mánadagur 2. juli 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 124 - 2. juli 2007 ]
– Følist altíð gott at vinna
Liðformaðurin hjá KÍ-kvinnum frøddist um steypasigurin leygardagin.
- Líkamikið um vit hava vunnið nógv síðsta árini, so følist tað altíð líka gott at vinna, segði
Malena Josephsen eftir dystin.
- Vit komu sera væl frá byrjan. Vit valdu at leggja eitt høgt trýst á tær, og hetta gav úrslit.
Tíðliga í dystinum høvdu vit onkrar stórar møguleikar, men tíverri fyri GÍ, so var tað eitt
sjálvmál, sum hjálpti okkum í gongd.
- Í seinna hálvleiki steðga vit fullkomiliga upp fyrstu løtuna og gera alt ov nógvar feilir. Eg
haldi, at trygga leiðslan gjørdi, at vit dovnaðu nakað, og tí fær GÍ heldur nógv spæl.
- GÍ var tó ongantíð heilt tætt við at fáa bóltin í málið, og størsti kjansurin kom faktiskt undan
steðginum. Ta týdningarmesta er tó, at vit vunnu, og tað eri eg ótrúliga glað um.
Steypafinalan hjá
kvinnum millum
KÍ og GÍ gjørdist
ongantíð ordiliga
spennandi, tí KÍ
tóktist hava fult
tamarhald á støðuni
allan vegin. Tær
avgjørdu í roynd og
veru dystin í fyrra
hálvleiki, tá tær vóru
á odda 3-0
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sjálvmál setti
gongd á KÍ
KÍ fekk eina góða byrjan
uppá steypafinaluna hjá
kvinnum, sum bleiv spæld í
Leirvík leygardagin. KÍ-
kvinnurnar settu seg á
dystin alt fyri eitt, og serliga
í fyrra hálvleiki var klassa-
munur á liðunum, meðan
GÍ royndi at kempa seg inn
aftur í dystin í seinna hálv-
leiki.
Dysturin var ikki nógvar
minuttir gamal, tá KÍ fekk
fyrsta stóra møguleikan.
Ein langur bóltur bleiv
spældur upp um verjuna hjá
GÍ, og her gjørdist Vivian
Bjartalíð púra leys við mál-
manninum.
Málmaðurin
stórbjargaði í bæði fyrstu
og aðru atløgu, og triðju
ferð, Vivian royndi seg,
bjargaði ein GÍ-verjuleikari
á strikuni. Hetta gjørdist tó
byrjanin til eitt langt trýst
frá KÍ, og løtu seinni gav
hetta úrslit.
Tá 10 minuttir vóru farn-
ir, bleiv ein bóltur sendur
inn í brotsteigin hjá GÍ, og
her var ein verjuleikari so
óheppin at senda bóltin í
egið mál, og so var KÍ á
sigurskós.
Rannvá tók yvir
Sjálvt um KÍ nú var komið
á odda, so góvust tær ikki
at trýsta, og tá fyrri hálv-
leikur var gott og væl hálv-
runnin, gav trýstið hjá KÍ
enn einaferð úrslit.
KÍ spældi bóltin fram í
vinstru síðu, har Vivian
Bjartalíð slapp heilt oman á
baklinjuna. Hon sendi bólt-
in inn fyri málið, og aftar-
laga í brotsteiginum fekk
ein KÍ-leikari fatur á bólti-
num. Hon spældi bóltin
tvørtur um brotsteigarmark-
ið, har Rannvá Andreasen
stóð púra leys. Hon knallaði
til, og bólturin brast í
tvørtræið, áðrenn hann fór
víðari inn í málið. Eitt sera
vakurt mál frá Rannvá.
Og tað gekk ikki long tíð,
so var sama Rannvá Andrea-
sen aftur upp á spæl. Ein
GÍ-verjuleikari skuldi rudda
bóltin burtur, men var so
óheppin at skjóta í Rannvá,
sum so gjørdist púra leys
við málmanninum. Leys
við málmanninum var Kar-
in ósvikaliga trygg og sendi
bóltin í málið til eina 3-0
leiðslu.
Eingin ivi er um, at leiðsl-
an hjá KÍ var fult uppiborin,
men móti endanum av fyrra
hálvleiki var um reppið, at
GÍ skapti spenning í aftur
dystin. Brádliga fekk Mary
Ann Isaksen ein opnan
møguleika í brotsteiginum,
men púra leys við málmann-
inum skeyt hon bóltin við
síðuna av málinum úr fimm
metrum.
Nógvir feilir
Hevði fyrri hálvleikur av
steypafinaluni verið góður,
so gjørdist seinni hálvleikur
eitt vónbrot. Liðini gjørdu
nógvar tekniskar feilir, og
spælið gjørdist ongantíð ser-
liga flótandi síðstu 45
minuttirnar.
