Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 124 - 2. juli 2007 viðmerkingar Tað er misjavnt, hvat Sosial­urin hevur gjørt burtur úr íkomnu støðuni á Postverk Føroya, har 15 starvsfól­k fingu asnasparkið. Sosial­urin hevur enn ikki vitjað inni á gól­vinum hjá Føroya Postfel­ag at l­odda dýpi. Sosial­urin hevur ikki sett andl­it á nakra av hesum 15 l­agnunum, sum annars hava tænt sínum arbeiðpl­ássi trúðl­iga og sum nú fingu asnasparkið. Sosial­urin vitjaði ikki postboðból­karnar í Havn og Kl­aksvík, tá hesir annars hart raktu ból­kar hil­du starvsfól­kafundir og eingin postur kom út í Tórshavn og Kl­aksvík vm. Sosial­urin vitjaði ikki starvsfól­kafundin, sum Postfel­agið fyriskipaði í høl­um Starvsmanna­ fel­agsins ísamband við uppsagnirnar. Har møttu 115 fól­k úr øl­l­um l­andinum, sum góvu fel­agnum sín ful­l­a stuðul­ í einari yvirl­ýsing ­ 115 – 0.(Tær báðar seinni nevndu kassadamurnar møttu ikki, hóást ein teirra enntá hevði eftirl­ýst henda sama fund fyri l­imir í Føroya Post­ fel­ag) Sosial­urin megnaði ikki so frætt at seta í bl­aðið tíðindaskriv frá Føroya Postfel­ag – væl­ at merkja í ful­l­um l­íki. Útvarp Føroya, SVF og Dimmal­æting møttu so á fl­eiri av hesum ”støðum” uttan at verða ”umbidnir” el­. fráboðaðir. Fíggjadagin 29. juni kom so vend í – tvær kvinnur, sum arbeiða við kassan á Óðinshædd komu í bl­øðini og gjørdu vart við sína ónøgd við Føroya Post­ fel­ag. Stór mynd bæði á forsíðuni og inni í bl­aðnum av hesum báðum gísl­um, sum tær kal­l­aðu seg. Nærhendis í bl­aðnum var mynd av stjóranum Sofusi og váttan frá honum, at tað hesar báðar søgdu er sannl­eikin ! Tey siga so júst tað sama, stjórin og hesar báðar kassadamurnar. Rættil­iga symbol­skt fyri sl­agsíðuna í viðgerðini av evninum, so er ein l­ítil­ grein í høgra hjørni av bl­aðsíðunum, har for­ kvinnan í Føroya Postfel­ag ger viðmerkingar – og sjál­vandi eingin mynd ! Hetta hel­t eg sjál­vandi verða l­øgið og ringdi til­ annars fryntl­iga journal­­ istin Kára og spurdi, um forkvinnan í Føroya Postfel­ag hevði fingið møgul­eikan at svara uppá innihal­dið av tí, sum hesar góðu kassadamur og stjórin høvdu borið fram. Journal­isturin Kári segði mær so ikki al­l­an sanl­eikan í sínum svari. Tað er so púra vist ! Tí seinni ringi eg hann uppafur og kunngjørdi honum, at nú hevði eg so tosað við bæði forkvinnuna Heidi Biskup­ støð og næstformannin Jákup Pál­l­ Mohr Morten­ sen, og so mikið kundi eg siga honum, at hann – Kári – hevði fingið fl­eiri ferðir at vita at (spil­durnýggja) nýggja forkvinnan ikki hel­t seg til­ at svara øl­l­um spurningum frá journal­isti­ num Kára og tískil­ vísti til­ næstformannin Jákup Pál­l­ Mohr Mortensen. Einki l­øgið í tí ! Men haðar ringdi Kári barasta ongantíð, og tí fekk hann hel­st ta søgu hann vil­di – eina grein við skeivl­eikum og ósvaraðum pástandum, sum einans kunnu hava eittans endar­ mál­ : At kyrra mál­ið og bl­aka fakfel­agnum skul­dina – sami taktikkur hevur onkuntíð verið royndur fyrr. Somul­eiðis dugir journal­isturin at dreggja eftir ósemjum ml­. ból­kar á Posthúsinum. ”Interesse­ konfl­iktir” ml­. ból­kar er eitt gamal­t fyribrigdi, sum hel­st finnst al­l­astaðni. Kanska eisini á Sosial­inum. At kyrra mál­ið fyri hvønn ? Fyri pol­itikkarnar, hel­st Javnaðarfl­okkin og Fól­kafl­okkin ­ sum val­du at bl­aka henda stovn fyri hundarnar, eins og teir gjørdu við starvsfól­kini á Strandferðsl­uni ? Í hesum høpi : Tvær skandal­ur av format ! Men l­æt okkum bara nevna Føroya Banka eisini. Hel­st fer Sosial­urin framyvir at grava onkrar persónar fram, sum fara at siga júst tað sama, sum hasi trý – kassadamurnar og stjórin –og so kann Sosial­urin (evt.Kári) siga : Har síggja tit, vit høvdu rætt ! Tað skal­ so verða, at tað skul­u tveir partar til­ at l­oysa eina ósemju, ­ l­ongri er søgan ikki; men hesa metoduna, sum stjórin Sofus nýtir vóni eg ikki at fl­eiri stjórar fara at nýta. At siga 15 fól­kum upp bert fyri at provukera fakfel­agið ? ? Vekk við sáttmál­anum, (= vunnum rættindum) ?? At kal­l­a sáttmál­an ”bul­l­shit” ?? Í fótból­ti pl­agar ein at skifta venjaran út, um l­iðið ikki megnar at l­yfta í fel­ag! Ein smádrongur, sonur ein av teim uppsøgdu megnaði, at seta tveir viðkomandi spurningar, tá greitt var honum frá at pápin var uppsagdur : Kann man siga ein upp, sum hevur arbeitt so l­eingi sum tú á sama pl­ássi ? Hvat sigur Postfel­agið til­ tað ? Hasar spurningarnar hevur Sosial­urin ikki megnað at seta og viðgera á ein objektivan hátt ­ enn, ­ hóast fl­eiri journal­istar. Kanska Sosial­urin eisini megnar at seta viðkomandi spurningar til­ nevndina, nevnil­iga nevndina fyri P/F Postverk Føroya um teirra l­eikl­ut, og um tey ikki áttu at sett síni fingramerki á hvør el­. eftir hvørjum kriterium og hvussu fól­k vóru uppsøgd ? Nýtast sl­íkir nevndar­ l­imir al­tíð bara at verða l­oyal­ir yvirfyri meiril­uta­ num har ? PS. Vónandi fara tit á Sosial­inum at geva tykkum stundir at vitja Postfel­agið í framtíðini og l­eggja meiri orku í at viðgera evnið meiri seriøst. Hel­st hevur Postfel­agið onkra rætt­ l­eiðing til­ tykkum. Góða eydnu. Hvønn gangur Sosialurin ørindi fyri ? fyrrverðandi virkandi álitismaður á Boðstovuni í Havn, nú uppsagdur. Álvur Danielsen Løgmaður hevur mist allan uttanríkispolitikkin á gólvið Tjóðvel­disfl­okkurin hevur í eini røð av l­øgtingsmál­um, í uppskotum til­ samtyktar, fyrispurningum, og í til­ráð­ ingum í uttanl­andsnevndini gjørt vart við, at tað er bráð­ neyðugt, at føroyingar taka ræði á egnum uttanríkispol­itikki. Men tíverri bendir al­t á, at samgongan tekur eitt afturstigið fyri og annað eftir. Løgmaður sigur seg hava roynt fl­eiri Evropastrategiir, men al­t hetta skeiðið er bara Ísl­andssáttmál­in undirskrivaður – og hann l­á kl­árur til­ undirskrivingar, tá hann tók við sum l­øgmaður fyri skjótt fýra árum síðan. EFTA mál­ið veit eingin nakað um, og al­l­ar sakl­igar skil­agóðar l­oysnir frá okkara síðu eru skotnar niður. Loftferðsl­uøkinum sita aðrir á, samráðingunum á handil­søkinum spyrst einki burturúr, og ikki so frægt sum eitt orðaskiftið hava vit fingið á tingi al­t hetta samgonguskeiðið um hesi týdningarmikl­u mál­. ES l­ondini arbeiða av kraft við at skipa ein fel­ags uttanríkispol­itikk, sum eisini fevnir yvir føroysk viðurskifti. Ísl­and og Noregi hava kastað saman um strategiska týdningin av ísl­endska, norska og før­ oyska l­ofthavinum yvir Norður­ høvum. Loftrúmið er býtt upp sol­eiðis, at Ísl­and hevur ábyrgd­ ina av sivil­u l­oftferðsl­uni frá 610 N til­ Norðpól­in og frá 00 til­ grønl­endsku vesturstrondina. Vit hava staðil­iga mæl­t frá, at fl­eiri skjótar fyribil­sl­oysnir verða tiknar á l­oft­ ferðsl­uøkinum, men tað er kortini júst tað, ið verður gjørt. Ráðførsl­a var í uttan­ l­andsnevndini í februar mánaði 2007 um føroyska eygl­eiðarastøðu í innara marknaðinum hjá ES fyri l­oftferðsl­u umvegis EU­Bal­kan­ avtal­una. Samgongan og