Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Karin Mikkelsen var skjót at ásanna, at kvinnurnar hjá Rho­dos loyptu hvøkk á før­ oys­ka liðið. - Eg haldi, at tær gjørdu okk­um bilsnar longu undir upp­hitingini. Men eg má ei­si­ni siga, at talan gjørdist um ein fínan dyst. Tað er ei­si­ni gott fyri okkum, at vit fáa harðar dystir, og tað hava vit avgjørt ikki altíð fingið á oyggjaleikum. Og fyri áskoðararnar er hetta jú ei­si­ni nógv stuttligari. Men vit gjørdu tað nú eisini nógv truplari enn neyðugt fyri okk­um sjálvar. Persónligu mistøkini vó­ru øgiliga nógv í tali. Vó­ru tað kanska drúgvaru royndi­­rnar hjá tykkum, sum gjørdu, at tit at enda fingu koppað dystinum? - Tað kann tað vera. Um­støð­ur­nar at spæla eru tó ikki tær somu, sum vit eru vanir við, so nógvir lutir kring dystin eru øðrvísi. Men vit gjørdu eisini heilt ó­fa­tu­liga nógv persónlig mis­tøk, og tí komu vit alla tíð­ina at spæla undir trýsti. Og tað ger jú, at tú alla tíð­ ina ert eitt sindur knýtt og fær ikki slappa av. Men eg kann ætla, at tit eru glaðar, nú tit hóast alt vun­nu dystin. - Absolutt! Vit skuldu jú vin­na hendan dystin. Og hó­ast vit ikki vistu, á hvør­ jum støði tær spældu á, so royn­du vit í hvussu er ikki at undirmeta tær, segði Kar­ in Mikkelsen. Talan var sjáldan um nakað spæl, ið borg­ar fyri fimta gull­merk­ inum á rað, tá Føroyar fin­gu óvæntaðar – og stór­ar – trupulleikar av uppsettu verts­kvin­ nu­num Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var væntandi, at talan ba­ra var um av­greiðs­lu­ spurn­ing, tá føroysku flog­ bólts­kvinnurnar sunnu­ kvøld­ið spældu sín fyrsta dyst. Rhodos hevur ikki áður havt lið við í flogbólti, og tí vó­ru neyvan tær heilt stóru vón­ir­nar til, at tær skuldu gera so øgiligar skreytir. Um føroysku kvinnurnar fram­du klassiska mistakið við at undirmeta móts­tøð­u­ na, er ilt at siga. Men iva­ leyst hevur verið gjørt ó­til­ vit­að onkrastaðni. Og tá tær av Rhodos brádliga sóu, at tær kundu gera ein vørr mó­ti ferfaldu gull­vin­na­r­un­ um, vildu tær so sanniliga ta­ka av. Beach-venjing Hóast flogbólturin sjálvur ik­ki er so stór ítróttagrein á Rho­dos, so er stranda-út­gáv­ an av spælinum avgjørt nak­ að, sum fólk íðka. Og iva­ leyst var tað eisini eitt lið við royndum frá hesum, sum føroysku kvinnurnar hit­tu. Tí tær vóru nú avgjørt ik­ki fyri nothing. Bæði mót­ tøk­ur og hevingar vóru á góð­um støði, og smash er í øll­um førum nakað, sum er kent frá beach volley. Og tá okkara so als ikki vó­ru til reiðar til eina so­mik­ ið trupla uppgávu, gav tað skjótt at bíta. Rhodos byrjaði við buld­ ur og brak, og kom skjótt á 12-4. Og hóast munurin mink­aði, sum dysturin gekk, so var fyrsta settið mei­ra enn nakað ein stað­ fest­ing av, at hetta bleiv ikki lætt. Ikki minst tí tað al­oft­ ast er so sera trupult at ven­ da gongdini, um tú ikki ert til reiðar frá dystarbyrjan. Hetta gjørdist eisini alt sjón­lig­ari, sum dysturin leið. Hóast føroysku kvinn­ ur­nar royndu at heppa og to­ga hvørja aðra, so vildu hóp­ur­in av persónligum mis­tøk­um ikki hvørva. Í nógv­um førum eisini frá meira roynda partinum av lið­num, sum annars hevur ver­ið fyri stórari útskifting sein­as­tu tvey árini. Ein rot­ a­ tións­feilur gav tó at enda sett­­bólt til okkum, og tá hes­ in varð gagnnýttur, hildu tey flestu helst, at nú var kós­in rættað. Mentalt sterkari Tað var hon nú als ikki. Rho­dos hevði leiðsluna all­ an vegin. Og tó at Føroyar var­du fyri trimum sett­bólt­ um, so var hetta ikki nóg mik­ið. Og tað skuldi gerast verri. Fjór­ða settið var nevnliga um at gerast tað seinasta. Nak­r­ir mest sum fatalir brøl­ ar­ar frá royndum spælarum broytt 23-21 til 23-24, og so hevði Rhodos brádliga match­bólt. Høllin var nú ei­si­ni spakuliga komin í kók, og væl stuðlaðar av før­ oys­ku áskoðarunum, ið me­st sum høvdu hersett høll­ina, megnaðu kvinn­ur­ nar kortini at verja fyri. Og tá tær eftir marathon-bólt vun­nu sær settból, tóktist het­ta geva mótstøðuni mø­nu­sting­in. Ivin var í øllum førum to­talt burtur í javn­brót­ar­an­ um. Bæði servur, smash og mót­tøkur sótu brádliga, og so vórðu tær hjá Rhodos mest sum trumlaðar umkoll í einum dysti, har tær høvdu giv­ið alt. Men kortini ikki fin­gu tað løn, sum tær kans­ ka høvdu uppiborið. Úr einum føroyskum sjón­ ar­hor­ ni var rhodesiska vón­ brot­ ið tó til at liva við. Hjá okk­um hevði tað týdning, at flogbóltskvinnur okkara fram­veg­is hava karakter, tá mest stendur á. Men fyri tað nýtist teimum ikki at ge­ra allar dystirnar eins spenn­an­di. Rhodos-Føroyar 2-3 (25-21, 24-26, 25-23, 24-26, 8-15): Skryktar úr dreymasongini Tær dugdu at spæla Moyggjabita-plága Stórur partur av føroyska ferðalagnum á Rhodos er komið eftir, hvussu irriterandi smáu flogkyktini á oynni kunnu vera. – Hvørjir oyggjaleikir hava havt sína sjúku ella plágu at dragast við. Og hesir moyggjabitarnir eru heilt víst plágan her á Rhodos, sigur Sølvi Winther Olsen, lækni. Hann hevur higar til givið eina rúgvu av salvu til ítróttarfólkini, eins og onkur eisini hevur fingið pensilin, tí bruni er komin í hesi. Veðrið er batnað Nú leikirnir eru byrjaðir, tykist greitt, at hitin ikki er heilt so ringur, sum hann kundi verið fyri føroysku ítróttarfólkini. Í farnu viku hevur talan annars verið um upp til 47 hitastig, men hesi eru tó fækkaði nakað í tali síðani. Soleiðis var talan um 37 hitastig, tá kappast varð sunnudagin, men tað man nú eisini vera meira enn nokk hjá teimum flestu.