Tað var tó GÍ, sum royndi
at skapa dystin fyrstu løtuna
av seinna hálvleiki. Tær
komu eisini fram til onkrar
smávegis møguleikar, men
tær vóru tó ongantíð heilt
tætt við at fáa mál.
So við og við fótaði KÍ sær
tó í seinna hálvleiki, og síðstu
20-25 minuttirnar stýrdi KÍ
dystinum, sjálvt um tær ikki
komu fram til teir heilt stóru
málmøguleikarnar. Tað tætt-
asta KÍ kom einum máli var,
tá Rannvá royndi seg við
langskoti úr 25 metrum, og
bólturin brast í stongina og
út.
Sostatt megnaðu KÍ-kvinn-
urnar at vinna enn eitt steyp
til samlingina, og ikki kann
sigast annað enn, at sigurin
var fult uppiborin, tí partar
av dystinum spældu tær nógv
betri enn gula liðið úr Gøtu.
KÍ vann uppibornan sigur
Meðan ÍF úrtøkan í
síðstu viku var seks
stig, fingu teir í FSV04
bara eitt stig burturúr
vitjanini í Runavík
1. DEILD
Jóannes Hansen
Í Fuglafirði hava teir orsøk
at síggja eitt sindur bjartari
upp á møguleikan at fáa fat-
ur aftur á Formula deildini,
enn tey hava nógvu tær sein-
astu vikurnar.
Mikukvøldið vunnu teir
útsetta dystin í Gundadali
ímóti HB 3-1, eftir at heima-
liðið, sum spældi væl, hevði
verið á odda, inntil tað rest-
aðu tjúgu minuttir. Tíðliga
seinnapartin
leygardagin
lyftu teir stevnuhýrin í
Fuglafirði við sannførandi
sigri á TB.
Sigrarnir báðir taldu eyka
nógv, tí FSV04 ikki megn-
aði meiri enn 1-1 í Runavík.
Klæmint A. Olsen legði
NSÍ framum, tá ið tað rest-
aði stórt korter, og vága-
menn skulu vera fegnir um,
at tað eydnaðist Hans Arna
Ellefsen at javna. Hóast
fyritreytirnar ikki eru nakað
at rópa hurrá fyri hjá Mein-
hardt Dalbúð og hansara
monnum, so eru avrikini so
góð, sum støðutalvan vísir.
Á Svangaskarði hekk HB
leingi væl uppií. Ungu
menninir vístu góða fatan
og hugflog, men í 2. hálv-
leiki vísti B68 størri tyngd.
Dánial Hansen var stóri
maðurin. Hann skoraði trý
tey fyrstu málini í 4-0 sigri-
num. Allar ferðirnar var tað
eftir innlegg úr høgru.
Fyrsta málið stútaði hann
eftir hornaspark.
Alexandro Casthilio stað-
festi rimmar sigurin við fín-
um stútara upp um málverj-
an, sum ikki var heilt trygg-
ur eftir langan skrábólt úr
høgru.
Í Sørvági hevði tað avger-
andi týdning, at heimaliðið
miðskeiðis í 2. hálvleiki
misti ein mann. Nýggi lið-
formaðurin hjá LÍF, Sølvi
Vatnhamar, skoraði sigurs-
málið, tá ið tað restaðu
fimm minuttir.
Mest óvæntaða úrslitið
var kanska tað í Klaksvík,
har botnliðið B36 smurdi
KÍ av 6-1. Tummas Hans
Rubeksen, sum í vikuni var
fluttur úr AB og aftur til
B36, skoraði trý mál, og
Jóhan Ellingsgaard skoraði
tvær ferðir. Ovi Nysted,
sum sigst vera á veg aftur
til KÍ umsetti úr ellivu metr-
um.
Unglingaspælarin Álvur
Christiansen skoraði einsa-
malla KÍ málið. Klaksvík-
ingar hildu seg vera óhepn-
ar, tí meðan málmunurin
framvegis var lítil raktu teir
fleiri ferðir í træverkið, siga
teir sjálvir.
Rimmar vika í Fuglafirði
KÍ er steypavinnari hjá kvinnum 2007. Aftan frá vinstru: Alexander Djordjevic, venjari, Liljan Jacobsen, Sigrid Jacobsen, Ragna Patawary, Ann Olsen, Doris í
Garði, Paula Sjóstein, Mariann Joensen og Jensa Sirdal. Framman frá vinstru: Elsa Maria Simonsen, Paula Mikkelsen, Vivian Bjartalíð, Randi Wardum, Malena
Josephsen, Rannvá Andreasen og Bára S. Klakstein
Mynd: Jonhard Hammer