Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Til tíðir tóktist talan mest sum vera um eina farsu, tá oygg­ja­leikirnir skuldu set­ast. Hálvur tími gekk, áð­renn nakað var at síggja til øll ítróttaliðini, sum til­tak­ið snúi seg um. Og tá he­si komu inn, var rað­fylg­ jan als ikki tann sama, sum frá­søgufólkini greiddu frá. Tað enska málið hjá hesum var heldur ikki av tí besta, inn­til nýtt frásøgufólk tók yv­ir, soleiðis at orðini gjørd­ust meira skilligt. Hæddarpunktið av set­an­ini skuldi verða ein fram­før­sla um skapanarsøguna, so­leið­ is sum hon er í grik­s­ku mytologi’ini. Nakað sum ei­sini var sera hóskandi, nú til­takið fór fram á einum av griks­ku mentanargripunum. Nevn­li­ga Acropolis, har undir­vís­ing og mentan ann­ars hevði sína háborg í for­na Grikkalandi. Men talan gjørdist tó ikki um nakað væl eydnað hæd­dar­punkt. Hóast talan var um eina fantastiska fram­førs­lu, so var hetta ikki júst tað, sum hóskaði seg til slí­ka setan. Bæði tí talan gjørd­ist um meira enn hálvan ann­an tíma langa framførslu. Og tí hendan allan vegin í­gjøgnum gekk fyri seg við forn­grik­skum máli, ið tað neyv­an vóru nógv, sum skil­tu tað allar minsta av. Ikki ann­að enn eitt róp um “Jan­os”, sum síðani hevur verið nýtt slangorð millum ítrótta­ fólk­ini. Tí var klokkan heilt nær 23, tá fyrstu røðurnar skul­du haldast. Hesar vóru ei­si­ni av tí drúgvara slagnum, og tey, sum ikki longu vóru far­in av staðnum, spákaðu sær tá til hús. Talan var jú ei­si­ni fyri tað nógva um ítrót­ta­fólk, sum longu næsta morg­un skuldu í kapping, og tá mundi tað vera betri at so­va, heldur enn at sita á mið­ja­ri nátt at hyggja at sjón­lei­ki. Rúni bar Merkið Tá veljast skuldi ímillum, hvør skuldi bera Merkið inn til setanina, fall valið hesa ferð á Rúna Weihe, sum er liðskipari á føroyska flogbóltslandsliðnum. Seinast hesin heiðurin fall til flogbóltslandsliðið var, tá Jan Hentze á sinni bar merkið inn, og sigast má, at Rúni nú megnaði hesa uppgávuna heilt væl. Eisini hóast løtan við merkinum gjørdist heldur long undir drúgva innmarchinum. Var ein stórbýur Gamla stadion, har setanin fór fram, er bert ein lítil partur av Acropolis. Talan er um heilan bý, sum við á leið 60.000 íbúgvum taldist millum teir størstu í fornøldini. Tað vóru svenskir og italskir fornfrøðingar, sum gróvu út býin, har partar í dag eisini eru enduskaptir. Fólk rýmdu frá Drúgvasta oygg­ja­leika­set­anin nakran tíð gjørdist veruleiki sun­nu­dagin. Flott var tað, men drúgva løt­an fekk allar flestu fólk­ini at rýma, áðrenn leik­ir­nir at enda vórðu settir Føroysku flogbóltskvinnurnar høvdu eisini egið Merkið við, nú liðskiparin hjá monnunum var føroyskur flaggberi Mynd: Álvur Haraldsen