Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Til tíðir tóktist talan mest sum vera um eina farsu, tá oyggjaleikirnir skuldu setast. Hálvur tími gekk, áðrenn nakað var at síggja til øll ítróttaliðini, sum tiltakið snúi seg um. Og tá hesi komu inn, var raðfylg­ jan als ikki tann sama, sum frásøgufólkini greiddu frá. Tað enska málið hjá hesum var heldur ikki av tí besta, inntil nýtt frásøgufólk tók yvir, soleiðis at orðini gjørdust meira skilligt. Hæddarpunktið av setanini skuldi verða ein framførsla um skapanarsøguna, soleið­ is sum hon er í griksku mytologi’ini. Nakað sum eisini var sera hóskandi, nú tiltakið fór fram á einum av griksku mentanargripunum. Nevnliga Acropolis, har undirvísing og mentan annars hevði sína háborg í forna Grikkalandi. Men talan gjørdist tó ikki um nakað væl eydnað hæddarpunkt. Hóast talan var um eina fantastiska framførslu, so var hetta ikki júst tað, sum hóskaði seg til slíka setan. Bæði tí talan gjørdist um meira enn hálvan annan tíma langa framførslu. Og tí hendan allan vegin ígjøgnum gekk fyri seg við forngrikskum máli, ið tað neyvan vóru nógv, sum skiltu tað allar minsta av. Ikki annað enn eitt róp um “Janos”, sum síðani hevur verið nýtt slangorð millum ítrótta­ fólkini. Tí var klokkan heilt nær 23, tá fyrstu røðurnar skuldu haldast. Hesar vóru eisini av tí drúgvara slagnum, og tey, sum ikki longu vóru farin av staðnum, spákaðu sær tá til hús. Talan var jú eisini fyri tað nógva um ítróttafólk, sum longu næsta morgun skuldu í kapping, og tá mundi tað vera betri at sova, heldur enn at sita á miðjari nátt at hyggja at sjónleiki. Rúni bar Merkið Tá veljast skuldi ímillum, hvør skuldi bera Merkið inn til setanina, fall valið hesa ferð á Rúna Weihe, sum er liðskipari á føroyska flogbóltslandsliðnum. Seinast hesin heiðurin fall til flogbóltslandsliðið var, tá Jan Hentze á sinni bar merkið inn, og sigast má, at Rúni nú megnaði hesa uppgávuna heilt væl. Eisini hóast løtan við merkinum gjørdist heldur long undir drúgva innmarchinum. Var ein stórbýur Gamla stadion, har setanin fór fram, er bert ein lítil partur av Acropolis. Talan er um heilan bý, sum við á leið 60.000 íbúgvum taldist millum teir størstu í fornøldini. Tað vóru svenskir og italskir fornfrøðingar, sum gróvu út býin, har partar í dag eisini eru enduskaptir. Fólk rýmdu frá Drúgvasta oyggjaleikasetanin nakran tíð gjørdist veruleiki sunnudagin. Flott var tað, men drúgva løtan fekk allar flestu fólkini at rýma, áðrenn leikirnir at enda vórðu settir Føroysku flogbóltskvinnurnar høvdu eisini egið Merkið við, nú liðskiparin hjá monnunum var føroyskur flaggberi Mynd: Álvur Haraldsen