Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Eina gull-, fýra silvur- og eina bronsumedalju hálaðu føroysku judoíðkararnir heim, tá teir bardust í einstaklingakapping JUDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var hart og kontant. Tað var stutt og greitt. Soleiðis ber til at taka saman um samlaða føroyska avrikið, tá judoíðkararnir vóru á mottuni sunnudagin. Felags fyri allar íðkarar­ nar var, at teir løgdu bragdli­ ga fyri. Fóru hart í mót­ støðumannin, vunnu sær gott tak og honum og syftu hann í gólvi. Teir dystirnir, sum fóru upp um eina min­ uttin, kundu teljast á einari hond. Ein tilvitaður taktikk­ ur frá judoíðkarunum, um at seta seg sjálvar í respekt frá byrjan. Vísa styrki og at teir ikki óttaðust nakað sum helst. Drúgt hjá Christoffur Kappast var í øllum vekt­ flokkum í senn, men um vit byrja í lættasta endanum, so skulu vit til menninar, sum viga undir 60 kg. Har bardist Christoffur Olsen, sum seinastu vikurnar hev­ ur strítt seg niður í vekt fyri at enda í hesum vektflokki. Hansara dystur fyrsti dystur var ein av teimum fáu, sum vardi eina løtu. Hóast hetta hevði Christoffur fult tamar­ hald á dystinum, sum hann førdi við trimum koka og einum wazari, áðrenn hann vann við hipon, tá hann tveitti mótstøðumannin í gólvi við einum sonevndum “flúgvandi japanara”, har Christoffur legði seg aftur av og tveitti mannin upp um og aftur seg við beinun­ um. Næsti dystur hansara var eisini av teimum drúgvu, har Christoffur tó aftur hevði tamarhald á støðuni. Hann vann sær tvær yoku, eina wazari og so aftur eina yoku, áðrenn hann fekk sína næstu wazari og sigurin og finalusessurin var trygg­ jaður. Finaludysturin var móti einum íðkara frá Rhodos. Aftur hesaferð var talan um eina dyst av longra slagnum, tá allir fimm minuttirnir vórðu brúktir. Tá avtodnaði hevði maðurin frá Rhodos tryggjað sær eina yoku og eina koka, sum var nóg mik­ ið til at vinna á Christoffur, sum einki kast fekk at sita. Føroysk finala Næsti vektflokkurin var – 66 kg. Har vóru tvey før­ oysk umboð í Jógvan Páll Kristiansen og Alex Joen­ sen. Hesin seinni kom víð­ ari uttan dyst, meðan Jóg­ van Páll syfti sín mótstøðu­ mann út við einum frágera góðum lágum “pick­up”­ kasti, har mótstøðumaðurin verður lyftur upp um herðar­ nar og syftur niður í gólv­ ið. Í seinna dysti sínum var uppskriftin hin sama sum í fyrra, og hesaferð var tað ein við svarta belti av Rho­ dos, sum Jógvan Páll Krist­ iansen sendi niður í gólvið og út úr kappingini. Finalu­ sessurin var tryggjaður, men spurningurin hvør mót­ støðumaðurin fór at vera. Svarið fekst í næsta dyst­ inum, Alex Joensen bardist. Har basti Alex einum manni av Gibraltar, tá hann strang­ uleraði hann. Áðrenn tað hevði hann eisini skaffa sær eina wazari, og soleiðis gjørdist talan um eina reina føroyska finalu. Hendan finalan gjørdist eins og teirra undanfarnu dystir lutfalsliga stutt. Alex vann við einum fínum hip­ on­kasti og fyrsta gullme­ daljan var tryggjað. Beiskt silvur Í vektflokkinum –73 umboð­ aðu Hjalmar Johannesen frá Norðskála og Áki David­ sen úr Kvívík Føroyar. Áki tapi sín fyrsta dyst, men vann tann næsta. Tað var nóg mikið til, at hann kundi berjast um aðra bronsuna, men her gjørdist kvívíking­ urin ov stuttur. Hjá Hjalmar gekk nakað betri. Hann kom víðari utt­ an dyst, í vann síðani á ein­ um manni frá Sarema, tá hann tók hann við tveimum wazari. Síðani var mótstøðu­ maðurin ein frá Gibraltar. Hesin kom á odda við einari yoku, men Hjalmar svaraði skjótt aftur og sendi mannin í mottuni við einari hipon. So stóð finalan á skránni. Henda gjørdist ein heldur beiskur biti hjá honum at svølgja. Hjalmar tapti dyst­ in, men var tað eftir serstak­ liga vánaligt dómaraavrik. Maðurin frá Gibraltar royn­ di at tveita Hjalmar, sum fekk krøkt beinið í hann, og forðaði kastinum. Haraftrat vóru teir uttan fyri loyvda øki, tá kastað varð. Dómarin ivaðist væl og leingi, men hjálpardómarar hansara lótu sum einki, og so valdi hesin at geva hinum sigur­ in. Silvur til Búgva Einasta umboð okkara í vektflokkinum –81 kg, var Búgvi Poulsen, sum eisini Bardust til seks Sølvi in action Tá einstaklingakappingin í judo var, stóð læknin Sølvi Winther Olsen og fylgdi við uttan fyri motturnar, klárur at leypa inn, um onkur av føroyingunum kom illa fyri. Og Sølvi slapp eisini at royna seg, men tíbetur var tað ikki ein føroyingur, ið hevði meitt seg. Tað var ein maður frá Gibraltar, sum lendi skeivt aftaná eitt kast og tók seg til nakkan. Sølvi var skjótur inni saman við læknanum á staðnum, og aftaná greiddi Sølvi frá, at judoíðkarin hevði meitt sær vøddan, sum gongur frá oyranum og niður móti østbeininum. Búgvi breyt nøsina Búgvi Poulsen var so óheppin at bróta sær nøsina, tá hann bardist finaludyst móti einum manni frá Prince Edvard Island. Eftir sjálva kappingina kom Búgvi á tal við henda mannin, sum vísti seg at vera plastikk skurðlækni. Hann segði skemtandi við Búgva, at hann ikki var komin fyri at skaffa kundar, men nú kundi hann saktans orðna nøsina hjá Búgva. Eisini Ragnar við Streym gongur runt við brotnari nøs. Henda varð tó sett upp á pláss mánadagin fyri viku síðani. Ragnar bardi seg fram í finaluna, sum hann tó tapti fyri finskum landsliðsleikara Mynd: Álvur Haraldsen