Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2007 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur noterað sær, at fleiri av viðmerkjarunum nú hava gjørt seg til ivarar í sambandi við tunnilin í Sandoynna. - Tað var nú altíð væntandi, soleiðis virkar politiska skipanin nú einaferð, sigur landsstýrismaðurin FARLEIÐIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í Sosialinum og øðrum fjøl­ miðlum farnu dagarnar hava fleiri tingfólk gjørt við­ merkingar til ætlaða fasta sambandið í Sandoynna. Bjarni Djurholm, lands­ stýr­is­maður hevur noterað sær, at fleiri av viðmerkj­ar­ un­um nú hava gjørt seg til iv­arar í sambandi við tunn­ ilin í Sandoynna. – Tað var nú altíð vænt­ andi, soleiðis virkar pol­it­ iska skip­anin nú einaferð. Tað er altíð lætt at skora nøkur poeng upp á bekostn­ ing av tí arbeiði sum ein lands­­stýr­is­maður ger, sigur Bjarni Djurholm, sum ann­ ars vísir á, at Sandoyar­tunn­ ilin er partur av samgongu­ av­taluni og at eitt samt løg­ ting á tveim­um fíggjar­lóg­ um hev­ur játtað Vinnu­mála­ ráðnum pening at gera alt neyðuga forarbeiðið til tunnilin í Sandoynna. Løgtingið hevur sostatt farnu árini verið fult greitt yvir, at tunnil í Sandoynna er eitt ovurstórt projekt, sum, umvegis eitt parta­fel­ ag, fer at leggja hald á stór­ ar árligar játtanir í rúma tíð framyvir. Annars heldur Bjarni Djur­holm, at um vit síggja tunnilin sum eina íløgu fyri Sandoynna og bert meta um hana í ljósinum í tíðarbil­in­ um, har landið árliga skal rinda 60 mio kr, so er iva­ samt um tað er ráðiligt at fara undir projektið. – Um vit hinvegin skoða tunn­ilin í Sandoynna sum eina íløgu í sunnaru Føroy­ ar, har Suðuroyggin fær stytt siglingarfarleiðina til megin­ økið við útvið eini helvt, at Sandoyggin sostatt verður eitt nýtt knútapunkt til meg­ in­økið, og vit annars seta íløguna í eitt lang­tíðar­per­ spektiv, so sær íløgan rætti­ liga skilagóð út. Os so­­leiðis eigur hon at vera lýst, heldur Bjarni Djurholm. Sami leistur Onkur politikari hevur krit­ is­erað ætlanina at leggja Sand­oyartunnilin í parta­ felag. Til tað sigur Bjarni Djurholm, at her er júst sami leistur valdur sum í hin­um undirsjóvar­tunnl­un­ um. Tað er als ikki talan um at stovna partafelag, sum fer at geva undirskot, tað er ein missskiljing. - Munurin millum hinar undirsjóvartunnlarnar og Sand­oyartunnilin er, at fyrru tunnlarnir eru bíligari við meira ferðslu sum ger, at landið ”bert” hevur skot­ ið um tveir triðingar av íløg­ uni í tey partafeløgini, með­ an restin er fíggjað yvir nýtslu­gjøldini. Í Sandoynna er munurin tann, at talan er um dýrari verkætlan við minni ferðslu sum ger, at lands­kassans innskotspartur í partafelagið verður væl oman­fyri 90%, sigur Bjarni Djurholm. – Útrokningar vísa, at inn­ tøkurnar frá nýtslu­gjøld­um undir Skopunarfirði í mesta mun fara at rinda rakst­urin í felagnum og bert smávegis til at gjalda kap­ital­kostnað, sigur Bjarni Djur­holm, sum vísir aftur, at talan er um at stovna parta­felag, sum fer at geva hall. Tí er samanber­ingin við Hovs­­tunnilin eisini skeiv. Fyri trimum árum síðani varð politisk avgerð tikin um at gera tann tunnilin. Í sam­­band við fíggjar­lógar­ar­ beið­ið bað Bjarni Djur­holm tá um neyðuga pening­in, men undir politisku við­gerð­ ini í landsstýrinum, varð játt­ an­in minkað í eina helvt, sum var ov lítið at gera tað tunnilsarbeiðið fyri. - Tí var partafelagsloysnin tikin fram, sigur Bjarni Djur­ holm, sum eisini tá helt, at talan var um eina kreat­iva, men tó pragmatiska loysn. Uttanum íløgukarmin Í fíggjarnevndini var ikki undir­tøka fyri parta­fel­ags­ loysnini. Serliga vóru sam­ bands­umboðini ímóti og endin var, at løgtingið játt­ aði alla upphæddina upp á vanligan hátt. Tað heldur landsstýrismaðurin eisini vera nógv betri loysnina. Verður Sandoyartunnilin hinvegin gjørdur sum trad­iti­ on­ell íløga av íløgu­játt­anini hjá Vinnumálarádnum, krevj­ ast útvið 200 mio ár­liga í eini fýra ár. Tað kann sjálv­ sagt gerast, men skal íløgu­ karm­urin upp á um 250 mio kr árliga hald­ast, so verður lítið og einki til annað íløgu­ virk­semi. So tann loysnin er lítið hugsandi. