Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 124 - 2. juli 2007 viðmerkingar Tað er misjavnt, hvat Sosial­urin hevur gjørt burtur úr íkomnu støðuni á Post­verk Føroya, har 15 starvsfólk fingu asna­sparkið. Sosialurin hevur enn ikki vitjað inni á gólvinum hjá Føroya Postfelag at lodda dýpi. Sosialurin hevur ikki sett andlit á nakra av hesum 15 lagnunum, sum annars hava tænt sínum arbeiðplássi trúðliga og sum nú fingu asnasparkið. Sosialurin vitjaði ikki postboðbólkarnar í Havn og Klaksvík, tá hesir annars hart raktu bólkar hildu starvsfólkafundir og eingin postur kom út í Tórshavn og Klaksvík vm. Sosialurin vitjaði ikki starvsfólkafundin, sum Postfelagið fyriskipaði í hølum Starvsmanna­ felagsins ísamband við uppsagnirnar. Har møttu 115 fólk úr øll um landinum, sum góvu felagnum sín full a stuðul í einari yvirlýsing - 115 – 0.(Tær báðar seinni nevndu kassadamurnar møttu ikki, hóást ein teirra enntá hevði eftirlýst henda sama fund fyri limir í Føroya Post­ felag) Sosialurin megnaði ikki so frætt at seta í blaðið tíðindaskriv frá Føroya Postfelag – væl at merkja í full um líki. Útvarp Føroya, SVF og Dimmalæting møttu so á fleiri av hesum ”støðum” uttan at verða ”umbidnir” el. fráboðaðir. Fíggjadagin 29. juni kom so vend í – tvær kvinnur, sum arbeiða við kassan á Óðinshædd komu í bløðini og gjørdu vart við sína ónøgd við Føroya Post­ felag. Stór mynd bæði á forsíðuni og inni í blaðnum av hesum báðum gíslum, sum tær kall aðu seg. Nærhendis í blaðnum var mynd av stjóranum Sofusi og váttan frá honum, at tað hesar báðar søgdu er sannleikin ! Tey siga so júst tað sama, stjórin og hesar báðar kassadamurnar. Rættiliga symbolskt fyri slagsíðuna í viðgerðini av evninum, so er ein lítil grein í høgra hjørni av blaðsíðunum, har for­ kvinnan í Føroya Postfelag ger viðmerkingar – og sjálvandi eingin mynd ! Hetta helt eg sjálvandi verða løgið og ringdi til annars fryntliga journal­ istin Kára og spurdi, um forkvinnan í Føroya Postfelag hevði fingið møguleikan at svara uppá innihaldið av tí, sum hesar góðu kassadamur og stjórin høvdu borið fram. Journalisturin Kári segði mær so ikki all an sanleikan í sínum svari. Tað er so púra vist ! Tí seinni ringi eg hann uppafur og kunngjørdi honum, at nú hevði eg so tosað við bæði forkvinnuna Heidi Biskup­ støð og næstformannin Jákup Páll Mohr Morten­ sen, og so mikið kundi eg siga honum, at hann – Kári – hevði fingið fleiri ferðir at vita at (spildurnýggja) nýggja forkvinnan ikki helt seg til at svara øll um spurningum frá journalisti­ num Kára og tískil vísti til næstformannin Jákup Páll Mohr Mortensen. Einki løgið í tí ! Men haðar ringdi Kári barasta ongantíð, og tí fekk hann helst ta søgu hann vildi – eina grein við skeivleikum og ósvaraðum pástandum, sum einans kunnu hava eittans endar­ mál : At kyrra málið og blaka fakfelagnum skuldina – sami taktikkur hevur onkuntíð verið royndur fyrr. Somuleiðis dugir journalisturin at dreggja eftir ósemjum ml. bólkar á Posthúsinum. ”Interesse- konfliktir” ml. bólkar er eitt gamalt fyribrigdi, sum helst finnst all astaðni. Kanska eisini á Sosialinum. At kyrra málið fyri hvønn ? Fyri politikkarnar, helst Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin - sum valdu at blaka henda stovn fyri hundarnar, eins og teir gjørdu við starvsfólkini á Strandferðsluni ? Í hesum høpi : Tvær skandalur av format ! Men læt okkum bara nevna Føroya Banka eisini. Helst fer Sosialurin framyvir at grava onkrar persónar fram, sum fara at siga júst tað sama, sum hasi trý – kassadamurnar og stjórin –og so kann Sosialurin (evt.Kári) siga : Har síggja tit, vit høvdu rætt ! Tað skal so verða, at tað skulu tveir partar til at loysa eina ósemju, - longri er søgan ikki; men hesa metoduna, sum stjórin Sofus nýtir vóni eg ikki at fleiri stjórar fara at nýta. At siga 15 fólkum upp bert fyri at provukera fakfelagið ? ? Vekk við sáttmálanum, (= vunnum rættindum) ?? At kall a sáttmálan ”bull shit” ?? Í fótbólti plagar ein at skifta venjaran út, um liðið ikki megnar at lyfta í felag! Ein smádrongur, sonur ein av teim uppsøgdu megnaði, at seta tveir viðkomandi spurningar, tá greitt var honum frá at pápin var uppsagdur : Kann man siga ein upp, sum hevur arbeitt so leingi sum tú á sama plássi ? Hvat sigur Postfelagið til tað ? Hasar spurningarnar hevur Sosialurin ikki megnað at seta og viðgera á ein objektivan hátt - enn, - hóast fleiri journalistar. Kanska Sosialurin eisini megnar at seta viðkomandi spurningar til nevndina, nevniliga nevndina fyri P/F Postverk Føroya um teirra leiklut, og um tey ikki áttu at sett síni fingramerki á hvør el. eftir hvørjum kriterium og hvussu fólk vóru uppsøgd ? Nýtast slíkir nevndar­ limir altíð bara at verða loyalir yvirfyri meiriluta­ num har ? PS. Vónandi fara tit á Sosialinum at geva tykkum stundir at vitja Postfelagið í framtíðini og leggja meiri orku í at viðgera evnið meiri seriøst. Helst hevur Postfelagið onkra rætt­ leiðing til tykkum. Góða eydnu. Hvønn gangur Sosialurin ørindi fyri ? fyrrverðandi virkandi álitismaður á Boðstovuni í Havn, nú uppsagdur. Álvur Danielsen Løgmaður hevur mist allan uttanríkispolitikkin á gólvið Tjóðveldisflokkurin hevur í eini røð av løgtingsmál­um, í uppskotum til sam­tyktar, fyrispurningum, og í tilráð­ ingum í uttanlandsnevndini gjørt vart við, at tað er bráð­ neyðugt, at føroyingar taka ræði á egnum uttan­ríkis­poli­ tikki. Men tíverri bendir alt á, at samgongan tekur eitt aft­ur­stigið fyri og annað eftir. Løgmaður sigur seg hava roynt fleiri Evropa­strategiir, men alt hetta skeiðið er bara Íslands­sáttmálin undir­skrivaður – og hann lá klár­ur til undirskrivingar, tá hann tók við sum løgmaður fyri skjótt fýra árum síðan. EFTA málið veit eingin nakað um, og all ar sakligar skilagóðar loysnir frá okk­ara síðu eru skotnar niður. Loftferðsluøkinum sita aðrir á, samráðingunum á handilsøkinum spyrst einki burturúr, og ikki so frægt sum eitt orðaskiftið hava vit fingið á tingi alt hetta samgonguskeiðið um hesi týdningarmiklu mál. ES londini arbeiða av kraft við at skipa ein felags uttanríkispolitikk, sum eis­ini fevnir yvir føroysk viður­skifti. Ísland og Noregi hava kast­að saman um strateg­iska týdningin av íslendska, norska og før­ oyska lofthavi­num yvir Norður­ høvum. Loftrúmið er býtt upp soleiðis, at Ísland hevur ábyrgd­ ina av sivilu loft­ferðsluni frá 610  N til Norð­pólin og frá 00 til grønlendsku vesturstrond­ina. Vit hava staðiliga mælt frá, at fleiri skjótar fyri­bils­l oysnir verða tiknar á loft­ ferðsluøkinum, men tað er kortini júst tað, ið verður gjørt. Ráðførsla var í uttan­ landsnevndini í februar mán­aði 2007 um føroyska eygleiðarastøðu í innara marknaðinum hjá ES fyri loftferðslu umvegis EU-Balkan- avtaluna. Samgongan