Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2007 Elin Josefina Smith framsýning Í gjár lat Kildegårdens Kunstforening í Skanderborg upp framsýning í hølunum á Kildegården við føroysku listarkvinnuni Elini Josefinu Smith. Framsýningin í Kildegården, ið liggur við Skanderborg í Jútlandi hongur uppi í juli og august. Elin er upprunaliga úr Sandavági, men býr nú í einum lítlari bygd í Jútlandi. Hon hevði sína fyrstu sýning í 1985. Hetta var tvey ár áðrenn hon byrjaði á sniðgevingarskúlanum, Margrete Skolen í Keyp­manna­ havn. Elin hevur gingið átta ár á kvødlskúla og lært seg til Croquise tegning, keramik og grafik. I 1997 gekk Elin á listaháskúlanum í Holbæk. Og í 1998 fór hon á myndaskúlan í Keypmannahavn. Til ber at síggja dømi um listina hjá Elni á sitecenter.dk/ejs. Í heyst hevur Elin fleiri sýningar á skránni. Google fær atfinningar Hóast risa heimasíðan Google er sera hent hjá flest øllum fólkum, eru ikki bert góð orð at bera síðuni. Tað vil ið hvussu er eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Google vera við, sum nú gevur av álvara gevur fyrrverandi arbeiðsgevara sínum okkurt at tyggja uppá. Hann letur fortelja, at hóast arbeiðsdagurin er frá kl.10-18 hvønn dag, er lítið og einki at gera. Hinvegin letur fyritøkan fleiri sita hartarbeiðandi við hús. Eisini lýsir maðurin ringu umstøðurnar á arbeiðs­pláss­in­ um. Tann nú fyrrverandi Google-arbeiðarin starvast nú hjá Microsoft. Í hesum døgum bjóð­ ar Tjóðpallur Føroya føroyingum upp í ein buss, har sjónleikurin »Náttin áðrenn skógin« verður spæld­ ur. Hugskotið er geni­alt. Hvar eru vit meira saman uttan at tosa við hvønn annan enn í einum bussi? Og hvat gera vit, tá ein ørur maður brýtur allar óskrivaðar lóg­ ir og fer at rópa í bussinum? UMMÆLI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Vit kenna øll støðuna. Vit sita í bussinum. Vilja kanska helst sita í frið og náð­um. Men so kemur onk­ ur, sum byrjar at práta. Sig­ ur sína meining um, hvussu ótrúliga langt úti tað heila er. Hví eingin ger okkurt við tað. Politikararnir um ikki annað. Ella onkur ann­ ar. Bara onkur... Í hesum døgum spælir Bárð­ur Persson sjónleikin »Náttin áðrenn skógin«. Og lat tað vera sagt beinanvegin. Leikurin er ein uppliving! Tað vildi bæði verið ov tor­ført og hevði oyðilagt eina góða sjónleika­uppliv­ ing, um vit fóru ov nógv út í æsir við sjálvari søgu­gongd­ ini í hesum ummæl­in­um. Leik­urin er nevniliga næst­ an líka ørligur sum høv­uðs­ persónurin. Orðini floyma úr bæði vitskuni og dul­vitsk­ uni á høvuðs­persón­inum. Bárður Perssson dugir nevniliga væl at vera hesin ótrúliga strævni, keðiligi og ótiltalandi maðurin, ið er óður inn á so nógv og móð­ ur av øllum, og sum ikki stóð so frammarlaga í raðn­ um, tá fólkaeydna og situ­ati­ ónsfernemmilsi vórðu býtt út. Høvuðspersónurin finst at øllum, sum eru í parti við hinum, líkasum øll hini, sum hann sjálvur sigur tað. Óvæntaðar kulissur og statistar Hóast »Náttin áðrenn skóg­ in« varð skrivaður longu fyri góðum 30 árum síðani, havi eg latið mær fortalt, at hetta er fyrstu ferð, at hann verður framførdur í einum bussi. Og tað má sigast at vera væl funnið uppá. Áskoðararnir standa og bíða í Steinatúni, har tey fara upp í ein