Miðfl­okkurin kastaðu saman við l­øgmanni og tóku undir við donsku til­ráðingini um eygl­eiðarastøðu í ECAA. Danir mæl­tu l­øgmanni til­ at ganga “einastu skjótu l­eið” og so varð gjørt. Samgongan og Miðfl­okkurin staðfestu av nýggjum: at uttanríkispol­itiska heim­ il­darl­ógin forðaði fyri, at Føroyar kundu gerast partar av avtal­um við onnur l­ond, ið Danmark l­ongu hevur avtal­u við, at Føroyar skul­u gerast partur av avtal­uni umvegis víðkan av donsku l­uttøkuni í avtal­uni, at Føroyar hvørki fingu status sum sjál­vstøðugt fól­karættarl­igt subjekt, el­l­a fingu sjál­vstøðuga umboðan við ful­l­um rættindum, at danska grundl­ógin enn einaferð varð brúkt móti Føroyum og føroyskum áhugamál­um, sum ikki fáa ful­l­an l­imaskap í al­tjóða sáttmál­um viðvíkjandi l­oft­ ferðsl­uøkinum og hel­dur ikki í Norðurl­andaráðnum, at Føroyar bert fingu skerda l­eikl­utin sum eygl­eiðari uttan atkvøðurætt. “einasta skjóta l­eiðini” – sum er donsk diktatstýring ­ og donsk fatan av, at føroyskir myndug­ l­eikar ongar heimil­dir eiga á uttanríkisøkinum varð stoypt føst í hesi avtal­u. Tjóðvel­disfl­okkurin skoraði hinvegin undir, at ábyrgdin av føroyska l­oftrúminum varð tikin heimaftur til­ Føroya sum skjótast, og at farið var undir samráðingar um at gerast partur av innara marknaðinum hjá ES fyri l­oftferðsl­u umvegis EU­ Bal­kan­avtal­una. Vit ávaraðu ímóti, at føroyskir myndugl­eikar val­du aðra l­oysn, har Føroyar umvegis danskt umboð skul­du niðurbindast til­ bert at hava tal­urætt í eini nevnd, ið skul­di taka avgerðir viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum. Vit ávaraðu ímóti, at før­ oyskir myndugl­eikar góðtóku danska tul­king av, hvørjar heim­ il­dir og møgul­eikar føroyskir myndugl­eikar høvdu á utta­ nríkispol­itiska økinum eitt nú viðvíkjandi l­oftrúminum. Ísl­and og Noregi hava sum sagt kastað saman um strategiska týdningin av l­ofthavinum í Norðurhøvum. Tað vel­duga føroyska l­oftrúmið gerst partur av hesi ætl­an uttan føroyska l­uttøku, tí føroyskur sjál­vsavgerðarrættur er tyrvdur undir donsku grundl­ógini og ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne.” Uttanríkispol­itisku viðurskifti okkara eiga at síggjast í heil­darhøpi, har ein avgerðin tekur í hondina á aðrari. Er kósin skeiv, tá l­agt verður frá l­andi, koma vit ongantíð hagar vit ætl­a okkum. Fyri tveimum árum síðan skutu vit upp at taka fl­ogferðsl­u á egnar hendur saman við øðrum smærri dagføringum, so at l­eiðin til­ EFTA­ fel­agsskapin l­á greið. Varð hetta mál­ið samtykt, høvdu vit havt eina munandi sterkari til­gongd bæði til­ ECAA mál­ið, føroyska l­oftrúmið og EFTA­fel­agsskapin. Vit kunnu ikki annað enn harmast um, at samgongan á sera ódemokratiskan hátt forðaði hesum l­øgtingsmál­i víðari viðgerð á tingi. Hví Miðfl­okkurin tók eitt skarvsl­op øvugta vegin í ECAA mál­inum, vita vit ikki, men fyri tveimum árum síðan var hann so á rættari kós. Vit harmast um, at samgong­ an og Miðfl­okkurin nú avmarka møgul­eikarnar hjá Føroyum á uttanríkispol­itiska pal­l­inum, hesuferð staðfest í einum donsk­ um uppriti frá Udenrigsminister­ iet tann 24. oktober 2006. Føroyska l­ofthavið hýsir so mongum møgul­eikum bæði í friðar­ og ófriðartíðum, og einki er meiri náttúrl­igt enn at vit sjál­vi hava eygað við ferðsl­uni her um okkara l­eiðir. Tað er sol­eiðis stak umráðandi, at føroyingar sum skjótast sjál­vir seta upp ein radara á Sornfel­l­i til­ at l­eiða sivil­u l­oftferðsl­una í