og Mið­flokk­urin kastaðu saman við løg­manni og tóku undir við donsku tilráðingini um eyg­leiðarastøðu í ECAA. Danir mæltu løgmanni til at ganga “einastu skjótu leið” og so varð gjørt. Samgongan og Mið­flokk­urin staðfestu av nýggjum: at uttanríkispolitiska heim­ ildarlógin forðaði fyri, at Føroyar kundu ger­a­st partar av avtalum við onnur lond, ið Dan­mark longu hevur avtalu við, at Føroyar skulu gerast partur av avtaluni um­vegis víðkan av donsku luttøkuni í av­taluni, at Føroyar hvørki fingu status sum sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt, ell a fingu sjálvstøðuga umboðan við full um rætt­indum, at danska grundlógin enn einaferð varð brúkt móti Føroyum og føroyskum áhugamálum, sum ikki fáa full an limaskap í al­tjóða sáttmálum við­víkj­andi loft­ ferðsluøki­num og heldur ikki í Norðurlandaráðnum, at Føroyar bert fingu skerda leiklutin sum eyg­leiðari uttan atkvøðu­rætt. “einasta skjóta leiðini” – sum er donsk diktat­stýring - og donsk fatan av, at føroyskir myndug­ leikar ongar heimildir eiga á uttanríkisøkinum varð stoypt føst í hesi avtalu. Tjóðveldisflokkurin skoraði hinvegin undir, at ábyrgdin av føroyska loftrúminum varð tikin heimaftur til Føroya sum skjótast, og at farið var undir samráðingar um at gerast partur av innara marknaðinum hjá ES fyri loftferðslu umvegis EU- Balkan-avtaluna. Vit ávaraðu ímóti, at føroyskir myndugleikar valdu aðra loysn, har Føroyar umvegis danskt umboð skuldu niðurbindast til bert at hava talurætt í eini nevnd, ið skuldi taka avgerðir viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum. Vit ávaraðu ímóti, at før­ oyskir myndugleikar góðtóku danska tulking av, hvørjar heim­ ildir og møguleikar føroyskir myndugleikar høvdu á utta­ nríkispolitiska økinum eitt nú viðvíkjandi loftrúminum. Ísland og Noregi hava sum sagt kastað saman um strategiska týdningin av lofthavinum í Norður­høvum. Tað velduga føroyska loftrúmið gerst partur av hesi ætlan uttan føroyska luttøku, tí føroyskur sjálvsavgerðarrættur er tyrvdur undir donsku grundlógini og ”Konge­riget Danmark for så vidt angår Færøerne.” Uttanríkispolitisku viðurskifti okkara eiga at síggjast í heildarhøpi, har ein avgerðin tekur í hondina á aðrari. Er kósin skeiv, tá lagt verður frá landi, koma vit ongantíð hagar vit ætla okkum. Fyri tveimum árum síðan skutu vit upp at taka flogferðslu á egnar hendur saman við øðrum smærri dagføringum, so at leiðin til EFTA- felagsskapin lá greið. Varð hetta málið samtykt, høvdu vit havt eina munandi sterkari tilgongd bæði til ECAA málið, føroyska loftrúmið og EFTA-felagsskapin. Vit kunnu ikki annað enn harmast um, at samgongan á sera ódemokratiskan hátt forðaði hesum løgtingsmáli víðari viðgerð á tingi. Hví Miðflokkurin tók eitt skarvslop øvugta vegin í ECAA málinum, vita vit ikki, men fyri tveimum árum síðan var hann so á rættari kós. Vit harmast um, at sam­gong­ an og Miðflokk­urin nú avmarka møgu­leikarnar hjá Føroyum á uttanríkispolitiska pall inum, hesuferð staðfest í einum donsk­ um uppriti frá Udenrigsminister­ iet tann 24. oktober 2006. Føroyska lofthavið hýsir so mongum møguleikum bæði í friðar- og ófriðar­tíðum, og einki er meiri náttúrligt enn at vit sjálvi hava eygað við ferðsluni her um okkara leiðir. Tað er soleiðis stak umráðandi, at føroyingar sum skjótast sjálvir seta upp ein radara á Sornfell i til at leiða sivilu