reyðan bý­ buss. Og so byrjar ein ferð inn í eitt viðkvæmt sinni, inn i ein fleirdimensionellan sjónleik og inn í eina øðrvísi uppliving av Havnini. Heitið »tjóðpallur« fær ein nýggjan týdning, tá tey ymsu støðini í høvuðs­stað­ num verða brúkt sum um­ hvørvi ella kulissur, og tað er stuttligt, tá fleiri kend­ar havnarmyndir, sum neyv­an hava verið ætlaðar í hand­rit­ inum, síggjast gjøgn­um buss­vindeygað. Ja, fólk høvdu hug at flenna, tá ein kendur handilsmaður sjálvt premiurukvøldið stóð úti á gøt­uni og stoypti trappu, með­an bussurin bíðaði eftir grøn­um ljósi, ella tá ein kend­ur lesarabrævskrib­entur og fyrrverandi gøtu­sóp­ari heil­ar tvær ferðir rann fram­ við bussinum og av tilvild bleiv statistur. Men eisini kropsmálið og eygna­bráini, sum høvuðs­leik­ar­in sendi ym­iskum støð­um og bygn­ ingum í Havnini kundu siga sítt sum tigandi samfelags­ viðmerkingar. Havnin fekk eina nýggja dimensión. Og tað fekk sjón­leikurin eisini. Ikki bara hesin sjónleikurin, men sjálv leiklistin, ið Bárð­ ur Persson og hansara fólk eksperimentera við í hesum verkinum. Stílir og nuansur í málinum Tað lætta talumálið, ið Bárð­ ur Persson sum týðari sjálv­ ur hevur megnað og torað at funnið at skapt í umset­ ingini, elva fram ein stíl og eitt lag í føroyska málinum, ið sjáldan fær innivist í skrift­ málinum ella tí al­menna rúm­inum sum heild. Nuans­ urnar í tí før­oyska málinum, ella teimum føroysku mál­un­ um, sum handritið fær fram, ger, at áskoðararnir verða drignir inn í heimin hjá høvuðs­per­són­inum - hesum einsamalla fremmand­arbeið­ ar­ar­num, sum er so einsa­ mallur í tí stóru fjøldini. Tí sjálvt í kollektivari ferðslu er einsemi og still­ standur. Tað er syrgiligt. Tað er stórbýarveruleiki. Men tað er eisini stuttligt, frekt og fúlt, tá tað er framført av Bárði Persson og leikstórnað av Hans Tórgarð. Fyri øll Orðið bussur kemur av orðinum omnibus, ið merkir »fyri øll«. »Náttin eftir skógin« kann erta onkran, men leik­ ur­in er fyri øll, tí evnið er alment og menniskjasligt, og leikritið krevur ikki tær stóru tillagingarnar, alt eftir hvar hann verður spældur. Tí hevði tað kanska verið eitt hugskot, um Tjóð­pall­ur­ in fór kring landið við hes­ um leikinum, hóast ment­an­ ir­nar og farleiðirnar kring okk­ara lítla oyggjaland kunnu vera ymiskar. Leik­ur­ in verður jú spældur í einum bussi. Tó skulu ruturnar hóska til replikkir og hand­rit ann­ars, og tað er ótrúligt, at leikarin, busssjaufførurin (Óli G. Samuelsen) og leik­ stjórin hava fingið alt at hósk­að saman – tað kann neyv­­an vera lætt at spæla ein­ ­mans­leik í einum býbussi. Men sum sagt áttu øll at sæð hendan leikin. Vit hava jú øll roynt tað. Hendan mannin, ið byrjar at tosa í bussinum, og prikar hol á alt tað, tú ikki væntar, ber til at gera í millum fólk. Spurningurin er, hvat vit gera við hendan mannin. Tí sum hann sjálvur sigur, so eru øll í hinum partinum, líka sum øll hini. Takk fyri, Bárður Pers­ son. Tað er kanska eitt stórt orð at brúka, men avrikið er framúrskarandi. ...tey sum eru í hinum partinum líka sum øll hini... Bárður Persson kemur sera væl frá einmansleikinum, hann spælir í hesum døgum. Leikurin fer fram í einum býbussi, sum koyrir runt í Havnini Mynd: Sunva Lassen