mánadagur 2. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 124 - 2. juli 2007 ]
Karin Mikkelsen var skjót
at ásanna, at kvinnurnar hjá
Rhodos loyptu hvøkk á før
oyska liðið.
Eg haldi, at tær gjørdu
okkum bilsnar longu undir
upphitingini. Men eg má
eisini siga, at talan gjørdist
um ein fínan dyst. Tað er
eisini gott fyri okkum, at vit
fáa harðar dystir, og tað
hava vit avgjørt ikki altíð
fingið á oyggjaleikum. Og
fyri áskoðararnar er hetta jú
eisini nógv stuttligari. Men
vit gjørdu tað nú eisini nógv
truplari enn neyðugt fyri
okkum sjálvar.
Persónligu mistøkini vóru
øgiliga nógv í tali. Vóru tað
kanska drúgvaru royndirnar
hjá tykkum, sum gjørdu, at
tit at enda fingu koppað
dystinum?
Tað kann tað vera.
Umstøðurnar at spæla eru
tó ikki tær somu, sum vit
eru vanir við, so nógvir lutir
kring dystin eru øðrvísi.
Men vit gjørdu eisini heilt
ófatuliga nógv persónlig
mistøk, og tí komu vit alla
tíðina at spæla undir trýsti.
Og tað ger jú, at tú alla tíð
ina ert eitt sindur knýtt og
fær ikki slappa av.
Men eg kann ætla, at tit
eru glaðar, nú tit hóast alt
vunnu dystin.
Absolutt! Vit skuldu jú
vinna hendan dystin. Og
hóast vit ikki vistu, á hvør
jum støði tær spældu á, so
royndu vit í hvussu er ikki
at undirmeta tær, segði Kar
in Mikkelsen.
Talan var sjáldan um
nakað spæl, ið borgar
fyri fimta gullmerk
inum á rað, tá Føroyar
fingu óvæntaðar – og
stórar – trupulleikar
av uppsettu vertskvin
nunum
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var væntandi, at talan
bara var um avgreiðslu
spurning, tá føroysku flog
bóltskvinnurnar
sunnu
kvøldið spældu sín fyrsta
dyst.
Rhodos hevur ikki áður
havt lið við í flogbólti, og tí
vóru neyvan tær heilt stóru
vónirnar til, at tær skuldu
gera so øgiligar skreytir.
Um føroysku kvinnurnar
framdu klassiska mistakið
við at undirmeta mótstøðu
na, er ilt at siga. Men iva
leyst hevur verið gjørt ótil
vitað onkrastaðni. Og tá tær
av Rhodos brádliga sóu, at
tær kundu gera ein vørr
móti ferfaldu gullvinnarun
um, vildu tær so sanniliga
taka av.
Beach-venjing
Hóast flogbólturin sjálvur
ikki er so stór ítróttagrein á
Rhodos, so er strandaútgáv
an av spælinum avgjørt nak
að, sum fólk íðka. Og iva
leyst var tað eisini eitt lið
við royndum frá hesum,
sum føroysku kvinnurnar
hittu.
Tí tær vóru nú avgjørt
ikki fyri nothing. Bæði mót
tøkur og hevingar vóru á
góðum støði, og smash er í
øllum førum nakað, sum er
kent frá beach volley.
Og tá okkara so als ikki
vóru til reiðar til eina somik
ið trupla uppgávu, gav tað
skjótt at bíta.
Rhodos byrjaði við buld
ur og brak, og kom skjótt á
124. Og hóast munurin
minkaði,
sum
dysturin
gekk, so var fyrsta settið
meira enn nakað ein stað
festing av, at hetta bleiv ikki
lætt. Ikki minst tí tað aloft
ast er so sera trupult at ven
da gongdini, um tú ikki ert
til reiðar frá dystarbyrjan.
Hetta gjørdist eisini alt
sjónligari, sum dysturin
leið. Hóast føroysku kvinn
urnar royndu at heppa og
toga hvørja aðra, so vildu
hópurin av persónligum
mistøkum ikki hvørva. Í
nógvum førum eisini frá
meira roynda partinum av
liðnum, sum annars hevur
verið fyri stórari útskifting
seinastu tvey árini. Ein rota
tiónsfeilur gav tó at enda
settbólt til okkum, og tá hes
in varð gagnnýttur, hildu
tey flestu helst, at nú var
kósin rættað.
Mentalt sterkari
Tað var hon nú als ikki.
Rhodos hevði leiðsluna all
an vegin. Og tó at Føroyar
vardu fyri trimum settbólt
um, so var hetta ikki nóg
mikið.
Og tað skuldi gerast verri.
Fjórða settið var nevnliga
um at gerast tað seinasta.
Nakrir mest sum fatalir brøl
arar frá royndum spælarum
broytt 2321 til 2324, og
so hevði Rhodos brádliga
matchbólt. Høllin var nú
eisini spakuliga komin í
kók, og væl stuðlaðar av før
oysku
áskoðarunum,
ið
mest sum høvdu hersett
høllina, megnaðu kvinnur
nar kortini at verja fyri. Og
tá tær eftir marathonbólt
vunnu sær settból, tóktist
hetta
geva
mótstøðuni
mønustingin.
Ivin var í øllum førum
totalt burtur í javnbrótaran
um. Bæði servur, smash og
móttøkur sótu brádliga, og
so vórðu tær hjá Rhodos
mest sum trumlaðar umkoll
í einum dysti, har tær høvdu
givið alt. Men kortini ikki
fingu tað løn, sum tær kans
ka høvdu uppiborið.
Úr einum føroyskum sjón
arhorni var rhodesiska vón
brotið tó til at liva við. Hjá
okkum hevði tað týdning,
at flogbóltskvinnur okkara
framvegis hava karakter, tá
mest stendur á. Men fyri
tað nýtist teimum ikki at
gera allar dystirnar eins
spennandi.
Rhodos-Føroyar 2-3 (25-21, 24-26, 25-23, 24-26, 8-15):
Skryktar úr dreymasongini
Tær dugdu
at spæla
Moyggjabita-plága
Stórur partur av føroyska ferðalagnum á Rhodos er komið
eftir, hvussu irriterandi smáu flogkyktini á oynni kunnu
vera. – Hvørjir oyggjaleikir hava havt sína sjúku ella
plágu at dragast við. Og hesir moyggjabitarnir eru heilt
víst plágan her á Rhodos, sigur Sølvi Winther Olsen,
lækni. Hann hevur higar til givið eina rúgvu av salvu til
ítróttarfólkini, eins og onkur eisini hevur fingið pensilin,
tí bruni er komin í hesi.
Veðrið er batnað
Nú leikirnir eru byrjaðir, tykist greitt, at hitin ikki er heilt
so ringur, sum hann kundi verið fyri føroysku
ítróttarfólkini. Í farnu viku hevur talan annars verið um
upp til 47 hitastig, men hesi eru tó fækkaði nakað í tali
síðani. Soleiðis var talan um 37 hitastig, tá kappast varð
sunnudagin, men tað man nú eisini vera meira enn nokk
hjá teimum flestu.