Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] – Følist altíð gott at vinna Liðformaðurin hjá KÍ-kvinnum frøddist um steypasigurin leygardagin. - Líkamikið um vit hava vunnið nógv síðsta árini, so følist tað altíð líka gott at vinna, segði Malena Josephsen eftir dystin. - Vit komu sera væl frá byrjan. Vit valdu at leggja eitt høgt trýst á tær, og hetta gav úrslit. Tíðliga í dystinum høvdu vit onkrar stórar møguleikar, men tíverri fyri GÍ, so var tað eitt sjálvmál, sum hjálpti okkum í gongd. - Í seinna hálvleiki steðga vit fullkomiliga upp fyrstu løtuna og gera alt ov nógvar feilir. Eg haldi, at trygga leiðslan gjørdi, at vit dovnaðu nakað, og tí fær GÍ heldur nógv spæl. - GÍ var tó ongantíð heilt tætt við at fáa bóltin í málið, og størsti kjansurin kom faktiskt undan steðginum. Ta týdningarmesta er tó, at vit vunnu, og tað eri eg ótrúliga glað um. Steypafinalan hjá kvinnum millum KÍ og GÍ gjørdist ongantíð ordiliga spennandi, tí KÍ tóktist hava fult tamarhald á støðuni allan vegin. Tær avgjørdu í roynd og veru dystin í fyrra hálvleiki, tá tær vóru á odda 3-0 FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sjálvmál setti gongd á KÍ KÍ fekk eina góða byrjan uppá steypafinaluna hjá kvinnum, sum bleiv spæld í Leirvík leygardagin. KÍ- kvinn­urnar settu seg á dystin alt fyri eitt, og serliga í fyrra hálvleiki var klassa­ munur á liðunum, meðan GÍ royndi at kempa seg inn aftur í dystin í seinna hálv­ leiki. Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, tá KÍ fekk fyrsta stóra møguleikan. Ein langur bóltur bleiv spæld­ur upp um verjuna hjá GÍ, og her gjørdist Vivian Bjartalíð púra leys við mál­ manninum. Málmaðurin stór­bjargaði í bæði fyrstu og aðru atløgu, og triðju ferð, Vivian royndi seg, bjargaði ein GÍ-verjuleikari á strikuni. Hetta gjørdist tó byrjanin til eitt langt trýst frá KÍ, og løtu seinni gav hetta úrslit. Tá 10 minuttir vóru farn­ ir, bleiv ein bóltur sendur inn í brotsteigin hjá GÍ, og her var ein verjuleikari so óheppin at senda bóltin í egið mál, og so var KÍ á sigurskós. Rannvá tók yvir Sjálvt um KÍ nú var komið á odda, so góvust tær ikki at trýsta, og tá fyrri hálv­ leikur var gott og væl hálv­ runnin, gav trýstið hjá KÍ enn einaferð úrslit. KÍ spældi bóltin fram í vinstru síðu, har Vivian Bjartalíð slapp heilt oman á baklinjuna. Hon sendi bólt­ in inn fyri málið, og aftar­ laga í brotsteiginum fekk ein KÍ-leikari fatur á bólti­ num. Hon spældi bóltin tvørt­­ur um brotsteigar­mark­ ið, har Rannvá Andreasen stóð púra leys. Hon knallaði til, og bólturin brast í tvørtræið, áðrenn hann fór víðari inn í málið. Eitt sera vakurt mál frá Rannvá. Og tað gekk ikki long tíð, so var sama Rannvá Andrea­ sen aftur upp á spæl. Ein GÍ-verjuleikari skuldi rudda bóltin burtur, men var so óheppin at skjóta í Rannvá, sum so gjørdist púra leys við málmanninum. Leys við málmanninum var Kar­ in ósvikaliga trygg og sendi bóltin í málið til eina 3-0 leiðslu. Eingin ivi er um, at leiðsl­ an hjá KÍ var fult uppiborin, men móti endanum av fyrra hálvleiki var um reppið, at GÍ skapti spenning í aftur dystin. Brádliga fekk Mary Ann Isaksen ein opnan møgu­leika í brotsteiginum, men púra leys við mál­mann­ inum skeyt hon bóltin við síðuna av málinum úr fimm metrum. Nógvir feilir Hevði fyrri hálvleikur av steypafinaluni verið góður, so gjørdist seinni hálvleikur eitt vónbrot. Liðini