loft­ferðsluna í Føroyskum loftrúmi, og at ongar “skjótar loysnir” verða tiknar um at lata øðrum hesa uppgávu. Tí er tað so stak umráðandi at fáa hesi málsøki undir føroyska umsiting og ábyrgd sum skjótast, so vit ikki gera sama mistakið, sum vit gjørdu í ECAA málinum. Tíðin er komin hartil, at vit gerast ein sjálvstøðugur partur í einari tilgongd á loftferðsluøkinum, sum fevnir yvir okkara egnu viðurskifti í friðartíð, og sum eru grundarlagið undir støðu okkara, um ófriður skuldi tikið seg upp, hvat eingin okkara vónar. Vit eiga støðugt at hava fyri eyga, at lofthavið yvir Føroyum framvegis er av alstórum týdningi í trygdar­politiskum høpi, og at vit tí ikki eiga at gera nakra verjuavtalu Føroya vegna, so leingi sum vit ikki umsita og bera ábyrgdina av hesum málsøki sjálvi. Tjóðveldisflokkurin fer tí støðugt at virka fyri, at taka stig til at fáa málsøkið undir føroyska umsiting og ábyrgd, so at føroyingar sum sjálvstøðug tjóð finna sín egna leiklut í verju­skipanini og valdsjavn­ vágini í Norðuratlantshavi, har vit tryggja okkara grannalondum, at vit ikki eru ein hóttan fyri trygdar­politikkin í Norðurhøvum. Opið bræv til Klaksvíkar býráð Nú týskvøldið skulu tit fólkavaldu býráðslimir í Klaksvík taka støðu til nýggju býarætlanina og til, um vit framhaldandi skulu sleppa at eiga Gerðabø sum grønt øki í Klaksvík. Her hava tit fyri einaferð skuld eitt mál, sum als ikki er partapolitiskt. Her skuldu ongi flokspolitisk atlit verið at tikið, avgerðin er einans upp til tykkara egnu samvitsku og skil. Aftanfyri tykkum standa forfedrarnir: kongsbóndafólkini í Gerðum, í Vági og á Myrkjanoyri, ognarfólkini í Uppsølum, handilsfólkini úti í Klaksvík, tey á Oyri, í Ánunum og á Strond, útróðrarmenninir, sjómenninir, húsmøðurnar, fiskafólkið, flakakvinnurnar, arbeiðsmenn- og kvinnur og øll hini, sum úr øll um heraðshornum leitaðu sær higar og bygdu upp tað, vit nú rópa Klaksvík. Tey skaptu ta felags mentan, vit øll eru partar av. Undir liðini á tykkum standa nútíðar klaksvíkingar, sum hava valt tykkum í áliti á, at tit gera tykkara besta fyri býin. Øll tey, sum ”skaptu lív og kor, ja, hendan býin: hetta var fedranna vón, men nú er ein onnur sjón, hvat bjóðar okkum nú, tann nýggja tíðin?” Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit ongin okkara, men onki er so vist sum tað, at skulu framtíðar klaksvíkingar trívast í hesum býi, mugu teir hava kjølfesti í teirri mentan, sum undan fór. Teir mugu hava møguleika fyri at knýta sambandið aftureftir við virðing fyri tí, sum var. Vit tosa um eitt lutfalsliga lítið øki, sum kall ast Gerðabøur. Eitt øki, ið vekir sterkar kenslur hjá mongum av okkum, ið vuksu upp her. Eitt øki, sum er siðsøguliga, søguliga, mentanarliga og ikki minst fagurfrøðiliga av stórum týdningi fyri býin. Eitt øki, ið knýtir okkum til upprunan. Tað er eisini vist, at framtíðar menning av Klaksvík stendur og fell ur IKKI við, at bygt verður á hetta vakra, grøna øki. Tað finnast altíð aðrir møguleikar fyri byggilendi, men byggja tit á grøna økið, ber ikki til at koma afturumaftur. Uppskot er komið um at friða Gerðabø og leggja hann út til grønt øki í býarætlanini. Sama var upp á tal fyri 25 árum síðan. Eg heiti inniliga á tykkum, gerið nú álvara av! Friðið Gerðabø! Gerið tað til gagns fyri okkum øll og fyri framtíðar klaksvíkingar. Klaksvík Nicolina Dahl Hergeir Nielsen