Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Reytt kort til Torfinn Tað mundi vera fáur, sum skilti nakað, tá Tórfinn Højgaard brádliga fekk reyða kortið frá dómaranum undir dystinum hjá flogbóltsharrunum móti Jersey. Hvør orsøkin var, kom ongan tíð veruliga í rættlag, men ivaleyst var tað so, at dómarin ikki helt mannin hoyra heima á beinkinum, og so varð hann stutt og greitt sendir yvir á áskoðarplássini. Vónandi verður talan tó ikki um leikbann, tí tørvur verður á øllum góðum kreftum týsdagin, tá Áland stendur hinumegin føroyska netið. Verður trongt týsdagin Talan verður uttan iva um eina kókandi høll, tá føroyska mansliðið týsdagin skal spæla móti Álandi. Áskoðaraum­ støðurnar í høllini eru ikki av teimum bestu, og flogbóltur er á oyggjaleikum ein tann ítróttagreinin, sum dregur flest føroyskar áskoðarar við sær. Álendingar sjálvi plaga held­ ur ikki at smæðast burtur, so ivaleyst ræður um at vera í góðari tíð hjá teimum, sum vilja síggja tann dystin. Talan var ongan tíð um nakran spennandi dyst, tá føroysku flogbóltsharrarnir spældu móti Jersey. Men hóast tað, so helt Bartal Eliasen avgjørt, at liðið fekk okkurt gott burtur úr dystinum Flogbóltur Jákup Mørk jakupösosialurin.fo ­ Vit kunnu spæla betri, enn vit gjørdu í dag. Men tað ræður jú eisini um at koma ígongd, og hetta var ein fínur dystur í so máta. Vit lendi jú ikki fyrr enn fríggjanáttina, so tað ræður um at fáa spælt nakrar dystir, áðrenn tær truplu uppgávurnar koma. Í mun til fyrstu venjing­ ardystirnar, so er air­con­ dition maskinurnar nú kom­ nar ígongd. Er tað stórur munur á at spæla, og so fyri tveimum døgum síðani? ­ Ja. Hon er nakað fræg­ ari, men tað hóast alt 28 stig inni í hesi høllini, so tað er tungt at spæla. So tað ræður um at drekka nógv alla tíðina, og kanska skifta meira út enn vanligt. Týsdagin hevur føroyska liðið Áland sum mótstøðu. Og her verður eisini farið eftir sigrinum, sigur Bartal. ­ Vinna vit bólkin, so slep­ pa vit at spæla móti einum 3’ara. Og tað ger sjálvandi næsta umfarið lættari. Og vit vita, at spæla vit upp til okkara besta, so eru vit sterkari enn Áland, so tað er heilt greitt sigurin, sum telur í tí dystinum. Ráddi um at spæla Bartal Eliasen fekk ís á vinstra fótlið eftir dystin. Men nakran álvarsligan snudd var talan tó ikki um Eingir tjóðsangir til flogbóltin Enn eru fyrireik­ ararnir ikki heilt lidnir í Kremasti­ høllini, har føroysku flogbóltsliðini spæla Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Innanduraítróttur er ikki tað, sum mest verð­ ur gjørt við á Rhodos. Og tað tykist eisini merkja umstøðurnar hjá flogbóltinum. Fyrsti trupulleikin á ferðini var at finna høll­ ina. Hetta bleiv tó loyst, tá liðini spældu venjing­ ardystir fríggjamorgun­ in. Umstøðurnar hend­ an dystin vóru tó ikki av teimum bestu. Air­ condition maskinurnar vóru ikki settar upp, og eftir eitt sett, setti hitin og møðin seg veruliga í føroysku spælararnar. Leygarmorgunin rigga­ ði hetta tó, men tá spælararnir fóru til venj­ ing, kom máling á fleiri bóltar, tí høllin hevði fing­ ið ein umgang kvøldið. Tað verður tó arbeitt hart við at loysa allar trupulleikar, men held­ ur ikki sunnudagin var komið heilt á mál. Tón­ leikaanleggið var nevn­ liga ikki komið, og tí máttu liðini spæla, uttan at nakar tjóðsang­ ur fyrst var at hoyra. Hetta er tó vónandi komið í rættlag til týs­ dagin, tá næstu dystir­ nir hjá Føroyum verða spældir. Vinna føroysku kvinnurnar sín bólk, so verða allir dystirnir fram til sjálva finaluna hjá bæði monnum og kvinnum spæld í høllini í Kremasti. Ein onnur høll er inni í býnum, men hon er mest átøk einum tjaldi við parket­ gólvi. Finalurnar í kapping­ ini verða spældar í eini stórari høll, har kurva­ bóltsfinalurnar eisini verða avgreiddar. Føroysku flogbólts­ menninir fingu eina bleyta lending á Rhodos, tá teir í fyrsta dystinum høvdu lætta byrjan móti Jersey Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jersey er á pappírinum væl veikasta liðið í bólkinum, sum umframt Føroyar og Jersey eisini telur Áland. Tí var ikki væntandi, at føroyska liðið skuldi fáa nakrar trupulleikar yvir­ høvur, og tað fingu teir heldur ikki. Nógvar útskiftingar vórðu gjørdar gjøgnum allan dystin, soleiðis at allir mans sluppu ígongd, men kortini megnaði Jersey ongan tíð at hótta føroyska liðið. Mest spennandi verður nú at vita, hvussu fer at gangast týsdagin, tá Áland og Føroyar hittast. Kappingin í flogbólti er nú umskipað, soleiðis at spælt verður í trimum bólkum, har tveir telja fýra lið, meðan okkara telur trý lið. Fremsta og næst fremsta liðið umframt teir báðir bestu 3’ararnir í hvørjum bólki vinna seg víðari til fjórðingsfinalunar. Og fyri Føroyar liggur landið so, at teir helst skulu vinna sín bólk, soleiðis at sleppast kann undan Saaremee, sum nærum við vissu vinnur sín bólk. Saaremaa hevur vunnið gull á oyggjaleik­ unum seinastu tvær ferðirnar, og teir verða aftur í ár mettir sum heitir favorittar í flogbólts­ kappingini. Føroyar-Jersy 3-0 (25-15, 25-19, 25-17): Lagalig byrjan