð »Havhingsten« er 30 metrar langt víkingaskip, og tað hevur tikið sjey ár at smíða skipið