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at valið at leggja íløg­ur í partafelag ger, at land­ið kann fremja verk­ ætlanir, sum annars neyvan høvdu verið gjørdar. Bestu dømini eru Vága- og Norð­ oyartunnlarnir. Hvør vildi verið teir fyri uttan í dag, kann vera spurt? Eisini hevur løgtingið tikið avgerð um, at Tekniski Skúlin í Tórshavn verður gjørd­ur umvegis veðhaldi fyri skúlabyggingini. Hetta er gjørt, tí løgtingslóg heim­ ilar tí og eisini fyri, at henda al­neyðuga íløga ikki skal seinka øðrum neyðugum íløg­­um á tronga íløgukarm­ inum. - Løgtingið má hava tað álit á sær sjálvum, at av­gerð­ ir verða tiknar á íløgu­øk­in­ um, sum yvir ár fara at vísa seg at vera búskaparliga skilagóðar og samfelagsliga mennandi. Hetta verður brúkt í grannalondunum, so hví ikki eisini í Føroyum? Við sunnari fornuft verður landið best útbygt, nýta vit teir møguleikar sum eru – við skili, sjálvandi, sigur Bjarni Djurholm. Teir privatu Annars vísir Bjarni Djur­ holm á, at játtanin til undir­ sjóvartunnlarnar hevur øll árini higartil verið uttanfyri íløgujáttanina hjá Vinnu­ málaráðnum. Í nøkur ár herfyri, áðrenn Vágatunnilin varð útgoldin, játtaði løg­ ting­ið 52,5 mio kr árliga. Nú er tann játtanin 32,5 mio kr til Norðoyartunnilin, sum verður burtur av fíggjar­ lógini um fá ár. - Vil løgtingið játta gerð av tunnli til Sandoyar, so skal løgtingið sostatt játta um 30 mio kr meira árliga tá Norðoyartunnilin er gold­ in, enn gjørt verður í dag. Tað er tað politska valið sum gerast skal, og sum sjálv­sagt ikki hevur verið nøkrum ókunnugt, tá løg­ ting­ið samlað hevur játtað pening til alt forarbeiðið til Sandoyartunnilin, sigur lands­stýrismaðurin. Bjarni Djurholm, lands­ stýris­maður, vísir eisini á, at ringvirkningarnir av tunn­ ils­gerð svara til ávirk­anina, sum eitt meðal til lítið flaka­ virki hevur á búskapin. Frá hinum undirsjóvar­tunnlun­ um vita vit, at arbeiðini, í mun til samlaðu íløguna, eru lítið mannkrevjandi, og at árinini á búskapin tí er samsvarandi avmarkað. At enda vísir Bjarni Djur­ holm á, at kanska besta sam­ ferðsluíløgan nakrantíð, verður tunnilin undir Tangafirði, sum fer at geva sera stórt íkast til búskapin. Útrokningarnar vísa, at við varliga mettari ferdslu, verð­ ur eginpeningsavkastið um 15% árliga. Talan verður so­statt um einar 20 til 30 mió. kr um árið. – Tað vera privatir, sum fara at gera íløguna og taka teir tí eisini á seg váðan við íløguni. Hevði løgtingið hin­ vegin tikið stig til at alment partafelag gjørdi tunnilin og alt hevði gingið sum fram­ rokningarnar vísa, so kundi árliga avkastið, sam­an við upphæddini sum í dag verð­ ur játtað til Norð­oyartunnilin, yvir eini 30 ár møguliga bæði fíggjað Sand­oyar­tunnil­ in og nýggj­an flogvøll á Glyvursnesi/Søltuvík, sigur Bjarni Djurholm. Sami leistur nýttur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at fíggingin av møguligum Sandoyartunli verður eftir júst sama leisti, sum hinir undirsjóvar­tunlarnir eru fíggjaðir eftir MaJazz komið til Føroya Danska kórið MaJazz er í dag komið til Føroya, her tey fara at hava tríggjar framførslur. Danska kórið fer at hava tríggjar framførslur í Føroyum. Í annaðkvøld kl.19.30 fer kórið at framføra saman við føroyska Vox í Noðurlandahúsinum. Mánakvøldið fer kórið suður í Vágs Kirkju at hava framførslu, meðan kórið endar konsertferð síni í Christianskirkjuni hóskvøldið 5. juli. Kórið, sum serliga er kent í Sælandi, telur umleið hálvthundrað kórsangarar. Google fær atfinningar Hóast risa heimasíðan Google er sera hent hjá flest øllum fólkum, eru ikki bert góð orð at bera síðuni. Tað vil ið hvussu er eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Google vera við, sum nú gevur av álvara gevur fyrrverandi arbeiðsgevara sínum okkurt at tyggja uppá. Hann letur fortelja, at hóast arbeiðsdagurin er frá kl.10-18 hvønn dag, er lítið og einki at gera. Hinvegin letur fyritøkan fleiri sita hartarbeiðandi við hús. Eisini lýsir maðurin ringu umstøðurnar á arbeiðsplássinum. Tann nú fyrrverandi Google-arbeiðarin starvast nú hjá Microsoft.