Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2007 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur noterað sær, at fleiri av viðmerkjarunum nú hava gjørt seg til ivarar í sambandi við tunnilin í Sandoynna. - Tað var nú altíð væntandi, soleiðis virkar politiska skipanin nú einaferð, sigur landsstýrismaðurin FARLEIÐIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í Sosialinum og øðrum fjøl­ miðlum farnu dagarnar hava fleiri tingfólk gjørt við­ merkingar til ætlaða fasta sambandið í Sandoynna. Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður hevur noterað sær, at fleiri av viðmerkjar­ unum nú hava gjørt seg til ivarar í sambandi við tunn­ ilin í Sandoynna. – Tað var nú altíð vænt­ andi, soleiðis virkar polit­ iska skipanin nú einaferð. Tað er altíð lætt at skora nøkur poeng upp á bekostn­ ing av tí arbeiði sum ein landsstýrismaður ger, sigur Bjarni Djurholm, sum ann­ ars vísir á, at Sandoyartunn­ ilin er partur av samgongu­ avtaluni og at eitt samt løg­ ting á tveimum fíggjarlóg­ um hevur játtað Vinnumála­ ráðnum pening at gera alt neyðuga forarbeiðið til tunnilin í Sandoynna. Løgtingið hevur sostatt farnu árini verið fult greitt yvir, at tunnil í Sandoynna er eitt ovurstórt projekt, sum, umvegis eitt partafel­ ag, fer at leggja hald á stór­ ar árligar játtanir í rúma tíð framyvir. Annars heldur Bjarni Djurholm, at um vit síggja tunnilin sum eina íløgu fyri Sandoynna og bert meta um hana í ljósinum í tíðarbilin­ um, har landið árliga skal rinda 60 mio kr, so er iva­ samt um tað er ráðiligt at fara undir projektið. – Um vit hinvegin skoða tunnilin í Sandoynna sum eina íløgu í sunnaru Føroy­ ar, har Suðuroyggin fær stytt siglingarfarleiðina til megin­ økið við útvið eini helvt, at Sandoyggin sostatt verður eitt nýtt knútapunkt til meg­ inøkið, og vit annars seta íløguna í eitt langtíðarper­ spektiv, so sær íløgan rætti­ liga skilagóð út. Os soleiðis eigur hon at vera lýst, heldur Bjarni Djurholm. Sami leistur Onkur politikari hevur krit­ iserað ætlanina at leggja Sandoyartunnilin í parta­ felag. Til tað sigur Bjarni Djurholm, at her er júst sami leistur valdur sum í hinum undirsjóvartunnlun­ um. Tað er als ikki talan um at stovna partafelag, sum fer at geva undirskot, tað er ein missskiljing. ­ Munurin millum hinar undirsjóvartunnlarnar og Sandoyartunnilin er, at fyrru tunnlarnir eru bíligari við meira ferðslu sum ger, at landið ”bert” hevur skot­ ið um tveir triðingar av íløg­ uni í tey partafeløgini, með­ an restin er fíggjað yvir nýtslugjøldini. Í Sandoynna er munurin tann, at talan er um dýrari verkætlan við minni ferðslu sum ger, at landskassans innskotspartur í partafelagið verður væl omanfyri 90%, sigur Bjarni Djurholm. – Útrokningar vísa, at inn­ tøkurnar frá nýtslugjøldum undir Skopunarfirði í mesta mun fara at rinda raksturin í felagnum og bert smávegis til at gjalda kapitalkostnað, sigur Bjarni Djurholm, sum vísir aftur, at talan er um at stovna partafelag, sum fer at geva hall. Tí er samanberingin við Hovstunnilin eisini skeiv. Fyri trimum árum síðani varð politisk avgerð tikin um at gera tann tunnilin. Í samband við fíggjarlógarar­ beiðið bað Bjarni Djurholm tá um neyðuga peningin, men undir politisku viðgerð­ ini í landsstýrinum, varð játt­ anin minkað í eina helvt, sum var ov lítið at gera tað tunnilsarbeiðið fyri. ­ Tí var partafelagsloysnin tikin fram, sigur Bjarni Djur­ holm, sum eisini tá helt, at talan var um eina kreativa, men tó pragmatiska loysn. Uttanum íløgukarmin Í fíggjarnevndini var ikki undirtøka fyri partafelags­ loysnini. Serliga vóru sam­ bandsumboðini ímóti og endin var, at løgtingið játt­ aði alla upphæddina upp á vanligan hátt. Tað heldur landsstýrismaðurin eisini vera nógv betri loysnina. Verður Sandoyartunnilin hinvegin gjørdur sum traditi­ onell íløga av íløgujáttanini hjá Vinnumálarádnum, krevj­ ast útvið 200 mio árliga í eini fýra ár. Tað kann sjálv­ sagt gerast, men skal íløgu­ karmurin upp á um 250 mio kr árliga haldast, so verður lítið og einki til annað íløgu­ virksemi. So tann loysnin er lítið hugsandi. