Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Eina gull-, fýra silvur- og eina bronsumedalju hálaðu føroysku judoíðkararnir heim, tá teir bardust í einstaklingakapping JUDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var hart og kontant. Tað var stutt og greitt. Soleiðis ber til at taka saman um sam­laða føroyska avrikið, tá judoíðkararnir vóru á mot­t­u­ni sunnudagin. Felags fyri allar íð­ka­rar­ nar var, at teir løgdu bragd­li­ ga fyri. Fóru hart í mót­ støðu­­mannin, vunnu sær gott tak og honum og syftu hann í gólvi. Teir dystirnir, sum fóru upp um eina min­ ut­t­in, kundu teljast á einari hond. Ein tilvitaður tak­tikk­ ur frá judoíðkarunum, um at seta seg sjálvar í respekt frá byrjan. Vísa styrki og at teir ikki óttaðust nakað sum helst. Drúgt hjá Christoffur Kappast var í øllum vekt­ flokk­um í senn, men um vit byr­ja í lættasta endanum, so skulu vit til menninar, sum viga undir 60 kg. Har bard­ist Christoffur Olsen, sum seinastu vikurnar hev­ ur strítt seg niður í vekt fyri at enda í hesum vektflokki. Hansara dystur fyrsti dystur var ein av teimum fáu, sum vardi eina løtu. Hóast hetta hevði Christoffur fult tam­ar­ hald á dystinum, sum hann før­di við trimum koka og ein­um wazari, áðrenn hann vann við hipon, tá hann tveit­ti mótstøðumannin í gól­vi við einum sonevndum “flúg­v­andi japanara”, har Chris­tof­fur legði seg aftur av og tveitti mannin upp um og aftur seg við bein­un­ um. Næsti dystur hansara var ei­si­ni av teimum drúgvu, har Christoffur tó aftur hevði tamarhald á støðuni. Hann vann sær tvær yoku, ei­na wazari og so aftur eina yo­ku, áðrenn hann fekk sí­na næstu wazari og sigurin og finalusessurin var trygg­ jað­ur. Finaludysturin var móti ein­um íðkara frá Rhodos. Aft­ur hesaferð var talan um ei­na dyst av longra slagnum, tá allir fimm minuttirnir vórðu brúktir. Tá avtodnaði hevði maðurin frá Rhodos trygg­jað sær eina yoku og ei­na koka, sum var nóg mi­k­ ið til at vinna á Christoffur, sum einki kast fekk at sita. Føroysk finala Næsti vektflokkurin var – 66 kg. Har vóru tvey før­ oysk umboð í Jógvan Páll Krist­ian­sen og Alex Joen­ sen. Hesin seinni kom víð­ ari uttan dyst, meðan Jóg­ van Páll syfti sín mót­støð­u­ mann út við einum frágera góð­um lágum “pick-up”- kas­ti, har mótstøðumaðurin verð­ur lyftur upp um herð­ar­ nar og syftur niður í gólv­ ið. Í seinna dysti sínum var upp­skrift­in hin sama sum í fyr­ra, og hesaferð var tað ein við svarta belti av Rho­ dos, sum Jógvan Páll Krist­ ian­sen sendi niður í gólvið og út úr kappingini. Fin­alu­ sess­ur­in var tryggjaður, men spurningurin hvør mót­ støðu­maðurin fór at vera. Svarið fekst í næsta dyst­ in­um, Alex Joensen bardist. Har basti Alex einum manni av Gibraltar, tá hann strang­ u­ler­aði hann. Áðrenn tað hevði hann eisini skaffa sær ei­na wazari, og soleiðis gjørd­ist talan um eina reina før­oys­ka finalu. Hendan finalan gjørdist eins og teirra undanfarnu dyst­ir lutfalsliga stutt. Alex vann við einum fínum hip­ on-kasti og fyrsta gull­me­ dal­jan var tryggjað. Beiskt silvur Í vektflokkinum –73 um­boð­ aðu Hjalmar Johannesen frá Norðskála og Áki David­ sen úr Kvívík Føroyar. Áki ta­pi sín fyrsta dyst, men vann tann næsta. Tað var nóg mikið til, at hann kundi ber­jast um aðra bronsuna, men her gjørdist kví­vík­ing­ ur­in ov stuttur. Hjá Hjalmar gekk nakað bet­ri. Hann kom víðari utt­ an dyst, í vann síðani á ein­ um manni frá Sarema, tá hann tók hann við tveimum waz­ari. Síðani var mót­støðu­ mað­ur­in ein frá Gibraltar. Hes­in kom á odda við einari yo­ku, men Hjalmar svaraði skjótt aftur og sendi mannin í mottuni við einari hipon. So stóð finalan á skránni. Hen­da gjørdist ein heldur beisk­ur biti hjá honum at svøl­g­ja. Hjalmar tapti dyst­ in, men var tað eftir ser­stak­ li­ga vánaligt dómaraavrik. Mað­ur­in frá Gibraltar royn­ di at tveita Hjalmar, sum fekk krøkt beinið í hann, og forð­aði kastinum. Haraftrat vó­ru teir uttan fyri loyvda øki, tá kastað varð. Dómarin ivað­ist væl og leingi, men hjálp­ar­dómarar hansara ló­tu sum einki, og so valdi hes­in at geva hinum sig­ur­ in. Silvur til Búgva Einasta umboð okkara í vekt­flokk­inum –81 kg, var Búg­vi Poulsen, sum eisini Bardust til seks Sølvi in action Tá einstaklingakappingin í judo var, stóð læknin Sølvi Winther Olsen og fylgdi við uttan fyri motturnar, klárur at leypa inn, um onkur av føroyingunum kom illa fyri. Og Sølvi slapp eisini at royna seg, men tíbetur var tað ikki ein føroyingur, ið hevði meitt seg. Tað var ein maður frá Gibraltar, sum lendi skeivt aftaná eitt kast og tók seg til nakkan. Sølvi var skjótur inni saman við læknanum á staðnum, og aftaná greiddi Sølvi frá, at judoíðkarin hevði meitt sær vøddan, sum gongur frá oyranum og niður móti østbeininum. Búgvi breyt nøsina Búgvi Poulsen var so óheppin at bróta sær nøsina, tá hann bardist finaludyst móti einum manni frá Prince Edvard Island. Eftir sjálva kappingina kom Búgvi á tal við henda mannin, sum vísti seg at vera plastikk skurðlækni. Hann segði skemtandi við Búgva, at hann ikki var komin fyri at skaffa kundar, men nú kundi hann saktans orðna nøsina hjá Búgva. Eisini Ragnar við Streym gongur runt við brotnari nøs. Henda varð tó sett upp á pláss mánadagin fyri viku síðani. Ragnar bardi seg fram í finaluna, sum hann tó tapti fyri finskum landsliðsleikara Mynd: Álvur Haraldsen