Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 124 - 2. juli 2007 Stutt Sagt Kravdu demokrati Í hesum døgum eru tíggju ár, síðani bretar lótu Kina ræðið í Hongkong, og í gjár gingu fólk í tíggjutús­ undatali gingu kravgongu í býnum, har tey kravdu meiri demokrati. Tíggju ára galdi líktist annars mest einum grýludegi, men kravgongan vísti, at tað var ikki bara gleði aft­ an fyri gekkaskortarnar. Fólk savnaðust uttan fyri skrivstovurnar hjá myn­ dugleikunum undir her­ róp­inum: Ein maður, ein atkvøða. Tey, sum skip­aðu fyri kravgonguni, søgdu, at umleið 70.000 fólk vóru í gonguni, men løg­ reglan sigur, at tey vóru 20.000 í tali. Galapagos fer illa ST­nevndin, sum heldur eyga við støðum, ið eru skrásett sum Heimsins Arvur, sigur nú, at tað ser­ merkta náttúruumhvørvið á Galap­agosoyggjunum í Kyrrahavinum tolir ikki tey nógvu ferðafólkini, sum vitja oyggjarnar. Á hvørjum ári vitja umleið 120.000 ferðafólk oygg­ jarnar, og ótilvitað hava tey p­lantur og djór innan av meginlandinum við sær. ST sigur, at nú eru fleiri innflutt p­lantu­ og djórasløg í oyggjunum enn tey up­p­runaligu, og at 180 av teimum up­p­runali­ gu p­lantusløgunum eru í vanda. Nøgdir ís­ lendingar Ein meiningakanning vís­ ir, at veljararnir hjá teim­ um báðum samgongu­ flokkunum eru yvirhøvur nøgdir við tey, sum mann ta nýggju stjórnina hjá Geir H. Haarde, forsætis­ ráðharra. 80 p­rosent av veljarunum hjá Samfylg­ ingini eru nøgdir, og 71 p­rosent av veljarunum hjá Sjálfstæðisflokkinum siga tað sama. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -CIA, amerikanska fregnartænastan, er ikki annað enn ein heimsumfatandi drápsmaskina (Fidel Castro). útlond tíðindi -Vit fara ongantíð at slaka fyri yvirgangsmonnum, og bretar lata seg ikki ræða av slíkum, sigur Gordon Brown Bretar stúra fyri yvirgangs­ atsóknum hvørja løtu, og myndugleikarnir hava sett øll tilbúgvingartiltøk í verk. BBC visti at siga í morgun, at løgreglan leitar eftir ein­ um ella fleiri monnum, sum verða settir í samband við teir, sum høvdu lagt bumbur í tveir bilar í London frígg­ jadagin, og sum søktu at floghavnini í Glasgow leyg­ ardagin. Higartil hevur løgreglan handtikið fimm fólk. Løg­ reglan sigur, at øll eru up­p­­ runaliga úr Miðeystri, og at ein kvinna er millum tey tik­ nu. Júst teirra up­p­runi hev­ ur fingið øði í nógvar bretar, og myndugleikarnir hava inniliga heilt á fólk um ikki at gera seg inn á muslimar. Peter Clarke, sum stendur á odda fyri teirri serligu bretsku yvirgangsløgreglu­ ni, sigur við BBC, at tað er at kalla eingin ivi um, at samband er millum bumbur­ nar í London og atsóknina í Glasgow. Hann sigur seg hava góðar vónir um, at løg­ reglan fer at loysa málið, sum hann málber seg. Harðlig byrjan Gordon Brown hevði ikki meiri enn sett seg í forsætis­ ráðharrastólin í Downing Street, tá løgreglan kunn­ gjørdi, at hon hevði funnið eina bumbu í einum bili í London. Stutt eftir bleiv enn ein bumba funnin í høv­ uðsstaðnum, og leygardagin rendu yvirgangsmenn ein brennandi bil inn í høvuðs­ dyrnar á flogvøllinum í Glasgow. ­Vit vita, at yvirgangs­ menninir hava tilknýti til al­Qaeda. Men teir skulu vita, at vit slaka ikki, og at vit lata okkum ikki ræða, segði Gordon Brown í sam­ røðu við BBC í gjár. Bretsku fjølmiðlarnir eru á einum máli um, at Gordon Brown kláraði ta óvæntaðu avbjóðingina væl, men teir eru eisini samdir um, at tað var munur á at hoyra hann og at hoyra Tony Blair, tá London varð álop­in fyri tveimum árum síðani. ­Hann er ikki so smidligur sum Blair, men tað er myn­ dugleiki aftan fyri orð han­ sara, skrivar BBC á heima­ síðuni. ­Vit lata okkum ikki ræða Gordon Brown: -Bretar lata seg ikki ræða Danir eru farnir í víking. Víkingaskipið "Havhingsten" er á veg til Írlands. "Havhingsten", sum er eitt sokallað langskip­, er smíðað eftir tí kenda víkingaskip­inum, sum kom undan kavi í Roskildefjørðinum í 1962, har tað sambært fornfrøðingum hevði ligið í eini 950 ár. Í gjár setti "Havhingsten" segl, og við 65 fólkum innanborða setti skip­ið kós ímóti Dublin í Írlandi. Skip­ari er Carsten Hvid, og hann hevur sagt, at ferðin til írska høvuðsstaðin fer ætlandi at taka hálvanannan mánað. Teinurin úr Roskilde til Dublin er góðar 1.000 fjórðingar. Nógv fólk vóru komin saman at siga víkingaskip­inum farvæl, og teirra millum var írski umhvørvismálaráðharrin, Dick Roche. ­Hesafrerð eru tit vælkomin til Írlands, segði hann brosandi, tá hann beyð manningini á "Havhingsten" færvæl og ynskti teimum góðan byr. Víkingar aftur á ferð »Havhingsten« er 30 metrar langt víkingaskip, og tað hevur tikið sjey ár at smíða skipið