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at valið at leggja íløgur í partafelag ger, at landið kann fremja verk­ ætlanir, sum annars neyvan høvdu verið gjørdar. Bestu dømini eru Vága­ og Norð­ oyartunnlarnir. Hvør vildi verið teir fyri uttan í dag, kann vera spurt? Eisini hevur løgtingið tikið avgerð um, at Tekniski Skúlin í Tórshavn verður gjørdur umvegis veðhaldi fyri skúlabyggingini. Hetta er gjørt, tí løgtingslóg heim­ ilar tí og eisini fyri, at henda alneyðuga íløga ikki skal seinka øðrum neyðugum íløgum á tronga íløgukarm­ inum. ­ Løgtingið má hava tað álit á sær sjálvum, at avgerð­ ir verða tiknar á íløguøkin­ um, sum yvir ár fara at vísa seg at vera búskaparliga skilagóðar og samfelagsliga mennandi. Hetta verður brúkt í grannalondunum, so hví ikki eisini í Føroyum? Við sunnari fornuft verður landið best útbygt, nýta vit teir møguleikar sum eru – við skili, sjálvandi, sigur Bjarni Djurholm. Teir privatu Annars vísir Bjarni Djur­ holm á, at játtanin til undir­ sjóvartunnlarnar hevur øll árini higartil verið uttanfyri íløgujáttanina hjá Vinnu­ málaráðnum. Í nøkur ár herfyri, áðrenn Vágatunnilin varð útgoldin, játtaði løg­ tingið 52,5 mio kr árliga. Nú er tann játtanin 32,5 mio kr til Norðoyartunnilin, sum verður burtur av fíggjar­ lógini um fá ár. ­ Vil løgtingið játta gerð av tunnli til Sandoyar, so skal løgtingið sostatt játta um 30 mio kr meira árliga tá Norðoyartunnilin er gold­ in, enn gjørt verður í dag. Tað er tað politska valið sum gerast skal, og sum sjálvsagt ikki hevur verið nøkrum ókunnugt, tá løg­ tingið samlað hevur játtað pening til alt forarbeiðið til Sandoyartunnilin, sigur landsstýrismaðurin. Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður, vísir eisini á, at ringvirkningarnir av tunn­ ilsgerð svara til ávirkanina, sum eitt meðal til lítið flaka­ virki hevur á búskapin. Frá hinum undirsjóvartunnlun­ um vita vit, at arbeiðini, í mun til samlaðu íløguna, eru lítið mannkrevjandi, og at árinini á búskapin tí er samsvarandi avmarkað. At enda vísir Bjarni Djur­ holm á, at kanska besta sam­ ferðsluíløgan nakrantíð, verður tunnilin undir Tangafirði, sum fer at geva sera stórt íkast til búskapin. Útrokningarnar vísa, at við varliga mettari ferdslu, verð­ ur eginpeningsavkastið um 15% árliga. Talan verður sostatt um einar 20 til 30 mió. kr um árið. – Tað vera privatir, sum fara at gera íløguna og taka teir tí eisini á seg váðan við íløguni. Hevði løgtingið hin­ vegin tikið stig til at alment partafelag gjørdi tunnilin og alt hevði gingið sum fram­ rokningarnar vísa, so kundi árliga avkastið, saman við upphæddini sum í dag verð­ ur játtað til Norðoyartunnilin, yvir eini 30 ár møguliga bæði fíggjað Sandoyartunnil­ in og nýggjan flogvøll á Glyvursnesi/Søltuvík, sigur Bjarni Djurholm. Sami leistur nýttur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at fíggingin av møguligum Sandoyartunli verður eftir júst sama leisti, sum hinir undirsjóvartunlarnir eru fíggjaðir eftir MaJazz komið til Føroya Danska kórið MaJazz er í dag komið til Føroya, her tey fara at hava tríggjar framførslur. Danska kórið fer at hava tríggjar framførslur í Føroyum. Í annaðkvøld kl.19.30 fer kórið at framføra saman við føroyska Vox í Noðurlandahúsinum. Mánakvøldið fer kórið suður í Vágs Kirkju at hava framførslu, meðan kórið endar konsertferð síni í Christianskirkjuni hóskvøldið 5. juli. Kórið, sum serliga er kent í Sælandi, telur umleið hálvthundrað kórsangarar. Google fær atfinningar Hóast risa heimasíðan Google er sera hent hjá flest øllum fólkum, eru ikki bert góð orð at bera síðuni. Tað vil ið hvussu er eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Google vera við, sum nú gevur av álvara gevur fyrrverandi arbeiðsgevara sínum okkurt at tyggja uppá. Hann letur fortelja, at hóast arbeiðsdagurin er frá kl.10­18 hvønn dag, er lítið og einki at gera. Hinvegin letur fyritøkan fleiri sita hartarbeiðandi við hús. Eisini lýsir maðurin ringu umstøðurnar á arbeiðsplássinum. Tann nú fyrrverandi Google­arbeiðarin starvast nú hjá Microsoft.