mánadagur 2. juli 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 124 - 2. juli 2007 ]
Bjørk hevði vatnílætið
Bjørk Herup Olsen hevði føroyska vatnið við, tá
oyggjaleikirnir eisini vórðu settir við sonevndu vatn-
ceremoni’ini. Vatnið er tað, sum luttakandi oyggjarnar
fyrst og fremts hava í felag. Tí er tað ein fastur partur av
hátíðarhaldinum, at allar lutakandi oyggjarnar hava eitt
ílæt við vatni heimanífrá. Sum tekin um samleikan
millum oyggjarnar, verður alt vatnið síðani blandað
saman við setanina.
Tríggir føroyingar við
heiðursmerkjum
Fyriskipararnir av oyggjaleikunum á Rhodos hava heitt á
almennu føroysku umboðini um at handa heiðursmerki á
Oyggjaleikunum. Týskvøldið skal Jóannes Eidesgaard,
løgmaður handa heiðursmerkini í 200 metra frísvimjing
hjá monnum. Mikudagin fer Heðin Mortensen, ÍSF-
forseti, at handa heiðursmerki í 400 metra frísvimjing hjá
kvinnum. Og hósdagin skal Jógvan á Lakjundi handa
heiðursmerkini í einstaklingakappingini í compound hjá
kvinnum.
sentanini
Talan var um sera flott show, tá forngrikska søgnin varð søgd
Mynd: Álvur Haraldsen
Í miðjuni av Acropolis leikvøllinum var stór scena sett upp
Mynd: Álvur Haraldsen