Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Tá kreftirnar eru uppi, er tað bert viljin, sum kann føra ein ma­ra­thon- rennara á mál. Og hetta megn­aði Rigmor Na­­po­leons­ dóttir Arge, hóast tað sá svart út Frælsur ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki nógv bensin eft­ ir á motorinum, tá Rig­mor Napoleonsdóttir Arge kom inn á stadionøkið til fræls­an ítrótt, har seinastu 550 metrarnir av hálvu ma­ra­ thon­renningini skuldu renn­ ast. Eins og hon hevði gjørt tað seinastu nógvu kilo­met­ ra­r­nar, so megnaði hon tó at at vinna á sær sjálvum, og tað var fyrst og fremst het­ ta, sum taldi, tá tað stóð hen­ ni greitt, at medaljupláss bleiv talan so ikki um. - Nei, har var tómt. Tað stóð faktiskt á minus, tá eg kom inn, so eg skuldi bara um strikuna, helt Rigmor fy­ri. - Trupulleikin var, at eg var ov optimistisk fyrstu løt­ una. Eg legði ov hart út, og so fann eg ongan tíð mína eg­nu rútmu. Tað gjørdi, at tað gjørdist bert ein spurn­ ing­ur um at koma á mál, og tað vildi eg. Og tí eri eg nøgd, bara tað eydnaðist, tí ei­na løtu sá tað altso ó­g­vu­ liga svart út. Var tað kanska eisini hit­ in, sum spældi inn á tann hátt, at tú hevði undirmett het­ta? - Eg veit ikki. Eg havi ei­si­ni runnið í nógvum hita fyrr, men hvør kapping gev­ ur tær nýggjar royndir. Hesa ferð var eg bara ov djørv. Eg lá nummar fýra, og so helt eg, at hetta gekk fínt, og so taki eg tær móti en­da­ num. Men tað gjørdist altso um­vent. Tað varð eg, sum varð etin. Guttorm Sørensen fylg­di við í átta kilo­ met­r­ar, men so rendi hann seg í múrin, har tað ikki ber til at kroysta meira úr kropp­­inu­m Frælsur ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vónbrotið var stórt hjá Gutt­ or­mi Sørensen, tá hann kom á mál sum nummar 17 av lut­ta­ka­runum í hálvum ma­ra­thon. Hóast tað illa ber til at sammeta bestu tíðina, sum er runnin í Føroyum við tað at renna í 36 hita­stig­ um, so var nøsin sett upp eft­ir meira. Soleiðis er besta tíðin, sum Guttorm hevur runnið, 1.13,07, og tað var bara tvey sekund verri, enn vin­ na­ra­tí­ð­in var sun­nu­morg­un­ in. - Hetta var ræðuligt. Alt tókt­ist annars ganga eftir æt­lan fyrstu kilometrarnar. Eg kendi meg væl, og á­skoð­ ar­ar heppaðu á rutuni, so tað tóktist ganga heilt væl. Við vilja hevði eg lagt ferð­ ina nakað lægri, enn eg vil­ di gjørt í Føroyum, og hetta helt eg meg til, hóast nakrir aðrir stungu av alt fyri eitt. - Men eftir átta kilometrar var tað, sum fekk eg ein ham­ara í høvdið. Sjálvt um bein­ini vóru góð, so vildi kropp­ur­in barasta ikki, og so er ikki nógv at gera. Tá var tað bara ein spurningur um at koma á mál, segði ein skuff­að­ur Guttorm, tá hann ei­na løtu hevði sitið í skugg­ an­um og fingið luftina aft­ ur. Vónin hjá ma­ra­thon­ren­na­ run­um hevði annars verið, at lotið inn av strondini kun­ di svala rennararnar nakað. Men hetta var tó til onga hjálp. - Vit runnu nógv inni í býn­um, og har var luftin stein­deyð. Vatnpostar vóru fy­ri hvørjar 2,5 kilometrar, men størsti parturin av hes­ um bleiv nýtt til at køla høvd­ið við. Og á seinastu post­un­um var vatnið vorðið so­mik­iði heitt, at tað hjálpti mill­­­um lítið og einki kortini, segði Guttorm. Rakti sum ein hamari Tað var ikki so, at Guttormur var um at missa vitið av møði. Men tað var greitt, at nógvi hitin hevði tikið sera nógv av megini úr kroppinum hjá stinna klaksvíkinginum Mynd: Álvur Haraldsen Vann á sær sjálvari Fullkomuliga tappað fyri megið kom Rigmor inn um strikuna aftan á góðar 20 kilometrar í bakandi hita Mynd: Álvur Haraldsen Menn 1 Terrance Armstrong Bermuda 1.13,05 2 Kim Godtfredsen Grønland 1.13,43 3 Albert Donowa Bermuda 1.14,37 17 Guttorm Sørensen Føroyar 1.23,10 Kvinnur 1 Turi Malme Hitra 1.26,28 2 Amanda Brown Jersey 1.27,43 3 Dawn Richardson Bermuda 1.28,46 9 Rigmor N. Arge Føroyar 1.38,28 FAKTA UM 1/2 MARATHON Meksiko í fjórðingsfinaluni Meksiko er fyrsta landið í fjórðingsfinaluni av suðuramerikonsku kappingini, Copa America. Hetta gjørdist greitt í nátt føroyska tíð, tá ið teir vunnu 2-1 á Ekvador. Nery Castillo og Omar Bravo tryggjaðu Meksiko leiðsluna, áðrenn Edison Mendez minkaði um munin stutt fyri leiklok. Tvey tey fremstu liðini í teimum trimum bólkunum koma víðari, umframt tvey tey sterkastu liðini á 3. plássi. Newcastle vil hava FCK-leikara Norski miðverjuleikarin hjá FCK, Brede Hangeland, stendur á gáttini til eitt ævintýr í Premier League. Tað er felagið á St. James’ Park, Newcastle, ið vil hava fatur á luftsterka norðmanninum. Miðverjan hjá Newcastle er í ár longu styrkt við David Rozehnal, sum er ein kekkikskur landsliðsleikari.