Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2007 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Maria Matras, vanliga nevnd Mia hjá Óla úti í Oyri, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Vanløse, andaðist mikudagin 27. juni 91 ára gomul. Jarð­ arferðin verður úr Sam­ uelskirkjuni týsdagin 3. juli kl. 11. Sonja Mellemgaard, ættað úr Tåstrup, búsit­ andi Tórshavn, andaðist í heiminum, leygardagin 30 juni, 73 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mikudagin kl. 13. Elia Poulsen, ættað úr Syrðugøtu, búsitandi á Skála, andaðist á Eystur­ oyar Røktar­ og Ellis­ heimi 29. juni, 81 ára gomul. Kistan fer úr Røktarheiminum í kvøld klokkan 18 í Skála kirkju. Jarðarferðin verður týsdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Eliu, kunnu lata Meinig­ heitshúsinum ella Skála kirkju eina peningagávu, konta í peningastovnu­ num. Eyðun Mortensen, Tvøroyri, andaðist fríggjadagin 29.juni, 66 ára gamal. Bønarhald verður í kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar Kirkju týs­ dagin klokkan 13. Sung­ ið verður úr sálmabókini. Tey, ið ynskja at minnast Eyðun, kunnu lata Suð­ uroyar Ellis­ og Røktar­ heimi eina gávu. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir 15. juni fylti Esther Mikkel­ sen 75 ár, og týsdagin 3. juli verður Sámal Mikkelsen 80 ár. Hetta fryntliga parið hevur í mong ár verið partur av býarmyndini í Klaksvík, har tey hava búð, síðani tey góvu hvør øðrum sítt ja í 1955. Esther er ættað úr Sør­ vági. Mamman var Jacobina fødd Thomassen og ættað úr Toft í Miðvági. Hon varð nevnd Tofta­Bina. Pápin var Jákup Andreas Hansen úr Sørvági ella Stoffa Ják­ up, sum hann varð nevndur. Kelinavnið komst av, at hann vaks upp saman við børnunum hjá mammu­ beiggjanum Kristoffuri ella Stoffa, sum hann varð nevndur. Bina og Jákup fingu tólv børn. Esther, sum var næst­ yngst, er tað einasta, sum er eftir á lívi. Systkinaflokkurin var hesin: Petrina Heinesen í Sandavági. Hon doyði í 1941. Jóhannus ið doyði sum lítil smádrongur, Jó­ hannus sum var skómakari í húsunum yvirav hjá P. A. Restorff. Hann doyði av sjúku undir krígnum, Elida var gift í Keypmannahavn og doyði í 1971, Poula sum var gift og búði í Brøndby, Kristina Petersen í Vági sum frammanundan, at hon giftist suður, átti sonin Robert McBirnie, Teata Rasmussen í Herlev, Sigfred sum búði í Sørvági, John sum heilt ungur flutti til Danmarkar, Arthur sum búði í Íslandi og seinni í Klaksvík og Norðdepli, Esther og Ellingsgaard sum búði í Vági. Sámal er klaksvíkingur. Mamman, Anna Margretha fødd Matras, var úr Uppi­ stovu uttan av Oyri. Pápin, Mikkjal Petur, var úr Barbustovu í Syðrugøtu. Tey giftust í 1922 og bú­ settust á Vágsheygnum. Børnini hjá teimum vóru Leivur (1922), Kirstin Danielsen (1923), Kata Mortensen (1925), Sámal (1927), Eli (1929), Malan Bærentsen (1932) og Mathilda Poulsen (1934). Malan búsettist á Tvøroyri og Mathilda í Miðvági. Hini búðu øll í Klaksvík. Kata og Eli eru farin foldum frá. Esther og Sámal giftust 18. august í 1955. Tey giftust inn á Vágsheygnum, men stutt eftir fluttu tey í húsini, sum tey høvdu bygt á Gørðum. Har búðu tey til í 1980, tá ið tey fluttu niðan undir Brúnna. Nú eru nøkur ár síðani, at tey fluttu í nýggj hús undir Hálsi. Sum ung genta arbeiddi Esther á trolvirki í heim­ bygdini. Eftir at hon var komin til Klaksvíkar, var hon heima hjá dreingjunum, og samstundis plagdi hon at knýta trolstykkir í kjallara­ num. Tá ið dreingirnir vóru farnir í skúla, fór hon á Kósina, og har arbeiddi hon á flakavirkinum í eina fjórðings øld. Sámal lærdi til skips­ timbrara hjá Kjølbro. Tá ið hann var avlærdur, arbeiddi hann eitt skifti í Íslandi. So róði hann út við Glottanum hjá Josiasi Matras. Hann leyk skiparaprógv í Klaks­ vík, og var aftur við Glotta­ num, sum hann førdi onkran túrin. So sigldi Sámal við trolara við Kaj Johannesen í fleiri ár. Fyrst í seksti árunum legðist hann uppi. Eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Josephsen, fór hann at arbeiða fyri seg sjálvan sum byggimeistari. Hann hevði fleiri menn í arbeiði, og teir bygdu set­ hús. Esther og Sámal eiga tríggjar dreingir: Mikkjal (1956) býr í Havn. Jákup (1957) og Jóannes (1962) búgva í Klaksvík. Barna­ børnini eru sjey í tali ­ tveir dreingir og fimm gentur. J Esther 75 og Sámal 80 ár Rætting Í samrøðu við tvey starvs­ fólk hjá Postverki Føroya í vikuskiftisblaðnum, á blað­ síðu 8 og 9, kom eitt navn skeivt fyri. Talan var ikki um Ellu Danielsen men Ellu Reinert. Vit biðja orsaka mis­ takið. ­red. Ella Reinert Dagurin 3. juli Kornelius. Mong eru halgimenni, sum bera navnið Kornelius, men teir vita ikki við vissu, hvør hesin er. Summir halda, at talan er um pávan Kornelius, sum varð tikin av døgum ár 253. Aðrir siga, at sipað verður til høvuðsmannin Kornelius, sum var fyrsti heidningur, ið var doyptur. Ápostlasøgan kap. 10. Navnið er latínskt ið kemur av orðinum cornu, ið merkir horn. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, omma og vermóðir okkara Elia Poulsen ættað úr Syðrugøtu, búsitandi á Skála andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi 29. juni, 81 ára gomul. Kistan fer frá Røktarheiminum mánakvøldið kl. 18 í Skála kirkju. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 14. Ingvard Kirstin, Jón, Paulina, Pálma og Fríða Tey, ið vilja minnast Eliu, kunnu lata Meinigheitshúsinum ella Skála kirkju eina peningagávu. Konta í peningastovunum. Í blaðnum hósdagin 28. juni skrivaðu vit, at okkum vitandi eru bert tveir av teimum 32 monnunum, sum mynstraðu við Borgini úr Vági í 1946, eftir á lívi: Jacob Martin Jacobsen á Viðareiði og Eli Petersen í Havn. Vit hava síðan fingið at vita um ein annan, Thomas Juel Magnussen úr Vági, sum býr í Svendborg. Thomas Juel býr í Svendborg