Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Tað rakk akkurát ikki til eitt finalupláss hjá unga kollfirðinginum, sum rann 800 metrar upp á 2 minuttir og 1 sekund í gjár RENNING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Jóan Carl Joensen var rætti­ liga misnøgdur, tá hann kom um málstrikuna eftir 800 metra renningina á Kallipateira-leikvøllinum tætt við Rhodos-bý. – Tað byrjaði væl hjá mær, men endin gekk ikki sum hann skuldi, staðfesti 20 ára gamli kollfirðingurin, eftir at hann hevði fingið ond­ina aftur. Jóan Karl hev­ ur annars ein rættiliga góð­ an endaspurt, men hesin mun­aði ikki tað hann plag­ ar. Hví visti Jóan Karl ikki at siga – um tað vóru hinir, sum vóru eins sterkir og hann í hesum, ella spurturin bara ikki riggaði sum hann skuldi. Stórur spenningur leingi Men hóast tað ikki gekk heilt sum Jóan Karl hevði ætlað, so var kortini stórur spenningur rættiliga leingi, um báðir hansara minuttir og eina sekundi var nóg mik­ið, at tryggja honum sess í finaluni. Kappast varð í trimum bólk­um, har tveir teir fremstu komu beinleiðis víð­ari í finaluna. Síðani vóru tvey pláss latin teimum báðum, sum høvdu bestu tíðirnar aftaná teimum, sum tryggjaðu sær beinleiðis lut­ tøku. Her varð leingið roknað og spælt við tølum og tíðum, áðrenn dómararnir komu til tað niðurstøðu, at Jóan Karl var akkurát ov stutt­ur til at fáa sess í final­ uni. Hann hevði triðbestu tíðina av hesum. Jóan Karl akkurát ov stuttur Jóan Carl Joensen kom um málið við tíðini 2,01 Mynd: Rólant Waag Dam Bjørk Herup Olsen var bara trý sekund frá síni bestu tíð, tá hon rann 1500 metrar sunnudagin og endaði sum nummar 10 RENNING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Unga Bjørk Herup Ol­sen kom á mál við tíð­ini 4 minuttir og 54 sek­und, tá hon hevði lagt 1500 metrar aftur um bak á leikvøllinum á Kallipateira skamt utt­an fyri Rhodos- bý. Henda tíðin rakk til eitt tíggj­unda pláss av, og hóast hetta ikki er ein plas­ ering havnardaman er von við, so kann Bjørk Herup Olsen bara vera vælnøgd við sítt avrik. Tað er nevniliga so, at besta tíð hennara áð­ur er 4 minuttir og 51 sekund, og undir givnu umstøðum á Rhodos, er tað eitt frálíkt úrslit hjá unga rennaranum úr Havn. Bjørk Herup Olsen kom um málstrikuna við tíðini 4,54 Mynd: Álvur Haraldsen Soleiðis ljóðar samandrátturin hjá Hera Ziska, eftir at hann í gjárkvøldið tveitti hamaran knappar fýra metrar HAMARKAST Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hamarkast er ikki sterkasta síð­an hjá Hera Ziska, men á einum góðum degi ber til hjá honum at tveita hamaran upp á 47 metur. So væl gekk tó ikki hjá honum seinna­partin sunnu­dagin, tá hann á leik­vøll­ inum fyri frælsan ítrótt á Kalli­ pateira skamt uttan fyri Rhodos-bý, kastaði hamaran 43,99 metur. Eitt tal, sum í síð­ sta enda gav eitt fimta pláss. – Eg eri nokkso ræðuliga skuffaður, tí eg veit eg havi meiri at geva av. Eg klári væl meiri á einum góðum degi, og hevði gjørt dreyma­kastið nú, so hevði tað kanska rokk­ ið til eitt triðja pláss, segði Heri Ziska, stutt eftir at hann hevði tveitt hamaran fyri sein­ astu ferð á hesum leikunum. Veðrið bilti ikki Tá Heri kastaði fyri fyrstu ferð í gjár skein sólin yvir stadion. Tá hann var lið­ug­ ur, hevði sólin fjalt seg hand­an skýggini, og sam­ bært Hera varð hann ong­an­ tíð órógvaður av hvørki sól ella hita. – Hita havi eg roynt áður, og sólin bilar heldur ikki ein sovorðnan dag, tá veðrið var fullkomið, sum gjørt til frælsan ítrótt. Sólin kundi órógva, um vit fingu hana í eyguni, men tá hava vit sól­ brillur, sum vit eisini brúka, tá vit venja í Havn um kvøld­arnar og sólin setur, sig­ur Heri Ziska. Fyrsti venjarin í 13 ár Til hesar leikirnar hevur Heri Ziska gjørt rímiliga nógv burtur úr venjingunum. Eitt nú hevur hann fingið sær nakað so sjáldsamt sum ein venjara. – Venjarin er tann fyrsti hjá mær síðani 1994, og tá eg eri sjálvlærdur í ham­ar­ kasti, roynir hann nú at læra meg ein øðrvísi teknikk, greið­ir Heri Ziska frá. Hesin teknikkur skal ætl­ andi koma honum til góðar á oyggjaleikunum í 2009. – Tá skal eg upp um hasar 50 metrarnar. Eg veit at eg kann tað, og havi evnini til tað, so uttan skaðar átti tað at borið til, heldur Heri Ziska. Fantastiskar umstøður men keðiligt úrslit Heri Ziska hevur fingið sær venjara. Hetta er hansara fyrsti í 13 ár, og Heri vónar at hesin kann hjálpa honum at røkka teimum 50 metrunum, sum er málið til komandi oyggjaleikir Mynd: Rólant Waag Dam Bjørk kann vera nøgd FCK leitar eftir góðsku Donsku meistararnir hava leingi latið ljóðað, at teir skulu hava stóran styrk í summar. Hetta váttar nú venjari teirra, Ståle Solbakken. – Tað hevur ongnatíð verið verri at fingið styrkin, sum nú. Vit hava havt møguleikan at fingið 20 leikarar, men vit hava valt at vera tolnir og bíða eftir røttu leikarunum. Hetta borgar fyri at vit vilja hava góðsku, sigur norski venjarin í FCK, Ståle Solbakken, við B.T. Robinho skoraði hattrick Brasilia er komið aftur á rættkjøl, eftir at teir í Copa America løgdu út við at tapa fyri Meksiko. Uppreisnin kom í gjár, tá ið teir vunnu sannførandi 3-0 á Kili. Bóltsnillingurin Robinho skeyt øll trý málini. Brasilia manglar nú Ekvador í seinasta bólkadystinum, og her skal nógv henda, áðrenn teir skulu missa møguleikan at koma víðari.