Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 124 - 2. juli 2007 Tíðindaskriv Listasøgulig fyrilestrarøð við Mette Wivel, mag. art. Føroysk myndlistafólk, Lista­felag Føroya og Fróðskaparfelagið fara at skipa fyri eini fyrilestrarøð í trimum pørtum. Fyrilestra­ haldari er Mette Wivel, og evnið er: Frá marmor-stand­ myndum til elektroniska list. Menningar(lista)søga 700 f. Kr. - 2000 e. Kr. Mette Wivel er magistari í listasøgu og hevur hildið ofta hetta væl umtókta skeið. Fyrilestrarøðin fer at geva grundleggjandi fatan av evropeiskari myndlistasøgu. Við menningini hjá ein­staka listafólkinum í huga fer Mette Wivel at viðgera málningalist, skulptur og byggilist. Hvørt tíðarskeið verður lýst við støði í list og listafólki, sum á serligan hátt hava verið við til at skapa nýggja hevd og nýggj listalig rák. Fyrilestrahaldarin fer at seta -ismur og tí́ ðarskeið í́ ein samfelagsligan saman­ hang. Harumframt spyr hon: Hví sær listin soleiðis og/ella soleiðis út í hesum og hasum tíðarskeiðinum? Somuleiðis fer hon at seta einstaklingar, sum hava havt ein avgerandi søguligan leiklut fyri menningina av samfelagnum, í brenni­ depilin. Faklig heiti, tøkni, ikonografi (læran um symbol) og myndamál sum heild verða greidd og grein­ að. Fyrilestrarøðin fevnir um trý vikuskifti, tað fyrsta verður í heyst, tann 15. og 16. september 2007 báðar dagarnar kl. 10-16. Fyrsta vikuskiftið: Frá́ fornøld til renæssansu, 700 f.Kr.- 15. øld: 15. og 16. september kl. 10. - 16. Ann­ að vikuskiftið: Frá italskari renesansu til postimpression­ ismu, 1400 - 19. øld. Triðja vikuskiftið: Frá kubismu til videolist (1900 – 2007). Fyrilestrarøðin er almenn, men tað er neyðugt at tekna seg. Til ber at tekna seg til eitt vikuskifti í senn og at seta seg fyri øll trý́ viku­ skiftini beinanvegin. Hvørt sær kosta vikuskiftini 375 kr. Tey, sum tekna seg til øll trý í senn, fáa tey fyri 900 kr. Tekningin fer fram við at rinda 375 kr fyri vikuskiftið 15.-16. september 2007 (900 kr. fyri alt skeiðið) á́ konto (6460) 158.506.3 í́ Føroya Banka hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk Enn er ikki avgjørt nær annar og triði partur av fyrilestrarøðini verða, men tað verður lýst í góðari tíð. Tað eru Føroysk Mynd­ listafólk, Listafelag Føroya og Fróðskaparfelagið sum skipa fyri fyrilestrunum. Forhæng til indgangsdør Foto: Jørgen Wolek Tøkk Hjartalig øllum sum á ein ella annan hátt sýndu samkenslu, tá kæri sonur, pápi og abbi okkara Arni Jespersen Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Tøkk til familju og vinir, og ein serstøk tøkk til øll í Salem, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar og peningagávur, og tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Mamma, Heðin og Hallur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og bróðir okkara Elmar Joensen av Skála andaðist og varð jarðaður. Vit takka Jógvan Fríðriksson fyri troystarrík orð í heimi og kirkju. Takk til kirkjutænarar, sangarar og til tykkum øll, ið hjálptu so væl til við ervinum. Somuleiðis takk fyri, tit á Hotell Tórshavn, fyri góða hjálp. Øssur Berghamar fyri vitjan á Ríkishospitalinum, og heilsusystrarnar, her heima, fyri stóra hjálp. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Fríðgerð, Jantórur, Magni og Maud Listasøgulig fyrilestrarøð Mynd í sambandi við fram­ sýningin av millum- og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir, sum verður um ólavsøkumundið í Kommunuskúlanum. Hendan myndin er tikin uttan fyri fimleikarhøllina umleið 1930. Genturnar standa við ein træpall. Vinstrumegin træpallin f. v.: Fía Debes, Birthe Christensen, Vigga Cohr- Nielsen, lærari, og Sólrun Winther (gift Holm). Aftan fyri træpallinf.v.: Dagny Niclasen (gift Follend), Torbjørg Winther (gift Holm), Lena Nicolaj­ sen (gift Nielsen) og Hanna Reinert (gift í DK). Høgrumegin træpallin f. v.: Anna (búði í Tórsgøtu), Berghild Breckmann, Mia Weihe, Else Busk (dóttir yvirlærara í realskúlanum) og Arnóra Evensen (gift Bergstedt) Sitandi á træpallinum, f. v.: Ása Mortensen (gift Vágs­­heygg) og Lilly Jen­ sen. Myndamaður var Hessen­ smith, sum var stjóri í Før­ oya Banka. Um onkur veit meira um hesa myndina og t.d. veit hvussu Anna, sum búði í Tórsgøtu, eitur til eftirnavn ella hevur okkurt at við­ merkja, er viðkomandi væl­ komin at kontakta Jórunn Dánialsdóttir. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórs­ havn. Tel. 316024 /226024 ella 0045 30 69 77 92. Realskúlamyndir kunnu latast til Jórunn ella latast ”navnmerktar” til Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710). Myndaeigari: Forminnissavnið Millumskúlaflokkur umleið 1930 Færøernes Mellem- og Realskole nøvn