Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] ven­ur judolandsliðið. Han­ sa­ra fyrsti dystur var ikki stutt­ur, men Búgvi hevði full­kom­ið tamarhald á støð­ uni alla tíðina. Hann legði út við einum koka, fekk mann­in í haldigreb og end­ aði so við einum hipon- kas­ ti, og so var maðurin frá Rho­dos liðugur. Næsti dysturin var ímóti ein­um frá Guernsey, og har stýr­di Búgvi eisini dystinum og sendi mótstøðumann in út við hipon, eftir at hann framm­an undan vunn ið ei­na wazari. Í triðja dystinum stóð Sar­ ema á skránn i. Hetta var dyst­u­­rin um finalusessin, og hann tryggjaði Búgvi sær eftir at hava strangulerað mann­in. Í finaluni bíðaði ein mað­ ur frá Prince Edvard Island. Hes­in var ikki hvør sum helst, tí higartil í ár hevur hann bart fleiri enn 30 al­tjóða kappingar. Búgvi megn­aði tó at geva honum ein skarpan gang í finaluni, men at enda lúrdi hann Búg­ va av og sendi hann niður í mottuna. Bronsa í –90 Petur Sigurð Johann esen og Ed­vard Johann esen frá á­ví­ ka­vist Norðskála og Oyrar­ bak­ka, luttóku í –90 kg. Báð­ir vunn u teir sínar dystir skjótt og trygt. Í næsta dysti teir­ra var støðan øvugt. Teir tap­tu og komu soleiðis at spæ­la hvør sína bron­su­fin­a­ lu. Petur Sigurð átti Gibraltar og vann trygt eftir stuttan dyst við einari hipon. Hjá Ed­vard gekk straks verri, tí eftir fáum sekundum hevði tað eydnast mót­støðu­mann ­ in­um at syft hann í gólvið til eitt flott hipon, og so­leið­ is misti hann bronsuna. Ragnar og finnin Síðstu finaluna bardist Rag­ nar við Streym. Hetta var ímóti einum sterkum á­lend­ ing­ ini, sum eisini umboðar fins­ ka landsliðið, og skal við á komandi olympisku leik­ir­nar. Hesin vann rím­i­li­ ga trygt á Ragnar, eftir at hann hevði roynt seg við kas­ti og síðani fekk hann í haldi­greb. Dystirnar inn til tá hevði Rag­nar hølvað seg fram í final­una. Fyrsti mót­støðu­ mað­ur­in varð sendur út við ein­um “flúgvandi-jap­an­ ara”, og næsti maðurin reyk ei­si­ni tíðliga eftir frálíkt hip­ on- kast. Men tað bleiv rakk tó ikki til meiri enn eina silvur­me­ dal­ju hjá Ragnar við Streym. Eitt úrslit, sum hann tó saktans kann vera errin av, eins og Christoffur Ol­sen, Jógvan Páll Krist­ian­ sen og Hjalmar Johann esen ei­si­ni kunn a, á sama sum Al­ex Joensen og Petur Sig­ urð Johann esen eiga at vera ernir av sínum úrslitum. heiðursmerki Kappast verður um stig, og fyri at vinna ein dyst er kravið tíggju av slagnum. Stigini verða givin út frá hvussu væley- dnað køstini eru. Koka er tað lægsta, ið givið verður fyri kast, og svarar tað til 1 stig. Síðani kemur yoku, ið svara til 3 stig. Wazari er næsthægst og er tað sama sum 7 stig, og at enda kemur hipon, sum er 10 stig og verður givið, tá kastið er fullkomið. Haraftrat ber til at vinna við at halda mótstøðuleikara sín niðri á gólvinum í 30 sekund, ella við at strangulera hann, soleiðis at hann noyðist at yvirgeva seg. Hvør dystur kann vara upp til fimm minuttir, men endar sum annar av íðkarunum hevur fingið 10 stig. FAKTA UM JUDO Føroyska finalan endaði við, at Alex Joensen í hvítum vann á Jógvan Páll Kristiansen í bláum Mynd: Álvur Haraldsen Christoffur Olsen til høgru vann silvur hjá monnum undir 60 kg Mynd: Álvur Haraldsen Thygesen aftur í FCM Fyri hálvum øðrum ári síðan valdi lyklaleikarin hjá FC Midtjylland, Mikkel Thygesen, at skifta til týskan fótbólt. Ævintýrið í týsku Bundesliguni gjørdist tó stokkut, tí longu nú hevur Thygesen valt at fara heimaftur til FC Midtjylland. Hann megnaði ongantíð at bíta seg veruliga fastan á liðið, og tá ið felagið eisini varð flutt niður, valdi hann at flúgva heim í reiðrið. Hargreaves komin til Manchester Owen Hargreaves, sum fyri einum mánaða síðan skifti til Manchester United, varð í gjár kunn gjørdur sum nýggjur leikari í felagnum. Samstundis varð prísurin almann akungjørdur. Miðvallarin kostaði Manchester United góðar 200 milliónir, og talan er um ein fýra ára sáttmála. Hargreaves kom til enska meistarafelagið eftir at felagið hevði verið í sera drúgvum samráðingum við nú fyrrverandi felag hansara, Bayern München.