Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2007 29. juni var endakapp­ ing­in í European Business Game Int­er­ nat­ional, ið hesaferð var hildin í Inverness í Skot­landi. ÚTBÚGVING Theodor E. D. Olsen Theodor@sosialurin.fo Fimm Næmingar, sum gan­ ga í Tekniska Skúla, í Klaks­ vík løgdu sína virkisætlan fram í kapping við 8 onnur ung virki í Europa, og gjørd­ ust tey nummar tvey í harð­ ari kapping við Skotland, ið vann kappingina við virkin­ um Vida Nova, sum fram­ leiðir eina trygdarskipan til bilar, ið økir um trygdina, tá koyrt verður í ringum sý­ni. Hugskotið hjá næmingun­ um á Tekniska Skúla í Klaksvík var eitt virki nevnt Quality Marine Woolwear, ið framleiðir ullintar draktir, framleiddar úr reinari før­ oyskari ull, at leggja í bjarg­ ingarbátar. Hini hugskotini vó­ru úr Grønlandi, Dan­ mark, Skotlandi, Italia, Tyr­ ol, Kroatia, Slovakia og Kekkia. Brenni og flót­ and­i linsur Hugskotini vó­ru sera ymisk, verður sagt í tíðinda­ skrivi. M.a. var virkið hjá teimum ungu úr Grønlandi eitt felag, ið skipar fyri “Teambuilding”, til virki og fyritøkur kring heimin, har luttakararnir fáa avbjó­ðingar í grønlendsku náttúruni. Danska hugskotið var ein teldubó­k, kroatarnir høvdu eitt virki, ið selur bílig hús, ið eru vøkur og við høgari gó­ðsku, til vanligu familju­ na í Kroatia. Úr Italia var hugskotið ein brandtryggur tendrari til brenniovnar, Tyr­ ol hevði ment ein hava, til tøkini á háhúsum, Kekkia hevði ment einar fló­tandi kontaktlinsur, og Slovakia hevði gjørt eitt virki, ið framleiðir brenni til ovnar og opnan eld, ið ikki dálkar og er vistfrøðiligt. Næmingarnir úr øllum luttakaralondunum hava verið saman í 5 dagar og hava havt høvi til at kný­ta sambond og netverk londini millum. Vitjanin í Skotlandi hevur m.a. givið innlit í skotska søgu og mentan, og vitja hevur verið á virkjum og á einum íverksetaradepli, har m.a. politikarar og leið­ andi fó­lk úr skotsku vinnuni luttó­ku. Eitt av virkjunum, ið høvið var at síggja, var stovna av einum 21 ára gom­ lum dreingi, ið vann EBG kappingina fyri trimum árum síðan. Borgarstjó­rin í Inverness vísti tiltakinum áhuga, við at bjó­ða øllum ein døgurða í bý­ráðshøllini. Tey luttakandi úr Føroy­ um vó­ru: Maria Brim Joen­ sen, Kenneth Jørgensen, Sjúrður Jacobsen, Mann­ bjørn Anthoniussen og Kristian Eysturoy. Lærarar­ nir hjá bó­lkinum vó­ru Karin Kirke Petersen og Olga Bis­ kopstø. Føroyingar annað­ pláss í European Business Game Tey luttakandi úr Føroyum vóru: Kristian Eysturoy, Maria Brim Joensen, Sjúrður Jacobsen, Mannbjørn Anthoniussen og Kenneth Jørgensen Tjóðveldisumboðið á Fólkat­ing­i hevur set­t­ Per St­ig­ Møller fyrispurning­ um, hvønn leiklut­ danska ut­t­anríkist­ænast­an hevði, t­á Dannebrog­ og­ Merkið veit­t­raðu á somu st­ong­ á Rodos. ­ Eit­t­ hendilig­t­ óhapp á einum privat­um hot­­ elli, sig­ur løg­maður, sum ikki g­er nakað við málið POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Um vikuskiftið visti Dimma­ lætting at siga, at Merkið hevði veittrað undir Danne­ brog á eini flaggstong uttan fyri eitt hotell á Rodos, har oyggjaleikir verða hildnir í hesum døgum. Sambært Dimmalætting hevði hotellið fingið boð frá donsku ambassaduni á Rhodos um hetta. Eingin donsk ambassada er kortini á Rodos. Tó­ eru danir umboðaðir á oynni við einum