gjørdu nógvar tekniskar feilir, og spælið gjørdist ongantíð ser­ liga flótandi síðstu 45 minutt­irnar. Tað var tó GÍ, sum royndi at skapa dystin fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tær komu eisini fram til onkrar smávegis møguleikar, men tær vóru tó ongantíð heilt tætt við at fáa mál. So við og við fótaði KÍ sær tó í seinna hálvleiki, og síðstu 20-25 minuttirnar stýrdi KÍ dystinum, sjálvt um tær ikki komu fram til teir heilt stóru málmøgu­leik­arnar. Tað tætt­ asta KÍ kom einum máli var, tá Rann­vá royndi seg við lang­skoti úr 25 metrum, og bólt­urin brast í stongina og út. Sostatt megnaðu KÍ-kvinn­ urnar at vinna enn eitt steyp til samlingina, og ikki kann sigast annað enn, at sigurin var fult uppiborin, tí partar av dystinum spældu tær nógv betri enn gula liðið úr Gøtu. KÍ vann uppibornan sigur Meðan ÍF úrtøkan í síðstu viku var seks stig, fingu teir í FSV04 bara eitt stig burturúr vitjanini í Runavík 1. DEILD Jóannes Hansen Í Fuglafirði hava teir orsøk at síggja eitt sindur bjartari upp á møguleikan at fáa fat­ ur aftur á Formula deildini, enn tey hava nógvu tær sein­ astu vikurnar. Mikukvøldið vunnu teir út­setta dystin í Gundadali ímóti HB 3-1, eftir at heima­ liðið, sum spældi væl, hevði verið á odda, inntil tað rest­ aðu tjúgu minuttir. Tíðliga seinnapartin leygardagin lyftu teir stevnuhýrin í Fuglafirði við sannførandi sigri á TB. Sigrarnir báðir taldu eyka nógv, tí FSV04 ikki megn­ aði meiri enn 1-1 í Runavík. Klæmint A. Olsen legði NSÍ framum, tá ið tað rest­ aði stórt korter, og vága­ menn skulu vera fegnir um, at tað eydnaðist Hans Arna Ellefsen at javna. Hóast fyritreytirnar ikki eru nakað at rópa hurrá fyri hjá Mein­ hardt Dalbúð og hansara monnum, so eru avrikini so góð, sum støðutalvan vísir. Á Svangaskarði hekk HB leingi væl uppií. Ungu menn­inir vístu góða fatan og hugflog, men í 2. hálv­ leiki vísti B68 størri tyngd. Dánial Hansen var stóri maðurin. Hann skoraði trý tey fyrstu málini í 4-0 sigri­ num. Allar ferðirnar var tað eftir innlegg úr høgru. Fyrsta málið stútaði hann eft­ir hornaspark. Alexandro Casthilio stað­ festi rimmar sigurin við fín­ um stútara upp um mál­verj­ an, sum ikki var heilt trygg­ ur eftir langan skrábólt úr høgru. Í Sørvági hevði tað av­ger­ andi týdning, at heimaliðið miðskeiðis í 2. hálvleiki misti ein mann. Nýggi lið­ for­maðurin hjá LÍF, Sølvi Vatnhamar, skoraði sigurs­ málið, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Mest óvæntaða úrslitið var kanska tað í Klaksvík, har botnliðið B36 smurdi KÍ av 6-1. Tummas Hans Rubeksen, sum í vikuni var fluttur úr AB og aftur til B36, skoraði trý mál, og Jóhan Ellingsgaard skoraði tvær ferðir. Ovi Nysted, sum sigst vera á veg aftur til KÍ umsetti úr ellivu metr­ um. Unglingaspælarin Álvur Christiansen skoraði einsa­ malla KÍ málið. Klaks­vík­ ing­ar hildu seg vera óhepn­ ar, tí meðan málmunurin fram­vegis var lítil raktu teir fleiri ferðir í træverkið, siga teir sjálvir. Rimmar vika í Fuglafirði KÍ er steypavinnari hjá kvinnum 2007. Aftan frá vinstru: Alexander Djordjevic, venjari, Liljan Jacobsen, Sigrid Jacobsen, Ragna Patawary, Ann Olsen, Doris í Garði, Paula Sjóstein, Mariann Joensen og Jensa Sirdal. Framman frá vinstru: Elsa Maria Simonsen, Paula Mikkelsen, Vivian Bjartalíð, Randi Wardum, Malena Josephsen, Rannvá Andreasen og Bára S. Klakstein Mynd: Jonhard Hammer