Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Tá kreftirnar eru uppi, er tað bert viljin, sum kann føra ein marathon- rennara á mál. Og hetta megnaði Rigmor Napoleons- dóttir Arge, hóast tað sá svart út Frælsur ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki nógv bensin eft­ ir á motorinum, tá Rigmor Napoleonsdóttir Arge kom inn á stadionøkið til frælsan ítrótt, har seinastu 550 metrarnir av hálvu mara­ thonrenningini skuldu renn­ ast. Eins og hon hevði gjørt tað seinastu nógvu kilomet­ rarnar, so megnaði hon tó at at vinna á sær sjálvum, og tað var fyrst og fremst het­ ta, sum taldi, tá tað stóð hen­ ni greitt, at medaljupláss bleiv talan so ikki um. ­ Nei, har var tómt. Tað stóð faktiskt á minus, tá eg kom inn, so eg skuldi bara um strikuna, helt Rigmor fyri. ­ Trupulleikin var, at eg var ov optimistisk fyrstu løt­ una. Eg legði ov hart út, og so fann eg ongan tíð mína egnu rútmu. Tað gjørdi, at tað gjørdist bert ein spurn­ ingur um at koma á mál, og tað vildi eg. Og tí eri eg nøgd, bara tað eydnaðist, tí eina løtu sá tað altso ógvu­ liga svart út. Var tað kanska eisini hit­ in, sum spældi inn á tann hátt, at tú hevði undirmett hetta? ­ Eg veit ikki. Eg havi eisini runnið í nógvum hita fyrr, men hvør kapping gev­ ur tær nýggjar royndir. Hesa ferð var eg bara ov djørv. Eg lá nummar fýra, og so helt eg, at hetta gekk fínt, og so taki eg tær móti enda­ num. Men tað gjørdist altso umvent. Tað varð eg, sum varð etin. Guttorm Sørensen fylgdi við í átta kilo- metrar, men so rendi hann seg í múrin, har tað ikki ber til at kroysta meira úr kroppinum Frælsur ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vónbrotið var stórt hjá Gutt­ ormi Sørensen, tá hann kom á mál sum nummar 17 av luttakarunum í hálvum marathon. Hóast tað illa ber til at sammeta bestu tíðina, sum er runnin í Føroyum við tað at renna í 36 hitastig­ um, so var nøsin sett upp eftir meira. Soleiðis er besta tíðin, sum Guttorm hevur runnið, 1.13,07, og tað var bara tvey sekund verri, enn vin­ naratíðin var sunnumorgun­ in. ­ Hetta var ræðuligt. Alt tóktist annars ganga eftir ætlan fyrstu kilometrarnar. Eg kendi meg væl, og áskoð­ arar heppaðu á rutuni, so tað tóktist ganga heilt væl. Við vilja hevði eg lagt ferð­ ina nakað lægri, enn eg vil­ di gjørt í Føroyum, og hetta helt eg meg til, hóast nakrir aðrir stungu av alt fyri eitt. ­ Men eftir átta kilometrar var tað, sum fekk eg ein hamara í høvdið. Sjálvt um beinini vóru góð, so vildi kroppurin barasta ikki, og so er ikki nógv at gera. Tá var tað bara ein spurningur um at koma á mál, segði ein skuffaður Guttorm, tá hann eina løtu hevði sitið í skugg­ anum og fingið luftina aft­ ur. Vónin hjá marathonrenna­ runum hevði annars verið, at lotið inn av strondini kun­ di svala rennararnar nakað. Men hetta var tó til onga hjálp. ­ Vit runnu nógv inni í býnum, og har var luftin steindeyð. Vatnpostar vóru fyri hvørjar 2,5 kilometrar, men størsti parturin av hes­ um bleiv nýtt til at køla høvdið við. Og á seinastu postunum var vatnið vorðið somikiði heitt, at tað hjálpti millum lítið og einki kortini, segði Guttorm. Rakti sum ein hamari Tað var ikki so, at Guttormur var um at missa vitið av møði. Men tað var greitt, at nógvi hitin hevði tikið sera nógv av megini úr kroppinum hjá stinna klaksvíkinginum Mynd: Álvur Haraldsen Vann á sær sjálvari Fullkomuliga tappað fyri megið kom Rigmor inn um strikuna aftan á góðar 20 kilometrar í bakandi hita Mynd: Álvur Haraldsen Menn 1 Terrance Armstrong Bermuda 1.13,05 2 Kim Godtfredsen Grønland 1.13,43 3 Albert Donowa Bermuda 1.14,37 17 Guttorm Sørensen Føroyar 1.23,10 Kvinnur 1 Turi Malme Hitra 1.26,28 2 Amanda Brown Jersey 1.27,43 3 Dawn Richardson Bermuda 1.28,46 9 Rigmor N. Arge Føroyar 1.38,28 FAKTA UM 1/2 MARATHON Meksiko í fjórðingsfinaluni Meksiko er fyrsta landið í fjórðingsfinaluni av suðuramerikonsku kappingini, Copa America. Hetta gjørdist greitt í nátt føroyska tíð, tá ið teir vunnu 2­1 á Ekvador. Nery Castillo og Omar Bravo tryggjaðu Meksiko leiðsluna, áðrenn Edison Mendez minkaði um munin stutt fyri leiklok. Tvey tey fremstu liðini í teimum trimum bólkunum koma víðari, umframt tvey tey sterkastu liðini á 3. plássi. Newcastle vil hava FCK-leikara Norski miðverjuleikarin hjá FCK, Brede Hangeland, stendur á gáttini til eitt ævintýr í Premier League. Tað er felagið á St. James’ Park, Newcastle, ið vil hava fatur á luftsterka norðmanninum. Miðverjan hjá Newcastle er í ár longu styrkt við David Rozehnal, sum er ein kekkikskur landsliðsleikari.