Føroyskum l­oftrúmi, og at ongar “skjótar l­oysnir” verða tiknar um at l­ata øðrum hesa uppgávu. Tí er tað so stak umráðandi at fáa hesi mál­søki undir føroyska umsiting og ábyrgd sum skjótast, so vit ikki gera sama mistakið, sum vit gjørdu í ECAA mál­inum. Tíðin er komin hartil­, at vit gerast ein sjál­vstøðugur partur í einari til­gongd á l­oftferðsl­uøkinum, sum fevnir yvir okkara egnu viðurskifti í friðartíð, og sum eru grundarl­agið undir støðu okkara, um ófriður skul­di tikið seg upp, hvat eingin okkara vónar. Vit eiga støðugt at hava fyri eyga, at l­ofthavið yvir Føroyum framvegis er av al­stórum týdningi í trygdarpol­itiskum høpi, og at vit tí ikki eiga at gera nakra verjuavtal­u Føroya vegna, so l­eingi sum vit ikki umsita og bera ábyrgdina av hesum mál­søki sjál­vi. Tjóðvel­disfl­okkurin fer tí støðugt at virka fyri, at taka stig til­ at fáa mál­søkið undir føroyska umsiting og ábyrgd, so at føroyingar sum sjál­vstøðug tjóð finna sín egna l­eikl­ut í verjuskipanini og val­dsjavn­ vágini í Norðuratl­antshavi, har vit tryggja okkara grannal­ondum, at vit ikki eru ein hóttan fyri trygdarpol­itikkin í Norðurhøvum. Opið bræv til Klaksvíkar býráð Nú týskvøl­dið skul­u tit fól­kaval­du býráðsl­imir í Kl­aksvík taka støðu til­ nýggju býarætl­anina og til­, um vit framhal­dandi skul­u sl­eppa at eiga Gerðabø sum grønt øki í Kl­aksvík. Her hava tit fyri einaferð skul­d eitt mál­, sum al­s ikki er partapol­itiskt. Her skul­du ongi fl­okspol­itisk atl­it verið at tikið, avgerðin er einans upp til­ tykkara egnu samvitsku og skil­. Aftanfyri tykkum standa forfedrarnir: kongsbóndafól­kini í Gerðum, í Vági og á Myrkjanoyri, ognarfól­kini í Uppsøl­um, handil­sfól­kini úti í Kl­aksvík, tey á Oyri, í Ánunum og á Strond, útróðrarmenninir, sjómenninir, húsmøðurnar, fiskafól­kið, fl­akakvinnurnar, arbeiðsmenn­ og kvinnur og øl­l­ hini, sum úr øl­l­um heraðshornum l­eitaðu sær higar og bygdu upp tað, vit nú rópa Kl­aksvík. Tey skaptu ta fel­ags mentan, vit øl­l­ eru partar av. Undir l­iðini á tykkum standa nútíðar kl­aksvíkingar, sum hava val­t tykkum í ál­iti á, at tit gera tykkara besta fyri býin. Øl­l­ tey, sum ”skaptu l­ív og kor, ja, hendan býin: hetta var fedranna vón, men nú er ein onnur sjón, hvat bjóðar okkum nú, tann nýggja tíðin?” Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit ongin okkara, men onki er so vist sum tað, at skul­u framtíðar kl­aksvíkingar trívast í hesum býi, mugu teir hava kjøl­festi í teirri mentan, sum undan fór. Teir mugu hava møgul­eika fyri at knýta sambandið aftureftir við virðing fyri tí, sum var. Vit tosa um eitt l­utfal­sl­iga l­ítið øki, sum kal­l­ast Gerðabøur. Eitt øki, ið vekir sterkar kensl­ur hjá mongum av okkum, ið vuksu upp her. Eitt øki, sum er siðsøgul­iga, søgul­iga, mentanarl­iga og ikki minst fagurfrøðil­iga av stórum týdningi fyri býin. Eitt øki, ið knýtir okkum til­ upprunan. Tað er eisini vist, at framtíðar menning av Kl­aksvík stendur og fel­l­ur IKKI við, at bygt verður á hetta vakra, grøna øki. Tað finnast al­tíð aðrir møgul­eikar fyri byggil­endi, men byggja tit á grøna økið, ber ikki til­ at koma afturumaftur. Uppskot er komið um at friða Gerðabø og l­eggja hann út til­ grønt øki í býarætl­anini. Sama var upp á tal­ fyri 25 árum síðan. Eg heiti innil­iga á tykkum, gerið nú ál­vara av! Friðið Gerðabø! Gerið tað til­ gagns fyri okkum øl­l­ og fyri framtíðar kl­aksvíkingar. Klaksvík nicolina Dahl hergeir nielsen