konsuláti. Kongeriget Danmark for så vid­t angår Færøerne Hendingin hevur havt við sær, at Høgni Hoydal, fó­lka­ tingsmaður, í morgun hevur sent danska uttanríkisráð­ harranum, Per Stig Møller, skrivligan fyrispurning um hendingina. Í tíðindaskrivi frá Norður­ atlantsbó­lkinum verður m. a. sagt, at hetta verður gjørt »eftirsum danskir myndug­ leikar verða sagdir at hava givið hesi boð, og onki mó­t­ mæli hevur verið at hoyrt frá løgmanni ella øðrum úr landsstý­rinum, ið annars eru stødd á Rhodos«. Í sjálvum fyrispurning­ inum verður m.a. spurt, hvønn leiklut danska uttan­ ríkistænastan hevur havt í hendingini, og um hetta er ein avleiðing av »den nye lovgivning mellem Dan­ mark og Færøerne, hvor den siddende færøske lands­ styrekoalition har accepteret at optræde under betegnel­ sen "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøe­ rne«. Politisk agurkutíð Jó­annes Eidesgaard, løgmaður, er verji hjá føroysku ítró­ttini og hevur tí valt at vera til staðar undir oyggjaleikunum. Í telefonsamrøðu við Sosialin sigur løgmaður, at hann metir hendingina vera eitt hendiligt ó­happ á einum privatum hotelli. Hann minnir á, at tað ongantíð eigur at koma fyri, at tvey fløgg skulu veittra á somu stong, og tí harmast hann um hetta. Men hann ætlar ikki at fara víðari við málinum eins og Høgni Hoydal. ­ Tað er politisk agurkutíð hjá Høgna Hoydal, og hann slær politisk platt upp á hetta, sigur løgmaður, ið annars sigur seg hava sæð Merkið vundið á stong alla aðrastaðni, hann hevur ferðast á Rodos. ­ Hatta bleiv rættað, sigur Jó­annes Eidesgaard, sum ikki sigur seg tíma at gera meira við hendingina. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Høgna Hoydal til sjó­narmiðini hjá løgmanni, áðrenn blaðið varð prentað. Høgni Hoyd­al spyr uttanrík­ isráðharran um Merkið Vikuskift­ið hevur verið sera ófriðarlig­t­, og­ polit­iið hevur ikki sit­ið hendur í favn. Ein maður varð st­ung­in undir húsaófriði, og­ ein kvinna varð varðhaldsfong­slað. LØGREGLUTÍÐINDI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hó­ast vakthavandi á politi­ støðini í Havn ikki veit tað nó­gva at siga um fó­lk, ið hava koyrt við kenning um vikuskiftið, so hevur løgreg­ lan havt úr at gera. Av støð­ ini siga tey, at nó­gv fó­lk hevur verið í bý­num í høvuðsstaðnum. Ikki minst verða nó­gvar veitslur hild­ nar við ungdó­mum, ið eru hátíðarhalda lokna mið­ námsútbúgving, og hetta sæst aftur í hagtølunum hjá politinum, verður sagt. Ógvusligasta hendingin um vikuskiftið man helst vera, at løgreglan varð boð­ send at skilja eitt par, sum var farið til hendurs. Húsaó­­ friðurin endaði við, at annar parturin endaði á Landssjúk­ rahúsinum, meðan hin part­ urin varð settur fyri ein dó­mara, sum avgjørdi at varðhaldsfongsla viðkoman­ di til 12. juli. Grundló­garav­ hoyringin var fyri stongdum hurðum. Sum Portalurin skilir, hevði ein kvinna stungið ein mann við knívi. Sam­ bært løgregluni er støðan hjá manninum støðug, og hann er ikki í lívsvanda. Kriminialpolitiið, sum arbeiðir við hesum málin­ um, vil ikki siga ov nó­gv, so at kanningararbeiðið verður ó­ró­gvað, men sum skilst verður kvinnan skuld­ sett fyri grovan harðskap. Føroyski fólkatingsmað­ urin Høgni Hoydal hevur sett uttanrík­ isráðharranum fyri­ spurning um Merkið, sum veittraði undir Dannebrog Maður stungin